Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 2. partur

Ráð, ið kunnu hjálpa okkum at fáa eitt gott lív

Ráð, ið kunnu hjálpa okkum at fáa eitt gott lív

HVAT gert tú, tá onkur trupulleiki stingur seg upp? Kanska tosar tú við ein vin, sum er góður í ráðum, ella ein royndan ráðgeva. Ella tú fert sjálvur at kanna málið, eitt nú á einum bókasavni. Onkuntíð leitar tú helst eisini aftur til „ommuvísdómin“, sum nakrir eysturlendingar taka til — tú spyrt tey eldru og lærir av teirra drúgvu royndum. Hvørja mannagongd tú so velur, eigur tú at lurta eftir vísdómsorðum, sum kunnu hjálpa tær at loysa trupulleikan. Her koma nøkur dømi um hent ráð, ið eru komin væl við hjá nógvum.

„Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga“

2 Familjulív: Nógv foreldur stúra fyri at ala børn síni upp í einum heimi, sum er fullur av skaðiligum árini. Kanska kunnu hesi ráðini hjálpa: „Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.“ 1 Í uppvøkstrinum tørvar børnunum „leiðina“, eitt reglusett at halda seg til. Fleiri og fleiri serfrøðingar hava ásannað, hvussu stóran týdning tað hevur, at børn fáa gagnligar leiðreglur. Tey kenna seg trygg, tá foreldrini geva teimum skilagóðar reglur at ganga eftir. Sagt verður eisini: „Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.“ 2 Orðið „koyril“ vísir til foreldramyndugleikan, sum skal útinnast í kærleika og forða fyri, at børnini koma illa fyri. At nýta henda myndugleikan merkir ikki á nakran hátt at fara illa við børnunum. Foreldur fáa hesi ráð: „Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!“ 3

„Tó skal ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan“

3 Góð viðurskifti millum mann og konu er støðið undir einum eydnuríkum familjulívi. Hvat krevst fyri at fáa slík viðurskifti? „Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.“ 4 Kærleiki og virðing eru við til at fáa familjulívið at virka. Ráðini omanfyri nytta einki uttan eitt gott samskifti, tí „verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir“. 5 Skulu vit fremja eitt gott samskifti, mugu vit hugsa um kenslurnar hjá hjúnafelaganum og royna at fáa skil á, hvat hann ella hon veruliga meinar. Vit skulu minnast til, at „ráð í hjarta mansins [ella kvinnunnar] eru djúp vøtn; men vitigur maður [ella kvinna] dregur tey upp“. 6

Ver positivur og tak stig til at menna tað góða sambandið við onnur

4 Nógv eldri kenna seg ógvuliga einsamøll á gamalsaldri. Børnini geva sær ikki far um tey, heldur ikki í londum har tað fyrr var vanligt at hava stóra virðing fyri teimum eldru. Kanska áttu børnini at hugsað um hesi skilagóðu orðini: „Ær faðir tín og móður tína!“ 7 „Vanvirð ikki móður tína, táið hon er vorðin gomul!“ 8 „Tann, ið fer illa við faðir sínum, og koyrir móður sína út, er ringur, skammleysur sonur.“ 9 Foreldur, sum eru nakað við aldur, mugu hinvegin vera positiv og sjálvi taka stig til at menna tað góða sambandið við onnur. „Hin eginsinti gongur bert eftir sínum egna hugi; hann ilskast at øllum vísum ráðum.“ 10

5 Rúsdrekka: Tað er satt, at „vínið ger lívið glatt“, 11 og at tann, ið smakkar sær á, kanska „gloymir armóð sína og minnist ikki møði sína longur“. 12 Men minst til, at „vín er spottari, sterkur drykkur heldur gang; tann, ið sløðrar av tí, verður ikki vísur“. 13 Hugsa um tað, ið hendir, tá fólk gera ov nógv av: „At endanum bítur tað [vínið] sum ormur og høggur sum høggormur; eygu tíni fara at hyggja eftir fremmandum kvinnum, og hjarta títt fer at tala tað, ið rangvørt er. . . . ’Táið eg einaferð vakni, leiti eg aftur til vínið!’“ 14 At nýta rúsdrekka við hógv kann koma væl við, men tað má ongantíð misnýtast.

