12. PARTUR

Hvussu fært tú eitt gott familjulív?

Hvussu fært tú eitt gott familjulív?

Kærleiki er lykilin til eitt gott familjulív. Efesusbrævið 5:33

Gud vil, at hjúnabandið bara skal vera millum ein mann og eina kvinnu.

Ein góður maður hugsar um konu sína og hevur umsorgan fyri henni.

Ein kona eigur at samstarva við mann sín.

Børn skulu akta foreldrini.

Ver góður og trúgvur, ikki óndur og trúleysur. Kolossebrævið 3:5, 8-10

Gud sigur, at maðurin skal elska konu sína sum sítt egna likam, og at konan skal hava djúpa virðing fyri manni sínum.

Kynsligt samband uttan fyri hjúnalagið er skeivt. Fleirkonuhjúnalag er eisini skeivt.

Bíblian lærir familjur, hvussu tær verða lukkuligar.