Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL TVEY OG TJÚGU

Hann var trúfastur í royndum

Hann var trúfastur í royndum

1, 2. Hvørja vón hevði Pætur helst, tá ið Jesus talaði í Kapernaum, men hvat hendi í staðin?

PÆTUR hugdi spentur at andlitunum á áhoyrarum Jesusar. Teir vóru í sýnagoguni í Kapernaum. Pætur búði í hesum býnum; hann hevði sítt fiskivinnuvirksemi her, norðarumegin Galileavatn, og hann hevði eisini nógvar vinir, skyldfólk og viðskiftafólk í býnum. Pætur vónaði sjálvsagt, at fólk í Kapernaum eisini fóru at viðurkenna Jesus sum Messias, og at tey fóru at verða glað um, at størsti lærarin av øllum var komin at læra tey um Guds ríki. Men tað var ikki tað, sum hendi.

2 Nógv vóru givin at lurta. Nøkur stóðu og mutlaðu, tí tey vóru ósamd við Jesus í tí, hann segði. Men tað, sum harmaði Pætur mest, var, hvussu boðskapurin ávirkaði nakrar av Jesu egnu lærisveinum. Andlitsbráið hjá teimum bar ikki longur dám av gleði um at læra nakað nýtt og spennandi, sum tá ið teir fyrstu ferð lærdu um sannleikan. Nú vóru teir skelkaðir, enntá illir. Nakrir talaðu at og søgdu, at talan hjá Jesusi var hørð. Teir noktaðu at hoyra meira, rýmdu úr sýnagoguni — og góvust at fylgja Jesusi. — Les Jóhannes 6:60, 66.

3. Hvat hjálpti trúgvin hjá Pæturi honum at gera fleiri ferðir?

3 Tað var ein trupul tíð hjá Pæturi og hinum ápostlunum. Hann skilti ikki til fulnar tað, sum Jesus segði henda dagin. Men hann skilti uttan iva, at orðini hjá Jesusi kundu tykjast ógvuslig, um tey vórðu tikin bókstaviliga. Hvat fór Pætur at gera? Hetta var ikki fyrstu ferð, at hansara trúfesti móti Jesusi skuldi standa sína roynd, og tað var heldur ikki seinastu ferð. Latið okkum vita, hvussu trúgvin hjá Pæturi hjálpti honum at verða verandi trúfastur, hóast slíkar avbjóðingar.

Trúfastur, tá ið onnur gjørdust trúleys

4, 5. Á hvønn hátt hevði Jesus gjørt tað øvuta av tí, sum fólk væntaðu av honum?

4 Pætur varð ofta tikin á bóli av Jesusi. Ferð eftir ferð gjørdi og segði Jesus tað øvuta av tí, fólk væntaðu av honum. So seint sum dagin fyri hevði hann á undursaman hátt mettað eina mannamúgvu, ið taldi fleiri túsund. Afturfyri høvdu tey roynt at gjørt hann til kong. Men tað kom óvart á nógv, at hann rýmdi undan teimum og bað lærisveinarnar fara í ein bát og leggja leiðina móti Kapernaum. Meðan lærisveinarnir róðu yvir um Galileavatn ta náttina, tók Jesus teir aftur á bóli, tá ið hann kom gangandi á óslætta vatninum og lærdi Pætur nakað týðandi um trúgv.

Morgunin eftir varnaðust teir, at mannamúgvan var komin aftan á teimum í bátum. Fólkini vóru eyðsýniliga komin, tí tey aftur vildu síggja Jesus fáa mat til vegar við einum undri, og ikki tí tey hungraðu eftir andaligari føði. Jesus hevði at teimum, tí tey bert hugsaðu um tað, sum forferst. (Jóh. 6:25-27) Hesin orðadrátturin helt fram í sýnagoguni í Kapernaum, har Jesus í síni roynd at læra fólk ein týðandi sannleika, sum tey høvdu ilt við at skilja, aftur segði nakað, sum tey ikki høvdu væntað.

6. Hvørja mynd nýtti Jesus, og hvussu ávirkaði tað áhoyrararnar?

6 Jesus vildi ikki, at fólk bara skuldu meta hann sum ein, ið útvegaði teimum bókstaviligan mat, men sum eina andaliga gávu frá Gudi, ja, tann, hvørs lív og deyði sum menniskja fór at geva øðrum møguleika fyri at fáa ævigt lív. Tí nýtti hann eina mynd, har hann samanbar seg sjálvan við manna, breyðið, ið kom niður av himli á døgum Mósesar. Tá ið nøkur mótmæltu, nýtti hann eina sterka mynd, har hann greiddi frá, at tað var neyðugt at eta hansara hold og drekka hansara blóð fyri at fáa lív. Hesi orðini østu tey enn meira. Summi søgdu: „Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!“ Nógvir lærisveinar hjá Jesusi gjørdu av at fara frá honum. * — Jóh. 6:48-60, 66.

