GER LÆRISVEINAR
PARTUR 12
Ver erligur
Meginregla: „Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.“ – Orðt. 27:9.
Hvat gjørdi Jesus?
1. Hygg at VIDEONUM, ella les Markus 10:17-22, og hugsa um hesar spurningarnar:
Hvat lærir Jesus okkum?
2. Tá ið vit skulu hjálpa okkara næmingum at gera framstig, mugu vit vera fitt og blíð, tó uttan at balla tingini inn.
Ger sum Jesus
3. Hjálp næminginum at seta sær mál og røkka teimum.
-
Brúka rammuna „Mál“, sum er í hvørjum parti í bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir.
-
Hjálp næminginum at finna út av, hvat hann skal gera fyri at røkka bæði stutttíðarmálum og langtíðarmálum.
4. Royn at finna út av, hvat møguliga forðar næminginum í at gera framstig, og hjálp honum at vinna á forðingunum.
-
Viss næmingurin ikki arbeiðir fram ímóti at blíva doyptur, kanst tú spyrja teg sjálvan:
-
Hvat er tað, sum heldur honum aftur?
-
Hvussu kann eg hjálpa honum?
-
-
Tú kanst biðja Jehova hjálpa tær at vera kerligur, men eisini erligur, tá ið tú skalt tosa við næmingin um tað, sum hann noyðist at gera.
5. Viss næmingurin ikki ger framstig, mást tú gevast við lestrinum.
-
Tú kanst seta tær sjálvum hesar spurningarnar fyri at finna út av, um næmingurin ger framstig:
-
Fylgir hann tí, sum hann lærir?
-
Gongur hann á møti, og tosar hann við onnur um sannleikan?
-
Viss hann hevur studerað í eina tíð, virkar tað so sum, at hann hevur hug at blíva eitt Jehova vitni?
-
-
Viss ein næmingur ikki vil gera framstig, kanst tú …
-
spyrja hann, hvat tað er, sum heldur honum aftur.
-
upp á ein blíðan máta forklára, hví tú heldur, at tit ikki skulu studera longur.
-
fortelja honum, hvat hann má gera, viss hann vil studera aftur.
-