UPPÍSKOYTI
Hvat er dómsdagurin?
HVUSSU hugsar tú tær dómsdagin? Nógv síggja fyri sær milliardir av sálum, sum ein fyri og onnur eftir verða settar fram fyri hásæti Guds. Har verður dómur so feldur yvir hvønn einstakan. Nøkur fáa himmalska sælu sum løn, og onnur verða dømd til æviga pínu. Men Bíblian gevur okkum eina heilt aðra mynd av hesum tíðarskeiði. Í Guds orði verður tað ikki lýst sum ein ræðandi tíð, men sum ein tíð við vón og endurreising.
Í Opinberingini 20:11, 12 lesa vit, hvussu Jóhannes ápostul greiðir frá dómsdegnum: „Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum. Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.“ Hvør er dómarin, sum verður nevndur her?
Jehova Gud er mannaættarinnar hægsti dómari. Men sjálvt dómsarbeiðið letur hann kortini einum øðrum í hendi. Sambært Ápostlasøguni 17:31 segði Paulus ápostul, at Gud „hevur ásett ein dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi — við manni, sum Hann hevur sett til tað“. Hesin tilnevndi dómarin er hin upprisni Jesus Kristus. (Jóhannes 5:22) Nær byrjar dómsdagurin? Og hvussu leingi varir hann?
Opinberingarbókin vísir, at dómsdagurin byrjar, eftir at skipan Satans er fyribeind í bardaganum á Harmageddon. * (Opinberingin 16:14, 16; 19:19–20:3) Eftir Harmageddon verða Satan og hansara illu andar hildnir fangar í eini avgrund í túsund ár. Hetta tíðarskeiðið skulu 144.000 himmalskir samarvingar vera dómarar og ráða sum „kongar við Kristusi“. (Opinberingin 14:1-3; 20:1-4; Rómbrævið 8:17) Dómsdagurin er einki løtuverk, ið bara tekur 24 tímar. Nei, hann strekkir seg yvir túsund ár.
Hetta túsund ára tíðarskeiðið skal Jesus Kristus „døma livandi og deyð“. (2 Timoteus 4:1) Tey „livandi“ sipa til ’stóra skaran’, sum kemur undan Harmageddon við lívinum. (Opinberingin 7:9-17) Jóhannes ápostul sá eisini „hini deyðu . . . standa fyri hásætinum“. Sum Jesus lovaði, skulu ’tey, sum eru í grøvunum hoyra rødd Hansara og koma fram’ í eini uppreisn. (Jóhannes 5:28, 29; Ápostlasøgan 24:15) Men á hvørjum grundarlagi verða øll hesi menniskjuni dømd?
Sambært sjónini hjá Jóhannesi ápostli ’vórðu bøkur latnar upp’, og „hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum“. Eru hesar bøkurnar yvirlit yvir tað, sum fólk áður hava gjørt? Nei, dómurin verður ikki feldur eftir tí, sum fólk gjørdu, áðrenn tey doyðu. Hvussu vita vit tað? Bíblian sigur: „Tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá synd síni.“ (Rómbrævið 6:7) Tey, sum rísa upp til lív, hava at kalla fingið vaskað talvuna reina. Bøkurnar mugu tí sipa til tær nýggju leiðreglurnar, sum Gud gevur. Bæði tey, sum koma undan Harmageddon við lívinum, og tey, sum rísa upp, mugu akta Guds boð fyri at fáa ævigt lív, eisini nýggj boð, sum Jehova kanska opinberar tey túsund árini. Einstaklingar verða altso dømdir eftir teimum gerningunum, tey gera, sum dómsdagurin líður.
Dómsdagin fáa milliardir av menniskjum fyrstu ferð høvi at læra, hvat Guds vilji er, og laga seg eftir honum. Tað merkir, at eitt stórfingið undirvísingararbeiði skal fara fram. Ja, tá „læra tey rættferð, sum á jarðarríki búgva“. (Esaias 26:9) Men ikki øll vilja laga seg eftir Guds vilja. Esaias 26:10 sigur: „Verður náði víst hinum gudleysa, lærir hann aldri rættferð; í rættvísilandi ger hann órætt og sær ikki hátign [Jehova].“ Hesi gudleysu verða dómsdagin týnd med alla. — Esaias 65:20.
Tá dómsdagurin er liðin, eru tey, sum framvegis eru á lívi, vorðin fullkomin — og sostatt „livandi“ i orðsins fullu merking. (Opinberingin 20:5) Sum dómsdagurin líður, verður mannaættin sostatt endurreist til sítt upprunaliga fullkomna støði. (1 Korintbræv 15:24-28) Og so verður endaliga royndin. Satan verður loystur úr fongsli sínum og sleppur at royna at villleiða mannaættina eina seinastu ferð. (Opinberingin 20:3, 7-10) Tey, sum standa honum ímóti, skulu tá til fulnar síggja Bíbliunnar lyfti ganga út: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ (Sálmur 37:29) Ja, dómsdagurin verður ein signing fyri øll, sum eru Gudi trúgv!
^ par. 1 Fleiri upplýsingar um Harmageddon standa í Indsigt i Den Hellige Skrift, bind 1, síða 832-833 og 1081-1082 og í Tilbed den eneste sande Gud, kapittul 20, bókum, sum Jehova Vitni hava givið út.