Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 KAPITTUL 3

Hvat er Guds ætlan við okkum menniskjum?

Hvat er Guds ætlan við okkum menniskjum?

1. Hvat er Guds ætlan við okkum menniskjum?

GUD vil, at vit menniskju skulu hava tað gott. Hann skapti fyrsta mannin og kvinnuna, Ádam og Evu, og gav teimum eitt vakurt stað at búgva. Hann ætlaði, at tey skuldu fáa børn, gera alla jørðina til eitt paradís og taka sær av djórunum. Og hansara ætlan við menniskjunum er ikki broytt. – 1. Mósebók 1:28; 2:8, 9, 15; les endagrein 6.

2. (a) Hvussu vita vit, at Gud fer at gera tað, sum hann hevur sett sær fyri? (b) Hvørja framtíðarvón gevur Bíblian?

2 Men kunnu vit veruliga trúgva upp á, at jørðin verður eitt paradís? Jehova hevur sagt: „Eg havi upphugsað tað, og Eg skal eisini fullføra tað.“ (Esaias 46:9-11; 55:11) Ja, hann ger tað, sum hann hevur sett sær fyri, og einki kann steðga honum. Jehova hevði eina ætlan, tá ið hann skapti jørðina. Hann skapti hana „ikki til at liggja í oyði“. (Esaias 45:18) Hann vil, at menniskju skulu búgva á allari jørðini. Hvat fyri menniskju vil Gud hava at búgva her, og í hvussu langa tíð? Bíblian sigur: „Hini rættvísu [tey, sum gera Guds vilja] arva landið og búgva í tí allar ævir.“ – Sálmur 37:29; Opinberingin 21:3, 4.

3. Hvat undrast vit kanska á, tá ið vit hugsa um, hvussu heimurin sær út í dag?

3 Sum nú er, verða fólk sjúk og doyggja. Nógvastaðni kríggjast fólk og drepa hvørt annað. Og tað var  sjálvsagt ikki tað, Gud ætlaði. Hvat hendi, og hví? Tað er bara Bíblian, sum kann svara upp á tað.

EIN FÍGGINDI HJÁ GUDI

4, 5. (a) Hvør tosaði við Evu gjøgnum eina slangu? (b) Hvussu kann ein ærligur persónur blíva ein tjóvur?

4 Bíblian fortelur okkum, at Gud hevur ein fígginda, sum „kallast Djevulin og Satan“. Satan tosaði við Evu gjøgnum eina slangu í urtagarðinum Eden. (Opinberingin 12:9; 1. Mósebók 3:1) Hann fekk tað at síggja út, sum tað var slangan, sum tosaði. – Les endagrein 7.

5 Men hvar kom Satan Djevulin frá? Hvussu kundi hann vera so óndur? Skapti Gud hann soleiðis? Nei, í fyrstuni var hann ein góður eingil. Hann var faktiskt í himli, tá ið Gud skapti jørðina, men so broyttist hann og bleiv Djevulin. (Job 38:4, 7) Hvussu kundi tað lata seg gera? Hugsa um, hvussu ein ærligur persónur kann broytast og blíva ein tjóvur. Hann verður ikki føddur sum tjóvur, men fer at ynskja sær nakað, sum hann ikki hevur rætt til. Hann blívur við at hugsa um tað, og so verður ynskið bara sterkari og sterkari. Og tá ið hann fær møguleikan, stjelur hann tað, sum hann vil hava. Hann hevur altso gjørt seg sjálvan til ein tjóv. – Les Jákupsbrævið 1:13-15; les endagrein 8.

6. Hvussu broyttist ein góður eingil og bleiv ein fíggindi hjá Gudi?

6 Nakað líknandi hendi við tí einglinum, sum seinni bleiv til Djevulin. Tá ið Jehova hevði skapt Ádam og Evu, segði hann við tey, at tey skuldu fáa sær børn og ’fylla jørðina’. (1. Mósebók 1:27, 28) Hesin eingilin hugsaði kanska: ’Øll hasi fólkini kundu tilbiðið meg í staðin fyri Jehova!’ Og jú meira hann hugsaði um tað, jú meira ynskti hann sær nakað, sum Jehova  hevði rættin til. Eingilin vildi hava menniskju at tilbiðja seg. Tí leyg hann fyri Evu og lumpaði hana. (Les 1. Mósebók 3:1-5.) Soleiðis bleiv hann Satan Djevulin, ein fíggindi hjá Gudi.

7. (a) Hví doyðu Ádam og Eva? (b) Hví verða vit gomul og doyggja?

