KAPITTUL TVEY
Bíblian — ein bók frá Gudi
-
Hvør munur er á Bíbliuni og øðrum bókum?
-
Hvussu kann Bíblian hjálpa tær at klára persónligar trupulleikar?
-
Hví kunnu vit líta á profetiirnar í Bíbliuni?
1, 2. Á hvønn hátt er Bíblian ein spennandi gáva frá Gudi?
HEVUR tú nakrantíð fingið eina serliga fína gávu frá einum góðum vini? Allarhelst vart tú ikki bara spentur og glaður, men eisini rørdur. Í veruleikanum fortelur ein gáva jú nakað um gevaran — at hann ella hon virðismetir vinalagið tykkara millum. Uttan iva vísti tú eisini, at tú vart takksamur fyri ta góðu gávuna, sum vinur tín var so umhugsin at geva tær.
2 Bíblian er ein gáva frá Gudi, sum vit kunnu vera sera takksom fyri. Henda framúrskarandi bókin gevur okkum upplýsingar, sum vit annars ikki høvdu fingið. Til dømis fortelur hon okkum um skapanina av himmalsins stjørnum, jørðini og fyrsta manninum og kvinnuni. Í Bíbliuni eru eftirfarandi meginreglur, sum kunnu hjálpa okkum at klára lívsins trupulleikar og stúranir. Hon greiðir frá, hvussu Gud fer at fremja sína ætlan og skapa betri viðurskifti her á jørðini. Bíblian er avgjørt ein spennandi gáva!
3. Hvat vísir tað um Jehova, at hann hevur givið okkum Bíbliuna, og hví fløvar tað hjartað?
3 Bíblian er eisini ein gáva, sum fløvar hjartað, tí hon sigur nakað um Gevaran, Jehova Gud. At hann gav okkum
eina slíka bók, vísir jú, at hann fegin vil hava, at vit veruliga læra hann at kenna. Ja, Bíblian kann hjálpa tær at nærkast Jehova.4. Hvussu ávirkar tað teg at hoyra um útbreiðsluna av Bíbliuni?
4 Eigur tú eina bíbliu, ert tú als ikki tann einasti. Øll Bíblian ella partar av henni eru týdd til meira enn 2300 mál, og tí kunnu stívliga 90 prosent av heimsins íbúgvum fáa gagn av henni. Hon er prentað í milliardum av eintøkum. Stívliga ein millión bíbliur verða býttar út hvørja viku! Eingin onnur bók er sum Bíblian.
5. Á hvønn hátt er Bíblian „innblást av Gudi“?
5 Hartil kemur, at Bíblian er „innblást av Gudi“. (2 Timoteus 3:16) Hvussu tá? Bíblian svarar sjálv: „Drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.“ (2 Pætur 1:21) Hetta kann lýsast við einum dømi: Ein handilsmaður fær skrivaran hjá sær at skriva eitt bræv. Í brævinum standa tankar og boð frá handilsmanninum. Tí er brævið frá honum, ikki frá skrivaranum. Somuleiðis standa Guds tankar í Bíbliuni, ikki menniskjans tankar, sjálvt um hann læt menniskju skriva teir. Øll Bíblian er tí „orð Guds“. — 1 Tessalonikabræv 2:13.
SAMLJÓÐANDI OG NÁGREINILIG
6, 7. Hví er samljóðið í Bíbliuni so merkisvert?
6 Bíblian varð skrivað í einum 1600 ára longum tíðarskeiði. Høvundarnir livdu í ymiskum tíðum og komu úr nógvum ymiskum stættum í samfelagnum. Nakrir vóru búnaðarmenn, fiskimenn og seyðamenn. Aðrir vóru profetar, dómarar og kongar. Evangelisturin Lukas var lækni. Sjálvt um høvundarnir høvdu so ymiska bakgrund, er Bíblian samljóðandi úr enda í annan. *
7 Fyrsta bókin í Bíbliuni sigur okkum, hvussu trupulleikarnir hjá mannaættini byrjaðu. Seinasta bókin vísir, at øll jørðin einaferð verður eitt paradís, ein vakur havi. Tað, sum stendur skrivað í Bíbliuni, fevnir um fleiri túsund ár í søguni, og alt hevur onkursvegna samband við fremjanina av Guds ætlan. Samljóðið í Bíbliuni er hugtakandi, men tað var eisini væntandi av eini bók frá Gudi.
8. Gev dømi um, at Bíblian er vísindaliga røtt.
8 Bíblian er vísindaliga røtt. Hon hevur enntá upplýsingar, sum vóru framman fyri tíð sína. Í Triðju Mósebók hevði fortíðar Ísrael til dømis lógir um sóttverju og reinføri, meðan tjóðirnar har á leið einki vistu um slíkt. Í eini tíð, tá fólk vanliga ikki vistu, hvønn form jørðin hevði, talaði Bíblian um jarðarkringin, ella himnahválvið. (Esaias 40:22, Løggilda føroyska umsetingin) Hon sigur eisini, sum rætt er, at jørðin ’hongur á ongum’. (Job 26:7) Bíblian er sjálvandi eingin vísindalig lærubók. Kortini er hon sera nágreinilig, tá hon nemur vísindalig evni. Men tað var eisini væntandi av eini bók frá Gudi.
