Fáa tey deyðu veruliga lívið aftur?
Svarar tú ...
ja?
nei?
kanska?
BÍBLIAN SIGUR
„Uppreisn verður.“ — Ápostlasøgan 24:15, umseting eftir Victor Danielsen.
HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?
Tú verður uggaður, tá ið tú missir ein kæran. — 2 Korintbræv 1:3, 4.
Tú sleppur undan at vera ovurhonds bangin fyri at doyggja. — Hebrearabrævið 2:15.
Tú fært trygga vón um aftur at vera saman við tínum kæru, sum tú hevur mist. — Jóhannes 5:28, 29.
KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?
Ja, í minsta lagi av trimum orsøkum:
Gud hevur skapt lívið. Bíblian sigur, at Jehova Gud er „kelda lívsins“. (Sálmur 36:10; Ápostlasøgan 17:24, 25) Hann, ið gav øllum livandi skapningum lív, er sjálvandi eisini førur fyri at geva teimum deyðu lívið aftur.
Gud hevur áður reist menniskju upp frá deyðum. Í Bíbliuni eru átta frásøgur um menniskju — ung, gomul, menn og kvinnur — sum fingu lívið aftur á jørðini. Summi høvdu bara verið deyð eina løtu, men ein av teimum hevði ligið í grøvini í fýra dagar! — Jóhannes 11:39-44.
Gudi leingist eftir at gera tað aftur. Jehova hatar deyðan; hann metir hann sum ein fígginda. (1 Korintbræv 15:26) Honum ’leingist’ eftir at vinna á hesum fígginda, at gera deyðan til einkis við uppreisnini. Hann gleðir seg til at reisa tey upp aftur, sum eru í hansara minni, og at síggja tey liva aftur á jørðini. — Job 14:14, 15.
HUGSA UM HETTA
Hví verða vit gomul og doyggja?
Bíblian svarar hesum spurninginum í FYRSTU MÓSEBÓK 3:17-19 og í RÓMBRÆVINUM 5:12.