6 Pengaviðurskifti: Í summum førum kunnu vit sleppa undan pengatrupulleikum við at brúka pengarnar við skili. Legg til merkis ráðini: „Ver ikki ein av teimum, sum fylla seg av víni og kjøti! Tí drykkjumaður og átari armast út, og svøvnur klæðir mannin í spjarrar.“ 15 Tann, ið heldur seg frá drykkjuskapi, rúsevnismisnýtslu og pengaspæli, kann við pengunum, sum hann sparir, syrgja betur fyri familjuni hjá sær. Men nógv duga illa at húsast og stríðast, sum frá líður, fyri bara at fáa goldið skuldina. Ja, summi fara enntá út at læna fyri at svara renturnar av einum øðrum láni. Tað hjálpir at leggja sær hesi vísdómsorðini í geyma: „Tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, verður mettaður av armóð.“ 16 Vit kundu spurt okkum sjálvi: ’Tørvar mær veruliga tað, sum eg havi hug at keypa? Hvussu nógv endar ikki í skápinum eftir at hava verið brúkt nakrar fáar ferðir?’ Ein blaðstjóri skrivaði: „Tørvur menniskjans er lítil — ynskini harafturímóti, óendalig.“ Hoyr hesi klóku orðini: „Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani. Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið. . . . Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd . . . hava [nøkur] gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.“ 17

7 Nógvir pengatrupulleikar kunnu loysast við arbeiðssemi. „Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur! . . . ’Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!’ — Sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg!“ 18 Umhyggin ráðlegging og ein realistisk fíggjarætlan kunnu eisini hjálpa: „Hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!“ 19

„Sært tú mann, sum er skjótur í arbeiði sínum?“

8 Men um vit nú ikki kunnu gera við, at vit eru fátøk? Til dømis kann fíggjarligt rumbul vera orsøkin til, at vit missa arbeiðið og einki annað finna, hóast vit leita og eru fús at átaka okkum strævið arbeiði. Ella kanska búgva vit í einum landi, har tey flestu liva undir fátækramarkinum. Hvat er so at gera? „At vera í vísdómsskugga er sum at vera í peningaskugga; men kunnskapurin hevur tað framum, at vísdómurin heldur honum á lívi, sum eigur hann.“ 20 Gev eisini gætur eftir hesum ráðunum: „Sært tú mann, sum er skjótur í arbeiði sínum — hann skal koma at tæna kongum.“ 21 Kunnu vit kanska læra okkurt, sum ger tað lættari at fáa arbeiði?

„Gevið, so skal tykkum verða givið“

9 Fylgjandi ráðini kunnu kanska ljóða sjálvmótsigandi, men tey virka í royndum: „Gevið, so skal tykkum verða givið — . . . Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“ 22 Hetta merkir ikki, at vit skulu geva í vón um at fáa nakað afturfyri. Nei, ráðini snúgva seg um at menna eitt gávumilt lyndi: „Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.“ 23 Við at geva øðrum burturav í trongum tíðum fremja vit gávumildi, sum at enda kann koma okkum sjálvum at gagni.

10 Sambandið við onnur: Ein skilagóður kongur legði hetta til merkis: „Og eg sá, at alt strev og allur dugnaskapur í arbeiði er einki annað, enn at ein øvundar annan. — eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.“ 24 Øvundsjúka hevur fingið nógv menniskju at bera seg býttisliga at. Ein maður frættir kanska, at grannin hevur fingið eitt 32-tumma sjónvarp, og fer beint út at keypa sær eitt 36-tumma, hóast tann gamli 28-tumma skermurin er ivaleysa góður. Slík øvundsjúka er so avgjørt fáfongd. Tað er sum eftirsókn eftir vindi — tú tuskar higar og hagar og fært einki burturúr. Heldur tú ikki?

Hvussu fáa vit tamarhald á vreiðini?

11 Eru vit firtin um okkurt, sum ein annar hevur sagt, kunnu vit hugsa um hesi ráðini: „Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!“ 25 Í summum førum kunnu vit sjálvandi verða ill av góðum grundum. „Verða tit ill,“ skrivaði ein høvundur í forðum, „so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara.“ 26 Men hvussu fáa vit tamarhald á vreiðini, ið sum vitiligt kann vera ógvuliga sterk? „Klókskapur menniskjans ger hann tolnan; tað er honum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.“ 27 Skil er tað, sum okkum tørvar. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: ’Hví bar hann seg soleiðis at? Vóru onkrar linnandi umstøður?’ Umframt skil kunnu vit eisini menna aðrar eginleikar, ið kunnu hjálpa okkum at temja vreiði. „Latið tykkum . . . í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð! Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! . . . Men yvir alt hetta — klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!“ 28 Ja, kærleiki loysir nógvar trupulleikar, sum stinga seg upp í sambandinum millum menniskju.