9. (a) Hvat vísir, at Bíblian søguliga sæð er nágreinilig og álítandi? (b) Hvat fortelur tað, at høvundarnir eru ærligir, um Bíbliuna?
9 Søguliga er Bíblian eisini neyv og eftirfarandi, og frásøgurnar í henni eru tilskilaðar. Ofta siga tær ikki bara, hvussu fólkini eita, men eisini hvaðani tey eru ættað. * Meðan aðrir fornir søgufrøðingar ofta ikki nevndu ósigrar, sum høvdu verið heimlandinum fyri, vóru bíbliuhøvundarnir ærligir og umrøddu bæði síni egnu mistøk og mistøkini hjá tjóðini. Í Fjórðu Mósebók viðgongur Móses til dømis sítt egna álvarsama mistak, sum hann fekk harða átalu fyri. (4 Mósebók 20:2-12) Ein so ærlig frágreiðing er sjáldsom í øðrum søguligum frásagnum, men hon eyðkennir Bíbliuna, tí hon er ein bók frá Gudi.
EIN BÓK VIÐ HENTUM VÍSDÓMI
10. Hví skuldi tað ikki undrað nakran, at Bíblian er ein hent og nýtilig bók?
10 Av tí at Bíblian er innblást av Gudi, er hon „nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing“. (2 Timoteus 3:16) Ja, Bíblian er ein hent bók. Hon endurspeglar djúptøknan kunnleika um menniskjalyndið. Og hví ikki? Rithøvundurin, Jehova Gud, er Skaparin! Hann skilur okkara hugsanir og kenslur betur enn vit sjálvi. Hann veit, hvat okkum tørvar fyri at vera lukkulig. Hann veit eisini, hvat vit ikki eiga at gera.
11, 12. (a) Hvørji evni umrøddi Jesus í síni Fjallaprædiku? (b) Hvørjir aðrir praktiskir spurningar verða viðgjørdir í Bíbliuni, og hví eru ráðini í henni altíð galdandi?
11 Latið okkum taka taluna hjá Jesusi, sum nevnist Fjallaprædikan. Hetta meistaraverkið í góðari undirvísing Matteusevangeliinum kapittul 5 til 7. Í henni segði Jesus millum annað, hvussu vit finna sanna lukku, hvussu vit kunnu greiða ósemjur, hvussu vit skulu biðja, og hvussu vit eiga at meta tað materiella. Orðini hjá Jesusi eru líka mergjað og nýtilig í dag, sum tá hann bar tey fram.
stendur endurgivið í12 Summar bíbilskar meginreglur snúgva seg um familjulívið, arbeiðsvanar og viðurskiftini við onnur. Meginreglurnar Esaias 48:17.
í Bíbliuni galda allastaðni, og ráðini, hon gevur, eru altíð gagnlig. Við Esaiasi profeti gevur Guds orð eina stutta og greiða lýsing av vísdóminum í Bíbliuni: „Eg eri [Jehova] Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn.“ —EIN PROFETISK BÓK
13. Hvørjar smálutir viðvíkjandi Bábel lýsti Esaias profetur við innblástri frá Jehova?
13 Í Bíbliuni er ein mongd av profetium, og nógvar eru longu gingnar út. Latið okkum taka eitt dømi. Við Esaiasi profeti, sum livdi í áttandu øld fyri okkara tíðarrokning, boðaði Jehova frá, at býurin Bábel skuldi leggjast í oyði. (Esaias 13:19; 14:22, 23) Sagt varð eisini nágreiniliga, hvussu býurin skuldi hertakast. Herliðini, ið gjørdu innrás, skuldu avveita ánna í Bábel og ganga inn í býin uttan bardaga. Men tað var ikki alt. Esaiasar profeti segði eisini navnið á konginum, sum skuldi hertaka Bábel — Kýrus. — Esaias 44:27–45:2.
14, 15. Hvussu gingu nakrir av smálutunum í Esaiasar profeti um Bábel út?
14 Umleið 200 ár seinni — náttina millum 5. og 6. oktober 539 fyri okkara tíðarrokning — setti ein herur tjøld síni upp nærindis Bábel. Hvør var herførari? Ein persiskur kongur nevndur Kýrus. Alt var klárt til, at ein undranarverd profeti kundi ganga út! Men gjørdi herurin hjá Kýrusi nú innrás í Bábel uttan bardaga, sum boðað var frá?
