UPPÍSKOYTI 1
Sannleikar, sum okkum dámar at tosa um
Jesus segði, at sannhjartað menniskju skuldu vita, at tað var sannleikin, tá ið tey hoyrdu um hann. (Jóh. 10:4, 27) So tá ið vit tosa við fólk, vilja vit gjarna fortelja teimum ein bíbilskan sannleika. Tú kundi kanska komið inn upp á ein av sannleikunum, sum standa her, við heilt einfalt at siga: „Visti tú, at …?“ ella: „Hevur tú nakrantíð hoyrt, at …?“ Aftaná kanst tú vísa eitt ella fleiri bíbliuørindi um tann sannleikan. Ein einfaldur sannleiki kann sáa eitt lítið fræ í hjartað, og so kann Gud fáa tað at vaksa. – 1. Kor. 3:6, 7.
FRAMTÍÐIN
-
1. Alt tað keðiliga, sum hendir í heiminum í dag, vísir, at ein stór broyting er á veg. – Matt. 24:3, 7, 8; Luk. 21:10, 11; 2. Tim. 3:1-5.
-
2. Jørðin verður ongantíð oyðiløgd. – Slm. 104:5; Præd. 1:4.
-
3. Eingin dálking verður meira, og jørðin verður eitt paradís. – Es. 35:1, 2; Opinb. 11:18.
-
4. Øll fara at hava góða heilsu. – Es. 33:24; 35:5, 6.
-
5. Vit kunnu fáa ævigt lív á jørðini. – Slm. 37:29; Matt. 5:5.
FAMILJA
-
6. Ein maður skal „elska konu sína sum seg sjálvan“. – Ef. 5:33; Kol. 3:19.
-
7. Ein kona skal „vísa manninum virðing“. – Ef. 5:33; Kol. 3:18.
-
8. Maður og kona mugu vera trúgv móti hvørjum øðrum. – Mal. 2:16; Matt. 19:4-6, 9; Hebr. 13:4.
-
9. Tað er gott fyri børn at virða og akta síni foreldur. – Orðt. 1:8, 9; Ef. 6:1-3.
GUD
-
10. Gud hevur eitt navn. – Slm. 83:19; Jer. 10:10. a
-
11. Gud samskiftir við okkum. – 2. Tim. 3:16, 17; 2. Pæt. 1:20, 21.
-
12. Gud ger ikki mannamun. – 5. Mós. 10:17; Áps. 10:34, 35.
-
13. Gud vil fegin hjálpa okkum. – Slm. 46:2; 145:18, 19.
BØN
-
14. Gud vil, at vit skulu biðja til hansara. – Slm. 62:9; 65:3; 1. Pæt. 5:7.
-
15. Tað stendur í Bíbliuni, hvussu vit skulu biðja. – Matt. 6:7-13; Luk. 11:1-4.
-
16. Gud vil, at vit skulu biðja ofta. – Matt. 7:7, 8; 1. Tess. 5:17.
JESUS
-
17. Jesus var ein góður lærari, og ráðini, hann gav, rigga altíð. – Matt. 6:14, 15, 34; 7:12.
-
18. Jesus segði, hvat skuldi henda á okkara døgum. – Matt. 24:3, 7, 8, 14; Luk. 21:10, 11.
-
19. Jesus er sonur Guds. – Matt. 16:16; Jóh. 3:16; 1. Jóh. 4:15.
-
20. Jesus er ikki hin alvaldi Gud. – Jóh. 14:28; 1. Kor. 11:3.
GUDS RÍKI
-
21. Guds ríki er ein stjórn í himli. – Dán. 2:44; 7:13, 14; Matt. 6:9, 10; Opinb. 11:15.
-
22. Guds ríki fer at koma í staðin fyri allar mannastjórnir. – Slm. 2:7-9; Dán. 2:44.
-
23. Tað er bara Guds ríki, sum kann loysa allar trupulleikarnar í heiminum. – Slm. 37:10, 11; 46:10; Es. 65:21-23.
SORG OG PÍNA
-
24. Tað er ikki Gud, sum er orsøk til sorg og pínu. – 5. Mós. 32:4; Ják. 1:13.
-
25. Tað er Satan, sum stýrir heiminum. – Luk. 4:5, 6; 1. Jóh. 5:19.
-
26. Gud sær tað, tá ið vit ikki hava tað gott, og vil gjarna hjálpa okkum. – Slm. 34:18-20; Es. 41:10, 13.
-
27. Gud fer skjótt at gera enda á sorg og pínu. – Es. 65:17; Opinb. 21:3, 4.
DEYÐIN
-
28. Tey deyðu vita einki og føla onga pínu. – Præd. 9:5; Jóh. 11:11-14.
-
29. Tey deyðu kunnu hvørki hjálpa okkum ella skaða okkum. – Slm. 146:4; Præd. 9:6, 10.
-
30. Okkara kæru fáa lívið aftur. – Job 14:13-15; Jóh. 5:28, 29; Áps. 24:15.
-
31. „Deyðin skal ikki vera longur.“ – Opinb. 21:3, 4; Es. 25:8.
ÁTRÚNAÐUR
-
32. Gudi dámar ikki allan átrúnað. – Jer. 7:11; Matt. 7:13, 14, 21-23.
-
33. Gud hatar hyklarí. – Es. 29:13; Mika 3:11; Mark. 7:6-8.
-
34. Sannur kærleiki eyðkennir sannan átrúnað. – Mika 4:3; Jóh. 13:34, 35.
a Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve, stytt Jah.“