7, 8. (a) Hvat skilti Pætur ikki enn um leiklut Jesusar? (b) Hvussu svaraði Pætur spurninginum, sum Jesus setti ápostlunum?

7 Hvat fór Pætur at gera? Hann gjørdist helst eisini bilsin av talu Jesusar. Enn skilti hann ikki, at Jesus mátti doyggja til tess at fremja Guds vilja. Var tað freistandi hjá Pæturi at sníkja seg burtur saman við teimum svikafullu lærisveinunum, sum fóru frá Jesusi henda dagin? Nei. Pætur hevði ein týðandi eginleika, sum teir ikki høvdu. Hvat var tað fyri ein eginleiki?

8 Jesus vendi sær móti ápostlunum og segði: „Ætla eisini tit at rýma?“ (Jóh. 6:67) Hann spurdi allar 12, men tað var Pætur, sum svaraði. So var ofta. Kanska var hann tann elsti av teimum. Hann var í øllum førum tann mest opinskáraði; tað tykist, at hann sjáldan helt seg undan at siga tað, sum rann honum í hug. Í hesum førinum runnu hesi vøkru og minningarverdu orðini honum í hug: „Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs.“ — Jóh. 6:68.

9. Hvussu vísti Pætur trúfesti móti Jesusi?

9 Verður tú ikki heitur um hjartað av hesum orðunum? Trúgv á Jesus hevði hjálpt Pæturi at ala fram ein týðandi eginleika — trúfesti. Tað var Pæturi greitt, at Jesus var einasti frelsarin, ið Jehova hevði útvegað, og at tað, sum Jesus segði um Guds ríki, kundi frelsa fólk. Hann visti, at hóast okkurt kanska var torført at skilja, so var einki annað stað at fara, um hann vildi toknast Gudi og verða signaður við ævigum lívi.

Vit mugu trúføst fylgja læru Jesusar, sjálvt um vit persónliga høvdu væntað ella ynskt, at okkurt var øðrvísi

10. Hvussu kunnu vit taka eftir trúfesti Pæturs í dag?

10 Hevur tú tað eisini so? Í dag eru nógv, sum siga seg elska Jesus, men tíverri ikki eru trúføst móti honum. Satt trúfesti móti Kristusi krevur, at vit hava somu áskoðan á Jesu læru, sum Pætur hevði. Vit mugu kenna hana, skilja týdningin av henni og liva eftir henni — sjálvt um okkurt av tí, vit læra, kemur óvart á okkum, tí vit persónliga høvdu væntað ella ynskt, at tað var øðrvísi. Skulu vit fáa hitt æviga lívið, sum Jesus gav okkum útlit til, mugu vit vera trúføst. — Les Sálm 97:10.

Trúfastur, tá ið hann varð rættleiddur

11. Hvar fór Jesus við lærisveinum sínum? (Sí eisini undirgreinina.)

11 Stutt eftir hesa rokmiklu tíðina fór Jesus við ápostlum sínum og nøkrum lærisveinum eina langa ferð norðureftir. Kavaklæddi tindurin á Hermonsfjalli, sum lá á norðasta landamarkinum í lovaða landinum, var viðhvørt sjónligur líka úr Galileavatni. Fjallið tóktist hægri og hægri, so hvørt sum teir nærkaðust tí og gingu niðan eftir hækkandi lendinum, ið førdi til bygdirnar nærindis Kesarea Filippi. * Í hesi vøkru náttúruni, við útsýni yvir meginpartin av lovaða landinum fyri sunnan, setti Jesus lærisveinunum ein týðandi spurning.

12, 13. (a) Hví vildi Jesus vita, hvønn fólk hildu hann vera? (b) Hvussu vísti Pætur sanna trúgv við tí, hann segði við Jesus?

12 „Hvønn sigur fólkið Meg vera?“ vildi hann vita. Vit kunnu helst ímynda okkum Pætur, sum hann hugdi í blíðu eygu Jesusar og enn eina ferð varnaðist, hvussu góður og sera gløggur Meistari hansara var. Jesus vildi vita, hvørjar niðurstøður fólk komu til av tí, sum tey sóu og hoyrdu. Lærisveinar hansara svaraðu spurninginum við at endurtaka nakrar av teimum vanligu misskiljingunum um, hvør Jesus var. Men Jesus vildi vita meira. Fóru hansara nærmastu lærisveinar eisini skeivir? „Men tit, hvønn siga tit Meg vera?“ spurdi hann. — Luk. 9:18-20.