15 Fólkini í Bábel hildu veitslu hesa náttina og kendu seg trygg innan fyri sínar tjúkku býarmúrar. Men Kýrus hevði hegnisliga leitt vatnið burtur úr ánni, sum annars rann ígjøgnum býin. Skjótt var vatnið minkað so mikið, at hansara menn kundu ganga oman í áarleguna og fram
at býarmúrunum. Men hvussu skuldi herurin hjá Kýrusi sleppa upp um Bábels múrar? Av einihvørjari orsøk hevði onkur í gáloysni ta náttina latið býarportrini standa opin!16. (a) Hvat profeteraði Esaias viðvíkjandi framtíð Bábels? (b) Hvussu gekk Esaiasar profeti um oyðingina av Bábel út?
16 Um Bábel varð eisini sagt frammanundan: „Tað skal aldri í ævir reisast aftur, og mann eftir mann skal eingin búgva har; eingin Arabari skal reisa tjald sítt har, eingin hirði skal lata fylgi sítt hvíla har.“ (Esaias 13:20) Henda profetiin snúði seg ikki bert um, at býurin skuldi leggjast í oyði. Hon vísti, at Bábel skuldi liggja oyðið í ævir. At orðini gingu út, er væl prógvað. Økið, har Bábel lá í forðum — umleið 80 kilometrar sunnan fyri Baghdad — er enn óbygt og prógvar, at tað, sum Jehova segði við Esaiasi: „Eg skal sópa tað burt við oyðingarkusti,“ er gingið út. — Esaias 14:22, 23. *
17. Á hvønn hátt er tað trúarstyrkjandi, at profetiir í Bíbliuni ganga út?
4 Mósebók 23:19) Jú, vit hava vón „um ævigt lív, sum Gud, ið ikki lýgur, hevur lovað frá ævigum tíðum“. — Titus 1:2. *
17 Heldur tú ikki, tað er trúarstyrkjandi at síggja, at Bíblian er ein bók við álítandi profetium? Tá Jehova higartil hevur hildið síni lyfti, kunnu vit so ikki líta á, at hann eisini uppfyllir lyftið um eitt paradís her á jørðini? („ORÐ GUDS ER LIVANDI“
18. Við hvørjum máttmiklum orðum lýsti kristni ápostulin Paulus „orð Guds“?
18 Tað, sum vit hava umrøtt í hesum kapitlinum, vísir greitt, at Bíblian er ein einastandandi bók. Men hon Hebrearabrævið 4:12.
er nógv meira enn ein samljóðandi, vísindaliga røtt og søguliga eftirfarandi bók við hentum vísdómi og álítandi profetium. Paulus ápostul skrivaði: „Orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.“ —19, 20. (a) Hvussu kann Bíblian hjálpa okkum at rannsaka okkum sjálvi? (b) Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri einastandandi gávuna frá Gudi, Bíbliuna?
19 At lesa Guds „orð“ ella boðskap í Bíbliuni kann broyta lívið hjá okkum. Tað kann hjálpa okkum at rannsaka okkum sjálvi sum ongantíð áður. Vit halda kanska, at vit elska Gud, men okkara atburður, tá vit fáa at vita, hvat hansara innblásta orð, Bíblian, veruliga lærir, avdúkar sannleikan um okkara hugsanir og hjartans ætlanir.
20 Bíblian er veruliga ein bók frá Gudi. Hon er ein bók, sum vit mugu lesa, granska og vera góð við. Sig takk fyri hesa gávuna frá Gudi við støðugt at grunda um tað, sum stendur í henni. Tá skilur tú nógv betur Guds ætlan við menniskjunum. Hvør tann ætlanin er, og hvussu hon verður framd, kanst tú lesa um í næsta kapitlinum.
^ par. 6 Summi siga, at Bíblian onkustaðni mótsigur sær sjálvari, men tað er ikki prógvað. Sí kapittul 7 í bókini Bibelen — Guds ord eller menneskers?, sum Jehova Vitni hava givið út.
^ par. 9 Legg til merkis, hvussu nágreiniliga ætt Jesusar verður lýst í Lukas 3:23-38.
^ par. 16 Fleiri upplýsingar um profetiirnar í Bíbliuni eru at finna á síðu 27-29 í heftinum Ein bók fyri øll fólk, sum Jehova Vitni hava givið út.
^ par. 17 Oyðingin av Bábel er bara eitt dømi um eina bíbliuprofeti, sum er gingin út. Millum onnur dømi kunnu nevnast oyðingin av Týrus og Nineve. (Ezekiel 26:1-5; Zefanias 2:13-15) Og Dániels profeti boðaði frá eini røð av heimsríkjum, sum skuldu koma til valdið eftir Bábel, teirra millum Medo-Persia og Grikkaland. (Dániel 8:5-7, 20-22) Tær mongu messiasprofetiirnar, sum gingu út við Jesusi, eru umrøddar í uppískoytinum „Jesus Kristus — hin lovaði Messias“.