7 Ádam og Eva aktaðu ikki Gud, men ótu av fruktini. (1. Mósebók 2:17; 3:6) Tey syndaðu ímóti Jehova, og við tíðini doyðu tey, akkurát sum Jehova hevði sagt, at tey skuldu, um tey vóru ólýðin. (1. Mósebók 3:17-19) Børnini hjá Ádami og Evu blivu fødd sum syndarar og doyðu tí eisini. (Les Rómbrævið 5:12.) Tað kann lýsast við einum dømi: Ímynda tær, at tú skalt baka breyð í einum formi, sum hevur eina buklu. Breyðini, sum tú bakar í forminum, fáa somu buklu. Tá ið Ádam át av fruktini, bleiv hann ein syndari og fekk so at siga eina „buklu“. Vit eru øll hansara eftirkomarar, og tí eru vit eisini syndarar, ella hava sama brek, sum hann hevði. Og av tí at vit eru syndarar, verða vit gomul og doyggja. – Rómbrævið 3:23; les endagrein 9.

8, 9. (a) Hvat vildi Satan hava Ádam og Evu at halda? (b) Hví beindi Jehova ikki fyri Satani, Ádami og Evu beinanvegin?

8 Satan fekk Ádam og Evu at synda, og soleiðis settu tey trý seg upp ímóti Jehova. Hann vildi hava Ádam og Evu at halda, at Jehova leyg fyri teimum, at hann ikki var tann rætti at ráða yvir teimum, og at hann ikki vildi teimum tað besta. Satan segði faktiskt, at menniskju ikki hava brúk fyri Gudi, og at Ádam og Eva sjálv kundu gera av, hvat var rætt og skeivt. Hvat fór Jehova at gera? Hann kundi valt at beint fyri Satani, Ádami og Evu og soleiðis steðgað uppreistrinum. Men hevði tað prógvað, at Satan er ein lygnari? Nei, tað hevði tað ikki.

 9 Og tí beindi Jehova ikki fyri teimum trimum beinanvegin. Hann læt heldur menniskjuni sleppa at stýra sjálv í eina tíð. Tað fór at gera tað greitt, at Satan er ein lygnari, og at Jehova veit, hvat er best fyri menniskjuni. Hetta fáa vit meira at vita um í 11. kapitli. Men hvat heldur tú um avgerðina hjá Ádami og Evu? Var  tað rætt av teimum at trúgva Satani og ikki akta Gud? Jehova hevði givið Ádami og Evu so nógv. Hann gav teimum eitt fullkomið lív, eitt vakurt heim og eitt arbeiði, sum teimum dámdi. Men Satan hevði ongantíð givið teimum nakað. Hvat hevði tú gjørt, um tú vart í somu støðu sum tey?

10. Hvørja týðandi avgerð mugu vit øll taka?

10 Vit, sum liva í dag, mugu eisini taka eina avgerð, og tað er ein sera týðandi avgerð. Vit kunnu velja at akta Jehova og vera við til at prógva, at Satan er ein lygnari. Ella vit kunnu velja at akta Satan. (Sálmur 73:28; les Orðtøkini 27:11.) Tey flestu í dag akta ikki Gud. Í roynd og veru er tað ikki Gud, sum stýrir heiminum. Men um tað ikki er Gud, hvør er tað so?

HVØR STÝRIR HEIMINUM?

Hevði Satan kunnað bjóðað Jesusi øll ríkini í heiminum, um hann ikki átti tey?

11, 12. (a) Hvat fortelur tað okkum, at Satan bjóðaði Jesusi øll ríkini? (b) Hvørji bíbliuørindi vísa, at Satan stýrir heiminum?

11 Jesus visti, hvør tað er, sum stýrir heiminum. Einaferð vísti Satan honum „øll ríki heimsins og dýrd teirra“ og segði við hann: „Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“ (Matteus 4:8, 9; Lukas 4:5, 6) Hevði Satan kunnað bjóðað Jesusi øll ríkini, um hann ikki átti tey? Nei, sjálvandi ikki.

12 Tú heldur kanska, at tað ljóðar løgið, at tað er Satan, sum stýrir heiminum, tá ið tað er Jehova, hin alvaldi Gud, sum hevur skapt alt. (Opinberingin 4:11) Men Jesus segði klárt og greitt, at Satan er „høvdingin yvir hesum heimi“. (Jóhannes 12:31; 14:30; 16:11) Paulus ápostul segði um Satan Djevulin, at hann er „gudurin hjá hesum heimi“. (2. Korintbræv 4:3, 4) Og  Jóhannes ápostul skrivaði, at „allur heimurin er í valdinum hjá tí ónda“. – 1. Jóhannesarbræv 5:19, NS.

HVUSSU VERÐUR HEIMURIN HJÁ SATANI OYÐILAGDUR?

13. Hví hava vit brúk fyri einum nýggjum heimi?

13 Heimurin verður meira og meira ótryggur. Kríggj, mutur, hykl og harðskapur er allastaðni. Líkamikið hvat menniskju gera, fáa tey ikki loyst trupulleikarnar. Men skjótt fer Gud at oyðileggja henda ónda heimin í Harmageddon, sum er hansara kríggj, og lata ein nýggjan og rættvísan heim koma í staðin. – Opinberingin 16:14-16; les endagrein 10.