12 Tungan ger tað tíðum torført at varðveita tað friðarliga sambandið við onnur. Tað er púra rætt, sum sagt verður: „Men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri!“ 29 Og hesi ráðini eru verd at leggja sær í geyma: „Hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!“ 30 Vit mugu ansa eftir ikki at taka til hálvar sannleikar fyri at varðveita eitt eiti av friði. „Latið bert ’ja’ tykkara merkja ja, og ’nei’ tykkara nei; tí tað, ið fer út um hetta, er frá hinum illa.“ 31

13 Hvussu varðveita vit góð viðurskifti við onnur? Gev gætur eftir hesi meginregluni: ’Havið ikki hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!’ 32 Gera vit tað, fylgja vit Gyltu Regluni, sum nógv nevna hana: „Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.“ 33

14 Strongd: Hvussu varðveita vit kensluligu javnvágina í hesum strongda heimi? „Glatt hjarta ger andlitið ljóst, men hjartasorg brýtur mótið.“ 34 Men vit kunnu lættliga missa lívsgleðina, um vit varnast, at onnur einki leggja í tað, sum vit halda vera rætt. Tá er gott at minnast orðini: „Ver ikki ov rættvísur, og ber teg ikki at, sum tú hevði verið so ovurhonds vísur! — Hví vilt tú forkoma tær sjálvum?“ 35 Stúranir í gerandislívinum kunnu eisini tyngja okkum. Hvat er so til ráða at taka? Minst til hetta: „Hjartasorg nívir til jarðar, men blídligt orð gleðir.“ 36 Vit kunnu hugleiða um ’blídlig orð’ — orð, ið geva okkum áræði. Ja, í veruleikanum er tað heilsufremjandi at hava positiva áskoðan, eisini hóast umstøðurnar eru vánaligar: „Glatt hjarta gevur góða heilsubót.“ 37 Verða vit kedd, tí onnur ikki tykjast at leggja nakað í okkum, kunnu vit royna hesa uppskriftina: „Sælari er at geva enn at fáa.“ 38 Við einum positivum hugburði, klára vit betur at standa ímóti dagligu strongdini.

15 Heldur tú, at vísdómsorðini omanfyri kunnu vera okkum, sum liva nú í 21. øldini, til nakra nyttu? Tey koma í veruleikanum úr eini avgamlari bók, nevniliga Bíbliuni. Men hví taka Bíbliuna fram um aðrar vísdómskeldur, tá okkum tørvar leiðbeining? Millum annað tí meginreglurnar í Bíbliuni hava staðið tíðarroyndina. Latið okkum taka tey bæði Yasuhiro og Kayoko úr Japan sum dømi. Tey vóru íðin í kvinnufrígeringarrørsluni og giftust bara, tí Kayoko gjørdist við barn, og Yasuhiro var pápin. Men av tí at tey fingu fíggjartrupulleikar og ikki hildu seg hóska saman, skildust tey skjótt aftur. Uttan at vita hvør av øðrum fóru bæði at lesa Bíbliuna við Jehova Vitnum. Tey varnaðust bæði, sum frá leið, týðandi broytingar í lívinum hjá hinum og gjørdu av at giftast uppaftur. Lív teirra er ikki uttan trupulleikar, men nú hava tey Bíbliunnar meginreglur at liva eftir, og bæði gera sær ómak at loysa trupulleikarnar. Hjá Jehova Vitnum ber til at síggja, hvussu góð úrslitini eru, tá fólk liva eftir bíbilsku meginreglunum. Hví ikki fara á okkurt møti hjá teimum, so tú lærir nøkur fólk at kenna, ið royna at liva eftir Bíbliuni?

16 Ráðini, ið standa nevnd í tí undanfarna, eru bert nøkur fá dømi tikin úr ótømandi goymsluni av praktiskum vísdómi, sum vit finna í Bíbliuni. Tá Jehova Vitni nýta bíbilskar meginreglur í lívi sínum, er tað av góðum grundum. Hví ikki kanna orsøkirnar og læra nakað grundleggjandi um Bíbliuna?