Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 6. partur

Hví skapti Jehova okkum?

Sálomon kongur kannaði spurningin um meiningina við lívinum

Hví skapti Jehova okkum?

HVØNN týdning fær tað fyri teg, at tú lærir Jehova at kenna? Til dømis at tú fært svarað einum spurningi, sum hevur volt milliardum av menniskjum høvuðbrýggj: ’Hví eri eg til?’ Kanska hevur tú av og á eisini sjálvur sett tann spurningin. Ein klókur kongur, sum í tíð síni var ríkari ’enn allir kongar á jørðini’, tók sær fyri at kanna henda spurningin um meiningina við lívinum. (2 Krønikubók 9:22; Prædikarin 2:1-13) Kongurin var Sálomon, ið hevði stórt vald, ómetaligt ríkidømi og einastandandi vísdóm. Hvat spurdist burtur úr kanningum hansara? „Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.“ (Prædikarin 12:13) Av tí at Sálomon hevði drúgvari royndir enn tey flestu, er niðurstøðan hjá honum ið hvussu er verd at taka til umhugsanar. — Prædikarin 2:12.

2 Óttin, sum Sálomon sipaði til, er eingin sjúkligur ótti fyri onkrari ókendari andamakt. Nei, talan er um ein sunnan ótta fyri at særa ein, sum tú ert ógvuliga góður við. Tá tú veruliga elskar onkran, hevur tú altíð hug at gera tað, sum gleðir hann, og lata vera við tí, sum kundi sært hann. So við og við sum tú fært størri kærleika til Jehova, fert tú at kenna tað sama fyri honum.

3 Tá tú lesur í Bíbliuni, lærir tú, hvat Skapara okkara dámar og ikki dámar, og tú fært at vita, hvørja ætlan hann hevði við at skapa jørðina. Tá Bíblian sigur, at Jehova er tann, ið „virkaði jørðina og gjørdi hana“, sigur hon eisini, at hann „grundfesti hana — ikki til at liggja í oyði, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana“. (Esaias 45:18) Jehova skipaði okkara gongustjørnu soleiðis, at hon kundi vera bústaður hjá menniskjum, ið skuldu ansa eftir jørðini og øllum skapningunum á henni. (1 Mósebók 1:28) Men var hetta einasta orsøkin til, at Jehova skapti menniskjuni — at tey skuldu ansa eftir jørðini?

Ádam og Eva høvdu meiningarfult samband við Gud

4 Nei, hann miðaði hægri enn so. Fyrsti maðurin, Ádam, hevði meiningarfult samband við Jehova. Ádam kundi samskifta beinleiðis við Skaparan. Hann var bæði førur fyri at hoyra tað, sum Gud segði við hann, og sjálvur at siga Jehova frá hugsanum sínum. (1 Mósebók 1:28-30; 3:8-13, 16-19; Ápostlasøgan 17:26-28) Tí lá óføra væl fyri hjá Ádami og konu hansara, Evu, at læra Jehova betur at kenna og menna inniligari samband við hann. Tey kundu havt eitt gott lív, um tey lærdu Jehova at kenna og tóku eftir honum, tí hann er ’hin sæli Gud’. (1 Timoteus 1:11) Sum Gud, ið „ríkliga gevur okkum alt at njóta“, setti Jehova tey bæði fyrstu menniskjuni í eitt paradís, sum nevndist Edens urtagarður, við útliti til at liva í allar ævir. — 1 Timoteus 6:17; 1 Mósebók 2:8, 9, 16, 17.

Hvat vísa nýggj kanningarúrslit viðvíkjandi mannakyknuni?

5 Liva í allar ævir? Tú heldur kanska hugsanina um ævigt lív vera burtur úr vón og viti, men er hon tað? Vísindafólk halda seg nú vita, hví kyknurnar eldast. Ytst á kromosomunum sita smá petti av genetiskum tilfari, sum nevnist telomer. Tey virka næstan sum tað lítla hylkið, ið verjir endarnar á einum lissum, men tey styttast hvørja ferð, ein kykna býtir seg sundur. Tá kyknur hava býtt seg sundur 50 til 100 ferðir, er einki telomer eftir, og so halda tær flestu kyknurnar uppat at býta seg sundur. Nýggjar vísindaligar kanningar benda kortini á, at mannakyknur við einum ensymi, ið nevnist telomerasa, kunnu halda fram at býta seg sundur óavmarkað. Hóast hesar uppdagingarnar ikki merkja, at Jehova ger ævigt lív møguligt við hesum ávísa ensyminum, vísa tær kortini eitt: Hugsanin um ævigt lív er avgjørt ikki burtur úr vón og viti!

6 Ja, frásøgan í Bíbliuni, sum vísir, at tey bæði fyrstu menniskjuni vórðu skapt at liva í allar ævir, er trúlig. Ætlanin var, at menniskjuni skuldu menna sambandið við Jehova í allar ævir. Tey skuldu knýta sterk bond til Faðir sín í himli, fáa fult innlit í ætlanir hansara viðvíkjandi menniskjunum á jørðini og fremja tær. Lívið skuldi ikki bara vera stríð og strev hjá teimum. Ádam og Eva høvdu tann undurfulla møguleikan at fylla jørðina við eydnusomum, fullkomnum avkomi. Tey kundu havt eitt frálíkt og meiningarfult arbeiði í allar ævir. Tað hevði veruliga verið eitt gott lív! — 1 Mósebók 1:28.