14. Hvønn hevur Gud valt at vera kong í sínum ríki? Hvat hevur Bíblian sagt um Jesus?

14 Jehova fer at brúka sítt himmalska ríki, ella sína stjórn, til at skapa góð viðurskifti á jørðini. Hann hevur valt Jesus at vera kong í ríkinum. Fyri fleiri túsund árum síðani segði Bíblian, at Jesus skuldi ráða sum „friðarhøvdingi“, og at hansara ríki skuldi vara í allar ævir. (Esaias 9:6, 7) Jesus lærdi sínar lærisveinar at biðja um, at hetta ríkið skuldi koma, tá ið hann segði: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ (Matteus 6:10) Í 8. kapitli fáa vit at vita, hvussu Guds ríki fer at beina fyri øllum ríkisstjórnum á jørðini. (Les Dániel 2:44.) Síðani fer Guds ríki at gera alla jørðina til eitt paradís. – Les endagrein 11.

EIN NÝGGJUR HEIMUR

15. Hvat er ’nýggja jørðin’?

15 Bíblian sigur: „Vit vænta ... nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.“ (2. Pætursbræv 3:13;  Esaias 65:17) Viðhvørt tá ið orðið „jørð“ stendur í Bíbliuni, er talan um fólkini á jørðini. (1. Mósebók 11:1) Og soleiðis er tað eisini í hesum førinum. Tann ’nýggja jørðin’ vísir til fólk, sum akta Gud og sleppa at búgva í paradísinum.

16. Hvat fer Gud at geva teimum, sum sleppa at búgva í nýggja heiminum, og hvat skulu vit gera fyri at fáa hesa gávuna?

16 Jesus segði, at tey, sum sleppa at búgva í Guds nýggja heimi, skulu fáa „ævigt lív“. (Markus 10:30) Hvat skulu vit gera fyri at fáa hesa gávuna? Tú finnur svarið við at lesa Jóhannes 3:16 og 17:3. Men hvussu fer lívið at vera í paradísinum her á jørðini? Latið okkum vita.

17, 18. Hvussu vita vit, at friður fer at vera um alla jørðina, og at vit kunnu føla okkum trygg?

17 Óndskapur, kríggj, brotsverk og harðskapur vera ikki meira. Eingi ónd fólk vera eftir á jørðini. (Sálmur 37:10, 11; Matteus 5:5) Gud fer at gera „enda á kríggi um alla jørðina“. (Sálmur 46:10; Esaias 2:4) Tá fara øll, sum búgva á jørðini, at elska Gud og akta hann. Og einki fer at órógva friðin. – Sálmur 72:7.

18 Øll føla seg trygg. Tá ið ísraelsmenn í forðum aktaðu Gud, vóru teir tryggir, tí Gud ansaði eftir teimum. (3. Mósebók 25:18, 19) Í paradísinum verða vit ikki bangin fyri nøkrum. Vit fara altíð at føla okkum trygg. – Les Esaias 32:18; Mika 4:4.

19. Hví kunnu vit vera vís í, at øll fáa nokk at eta í Guds nýggja heimi?

19 Har verður nokk av mati. „Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ (Sálmur 72:16) Jehova, „Gud okkara, signar okkum“, og ’jørðin gevur grøði’. – Sálmur 67:7.

20. Hvussu vita vit, at jørðin verður eitt paradís?

 20 Jørðin verður eitt paradís. Tá fara øll at búgva í góðum húsum við vøkrum havum. (Les Esaias 65:21-24 og Opinberingina 11:18.) Jørðin verður líka vøkur, sum urtagarðurin Eden var. Jehova fer altíð at geva okkum tað, vit hava brúk fyri. Bíblian sigur um hann: „Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.“ – Sálmur 145:16.

21. Hvussu vita vit, at friður verður millum menniskju og djór?

21 Friður verður millum menniskju og djór. Eingi djór fara longur at vera vandamikil fyri menniskju. Sjálvt smábørn kunnu føla seg trygg saman við djórum, sum eru vandamikil í dag. – Les Esaias 11:6-9; 65:25.

22. Hvat fer Jesus at gera fyri tey, sum eru sjúk?

22 Eingin verður sjúkur. Tá ið Jesus var á jørðini, grøddi hann nógv fólk. (Matteus 9:35; Markus 1:40-42; Jóhannes 5:5-9) Men sum kongur í Guds ríki fer Jesus at grøða øll. Eingin fer nakrantíð aftur at siga: „Eg eri sjúkur.“ – Esaias 33:24; 35:5, 6.

23. Hvat fer Gud at gera fyri tey, sum eru deyð?

23 Deyð fáa lívið aftur. Gud lovar at geva milliardum av menniskjum lívið aftur. „Uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.“ – Ápostlasøgan 24:15; les Jóhannes 5:28, 29.

24. Hvussu hevði tær dámt at búð í paradísinum?

24 Vit hava øll eitt val. Vit kunnu læra meira um Jehova og tæna honum ella bara gera tað, vit sjálv hava hug til. Men um vit velja at tæna Jehova, fáa vit eina fantastiska framtíð. Í næsta kapitli fáa vit meira at vita um Jesus og um, hvussu hann fer at syrgja fyri, at Guds lyfti ganga út.