Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

19. Halt teg í kærleika Guds

19. Halt teg í kærleika Guds

1. JEHOVA ELSKAR TEG

„Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ – Jóhannes 3:16

Hvussu vísir Gud, at hann elskar teg?

  • Sálmur 91:2

    Jehova er sum eitt skjól. Hann kann hjálpa okkum, tá ið vit hava trupulleikar.

  • Sálmur 37:29

    Hann hevur givið okkum eina frálíka framtíðarvón.

  • 1. Timoteusarbræv 6:12, 19

    Gud gevur okkum ævigt lív í einum paradísi, har alt verður gott. Tá kunnu vit gleðast um frið, lukku og góða heilsu.

2. JEHOVA VIL, AT TÚ SKALT ELSKA HANN

„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“ – Matteus 22:37

Hvat fært tú hug at gera, tá ið tú veitst, at Gud elskar teg?

3. HALT FRAM AT ELSKA JEHOVA

„Haldið tykkum ... í kærleika Guds.“ – Judasarbrævið 21

Hvat kann hjálpa tær at varðveita tætta sambandið við Jehova?