13 Pætur var aftur skjótur at svara. Djarvur setti hann orð á tað, sum nógvir av teimum hjástøddu hugsaðu innast inni. „Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!“ segði hann. Vit kunnu ímynda okkum, at Jesus við einum smíli vísti Pæturi sín tokka og rósti honum fyri svar hansara. Jesus minti Pætur á, at tað var Jehova Gud — og ikki eitt menniskja — sum hevði opinberað henda týðandi sannleikan, soleiðis at hann var lættur at skilja hjá teimum, ið høvdu sanna trúgv. Pætur hevði lært at skilja ein av teimum størstu sannleikunum, sum Jehova hevði opinberað inntil tá — at Jesus var hin lovaði Messias, ella Kristus! — Les Matteus 16:16, 17.

14. Hvørji týðandi forrættindi gav Jesus Pæturi?

14 Kristus var tann, sum gomul profeti umrøddi sum ein stein, ið byggimeistararnir fóru at vraka. (Sl. 118:22; Luk. 20:17) Jesus vísti til slíkar profetiir, tá ið hann boðaði frá, at Jehova fór at stovna eina samkomu á hesum sama steini, ella kletti, hvørs samleika Pætur júst hevði eyðmerkt. Síðani gav hann Pæturi nøkur sera týðandi forrættindi í hesi samkomuni. Hann gav ikki Pæturi eina serstøðu fram um hinar ápostlarnar, sum nøkur vilja vera við, men hann gav honum nakrar ábyrgdaruppgávur. Hann gav honum „lyklar Himmiríkis“. (Matt. 16:18, 19) Pætur fekk framíhjárættin at lata dyrnar upp fyri trimum ymiskum bólkum av menniskjum, so tey fingu vón um at sleppa inn í Guds ríki — í fyrsta lagi fyri jødum, síðani fyri samverjum og at enda fyri heidningum, ella ikki-jødum.

15. Hví hevði Pætur at Jesusi, og hvat segði hann við Jesus?

15 Jesus segði tó seinni, at tey, sum fáa nógv litið upp í hendur, eisini skulu standa til svars fyri nógvum, og Pætur var ein av hesum. (Luk. 12:48) Jesus helt fram at avdúka týðandi sannleikar um Messias, eitt nú at hann við vissu skuldi líða og doyggja í Jerusalem. Hetta dámdi Pæturi als ikki at hoyra. Hann tók Jesus burturfrá, hevði at honum og segði: „Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!“ — Matt. 16:21, 22.

16. Hvussu hevði Jesus at Pæturi, og hvat kunnu vit øll læra av tí, Jesus segði?

16 Pætur helt seg hjálpa Jesusi, og tí kom svarið helst óvart á hann. Jesus vendi Pæturi bakið og hugdi at hinum lærisveinunum — sum ivaleyst høvdu hugsað nakað tað sama — og segði: „Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!“ (Matt. 16:23; Mark. 8:32, 33) Vit kunnu øll læra av tí, Jesus segði. Tað er bert alt ov lætt at lata menniskjans hugsanir fáa størri týdning enn Guds hugsanir. Gera vit tað, sjálvt um vit meina tað væl, kunnu vit av misgáum koma at ganga ørindi Satans, heldur enn Guds. Men hvussu ávirkaði hetta Pætur?

17. Hvat meinti Jesus, tá ið hann bað Pætur ’víkja aftur um’ seg?

17 Pætur visti uttan iva, at Jesus ikki bókstaviliga meinti, at hann var Satan Djevulin. Jesus segði jú heldur ikki tað sama við Pætur, sum hann hevði sagt við Satan. Við Satan segði hann: „Far burt!“ men við Pætur segði hann: „Vík aftur um Meg!“ (Matt. 4:10) Jesus vrakaði ikki ápostulin, sum hann sá so nógv gott í, men hann hevði rætt og slætt at honum, tí hann í hesum førinum fór skeivur. Tað er ikki torført at skilja, at Pætur, í staðin fyri at vera Meistara sínum ein snávingarsteinur, aftur skuldi fylgja honum sum ein trúfastur lærisveinur.

Vit kunnu bert halda fram at nærkast Jesusi Kristi og Faðir hansara, Jehova Gudi, um vit eyðmjúk taka við leiðbeining og læra av henni

18. Hvussu vísti Pætur trúfesti, og hvussu kunnu vit taka eftir honum?

18 Mutaði Pætur ímóti, gjørdist hann illur ella fekk hann gron? Nei, hann tók eyðmjúkur ímóti rættleiðingini. Soleiðis vísti hann enn einaferð trúfesti. Øll, sum fylgja Kristusi, hava tørv á rættleiðing av og á. Vit kunnu bert halda fram at nærkast Jesusi Kristi og Faðir hansara, Jehova Gudi, um vit eyðmjúk taka við leiðbeining og læra av henni. — Les Orðtøkini 4:13.

