Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 8. partur

Vegurin aftur til eitt gott lív

Vegurin aftur til eitt gott lív

HÓAST lívið gjørdist tómt og innihaldsleyst, nú menniskjuni høvdu gjørt uppreistur ímóti yvirræði Guds, slepti hann ikki teimum upp á fjall. Bíblian greiðir frá: „Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana, í vón um at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.“ (Rómbrævið 8:20, 21) Ja, Gud gav eftirkomarunum hjá teimum báðum fyrstu menniskjunum vón — eina trygga vón um at sleppa undan syndini og deyðanum, sum øll fingu í arv. Tey kundu aftur fáa tætt samband við Jehova Gud. Hvussu?

Gud gav menniskjunum vón um at verða loyst úr trældómi undir synd og deyða

2 Tá Ádam og Eva syndaðu, tóku tey útlitini til eitt ævigt og meiningarfult lív á jørðini frá eftirkomarum sínum. Tá tey valdu sjálvi at avgera, hvat ið var gott og ilt, seldu tey at kalla alla komandi ætt sína til trældóm undir synd og deyða. Eftirkomarar teirra kunnu samanberast við trælir, ið verða hildnir fangar á eini fjarskotnari oyggj, sum grummir stjórnarharrar hava valdið á. Ja, deyðin hevur veruliga valdað sum kongur yvir mannaættini, ið eisini hevur trælað undir einum øðrum kongi — syndini. (Rómbrævið 5:14, 21) Eingin tykist vilja bjarga henni. Tað var jú ættarfaðirin sjálvur, ið seldi tey sum trælir! Men so sendir ein vælgerari son sín, ið letur alt gjaldið, ið krevst til at geva øllum trælunum frælsi. — Sálmur 51:7; 146:4; Rómbrævið 8:2.

3 Í hesi myndini umboðar maðurin, ið bjargaði trælunum, Jehova Gud. Sonurin, sum læt loysigjaldið, er Jesus Kristus. Hann var til sum einborni sonur Guds, áðrenn hann gjørdist menniskja. (Jóhannes 3:16) Hann var allarfyrsti skapningur Guds, og allir aðrir skapningar í alheiminum vórðu til við honum. (Kolossebrævið 1:15, 16) Á undurfullan hátt flutti  Jehova lívið hjá hesum andaliga soninum til móðurlívið hjá einari moyggj, soleiðis at barnið kundi verða føtt sum eitt fullkomið menniskja, ið var tað gjaldið, sum guddómliga rættvísin kravdi. — Lukas 1:26-31, 34, 35.

4 Tá Jesus var um 30 ára gamal, varð hann doyptur í Jordanánni. Við dópin varð hann salvaður við heilagum anda, ella virksomu kraft Guds. Soleiðis gjørdist hann Kristus, sum merkir „hin salvaði“. (Lukas 3:21, 22) Tænasta Jesusar á jørðini vardi hálvtfjórða ár. Hesi árini lærdi hann lærisveinar sínar um „ríki Guds“, stjórnina, sum ræður í himli, og sum tryggjar, at menniskjuni aftur fáa  friðsælt samband við Jehova Gud. (Lukas 4:43; Matteus 4:17) Jesus visti, hvussu menniskjuni kundu fáa eitt gott lív, og hann gav lærisveinum sínum neyvar leiðreglur viðvíkjandi lukku. Hví ikki blaða Bíbliuna upp á Matteusevangeliið, kapitlini 5 til 7, og lesa okkurt av tí, sum hann segði í Fjallataluni?

Hevði tú ikki verið honum sera takksamur, ið loysti teg úr trældómi?

5 Mótsett Ádami var Jesus Gudi lýðin í øllum. Hann „gjørdi ikki synd“. (1 Pætur 2:22; Hebrearabrævið 7:26) Í grundini átti hann tí rættin at liva á jørðini í allar ævir, men hann ’gav lív sítt’ fyri at gjalda Gudi aftur tað, sum Ádam hevði kastað frá sær. Á pínslutrænum gav Jesus frá sær lívið sum fullkomið menniskja. (Jóhannes 10:17; 19:17, 18, 28-30; Rómbrævið 5:19, 21; Filippibrævið 2:8) Á henda hátt útvegaði Jesus loysigjaldið. Hann læt tað gjaldið, sum kravdist til at loysa mannaættina úr trældóminum undir syndini til deyða. (Matteus 20:28) Hugsa tær, um tú sjálvur knossaðist sum trælur á einari verksmiðju. Hevði tú ikki verið honum ómetaliga takksamur, sum tók stig til at bjarga tær burtur úr trældóminum, og eisini honum, sum sjálvboðin ofraði lív sítt fyri teg? Við endurloysingini varð slóðað fyri, at vit kunnu koma upp í aftur alheims familjuna hjá Gudi og fáa eitt veruliga nøktandi lív, bjargað úr trældóminum undir synd og deyða. — 2 Korintbræv 5:14, 15.

6 At vit kenna og virðismeta hesa náði frá Jehova, gevur okkum uppaftur størri orsøk til at fylgja bíbilsku vísdómsorðunum í okkara egna lívi. Tak til dømis eina av teimum meginreglunum, sum eru torførast at fylgja — nevniliga regluna um at fyrigeva øðrum, tá tey hava syndað ímóti okkum. Minnist tú orðini í Kolossebrævinum, kapittul 3, ørindi 12 til 14, sum vórðu nevnd í 2. parti? Tey ørindini eggjaðu okkum til at fyrigeva øðrum, hóast vit hava orsøk til klagu móti teimum. Samanhangið sigur hví: „Sum [Jehova] hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.“ Tá vit veruliga skilja og virðismeta tað, sum Jehova og Jesus Kristus hava gjørt fyri mannaættina, verða vit eggjað til at fyrigeva øðrum, hvat tey so hava gjørt, serstakliga um tey angra og biðja um umbering.