Pætur var trúfastur, eisini tá ið hann varð rættleiddur

Signaður fyri trúfesti

19. Hvat óvæntað segði Jesus, og hvat hugsaði Pætur kanska?

19 Skjótt segði Jesus aftur nakað óvæntað: „Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja Menniskjasonin koma í ríki Sínum.“ (Matt. 16:28) Hesi orðini gjørdu uttan iva Pætur forvitnan. Hvat kundi Jesus meina við? Kanska hugsaði Pætur, at hvassa rættleiðingin, hann júst hevði fingið, bar í sær, at hann ikki fór at fáa slík forrættindi.

20, 21. (a) Lýs sjónina, sum Pætur sá. (b) Hvussu var samrøðan í sjónini við til at rættleiða Pætur?

20 Umleið eina viku seinni tók Jesus kortini Jákup, Jóhannes og Pætur við sær niðan á eitt „høgt fjall“ — møguliga Hermonsfjall, sum bert lá nakrar fáar kilometrar burtur. Tað var helst á náttartíð, tí teir tríggir menninir stríddust fyri ikki at sovna. Men meðan Jesus bað, hendi nakað, sum gjørdi teir klárvaknar. — Matt. 17:1; Luk. 9:28, 29, 32.

21 Jesus umbroyttist fyri eygum teirra. Andlit hansara tók at skína, at glógva, og gjørdist so bjart sum sólin. Klæði hansara vórðu eisini hvít og skyggjandi. Síðani komu tveir menn til sjóndar saman við Jesusi, annar líktist Mósesi og hin Eliasi. Teir talaðu við Jesus um „burturferð Hansara, sum Hann skuldi fullføra í Jerúsalem“ — eyðsæð um deyða og uppreisn hansara. Nú var púra greitt, at Pætur var farin skeivur, tá ið hann noktaði at trúgva, at Jesus skuldi líða og doyggja. — Luk. 9:30, 31.

22, 23. (a) Hvussu vísti Pætur, at hann bæði var eldhugaður og hjartagóður? (b) Hvørja aðra signing fingu Pætur, Jákup og Jóhannes ta náttina?

22 Pætur kendi seg onkursvegna eggjaðan til at taka lut í hesi einastandandi sjónini — og kanska leingja hana. Tað tóktist, sum Móses og Elias vóru um at fara frá Jesusi. Tí segði Pætur: „Meistari! Her er okkum gott at vera; lat okkum gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein!“ Hesir menninir í sjónini, sum líktust tveimum av tænarum Jehova, ið fyri langari tíð síðani vóru deyðir, høvdu sjálvsagt ikki tørv á nøkrum bústøðum. Pætur hugsaði seg ikki um, áðrenn hann talaði. Men dámar tær kortini ikki henda eldhugaða og hjartagóða mannin? — Luk. 9:33.

Saman við Jákupi og Jóhannesi sá Pætur eina einastandandi sjón

23 Pætur, Jákup og Jóhannes fingu eina signing aftrat hesa náttina. Eitt skýggj skuggaði yvir teir á fjallinum. Úr tí hoyrdist ein rødd — røddin á Jehova Gudi! Hann segði: „Hesin er Sonur Mín, hin útvaldi — hoyrið Hann!“ Síðani var sjónin av, og teir vóru einsamallir eftir á fjallinum saman við Jesusi. — Luk. 9:34-36.

24. (a) Hvussu gagnaði sjónin Pæturi? (b) Hvussu kann sjónin gagna okkum í dag?

24 Henda sjónin var av sonnum ein dýrabar gáva til Pætur — og til okkara! Áratíggju seinni skrivaði hann um heiðurin, ið varð vístur honum ta náttina, hann slapp at síggja Jesus sum ein dýrdarmiklan himmalskan kong og vera „eygnavitni til hátign Hansara“. Sjónin staðfesti nógvar profetiir í Guds orði og styrkti Pætur í trúnni, so hann varð førur fyri at klára tær royndirnar, sum lógu fyri framman. (Les Seinna bræv Pæturs 1:16-19.) Hon kann hava somu ávirkan á okkum, um vit, eins og Pætur, altíð eru trúføst móti tí harranum, sum Jehova hevur sett yvir okkum, taka við vegleiðingini og rættleiðingini, sum hann gevur, og eyðmjúk fylgja honum dag eftir dag.

^ par. 6 Tað sæst, hvussu vinglut fólkini í sýnagoguni vóru, tá ið vit samanbera ávirkanina av tí, Jesus segði henda dagin, við tað, at tey so seint sum dagin fyri eldhugað høvdu sagt, at hann var profetur Guds. — Jóh. 6:14.

^ par. 11 Teir byrjaðu ferð sína frá strondini við Galileavatn, sum liggur umleið 210 metrar undir sjóvarmálanum. Tá ið teir høvdu gingið 50 kilometrar gjøgnum sera vøkur landsløg, vóru teir 350 metrar yvir sjóvarmálanum.