Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

16. Tak støðu fyri sannari tilbiðing

16. Tak støðu fyri sannari tilbiðing

1. TILBIÐ IKKI FALSKAR GUDAR

„Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum, ... og nemið einki óreint!“ – 2. Korintbræv 6:17

Hví er tað skeivt at tilbiðja myndir og forfedrar?

2. GUDI DÁMAR IKKI ØLL SLØG AV HÁTÍÐARHALDI

„Rannsakið, hvat Harranum toknast!“ – Efesusbrævið 5:10

Hvussu kanst tú gera av, um tú skalt taka lut í einum hátíðarhaldi?

3. VER BLÍÐUR, TÁ IÐ TÚ SIGUR ØÐRUM FRÁ TÍNARI TRÚGV

„Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!“ – Kolossebrævið 4:6

Hvussu eigur tú at siga øðrum frá tínari trúgv?

  • Matteus 7:12

    Vís virðing fyri avgerðunum hjá øðrum, eins og tú vilt, at tey skulu virða tínar avgerðir.

  • 2. Timoteusarbræv 2:24

    Ver altíð blíður, og lat tað ikki enda við einum kjaki, tá ið tú tosar við onnur um tína trúgv.

  • 1. Pætursbræv 3:15

    Ver mildur og vís virðing, tá ið tú verjir tína trúgv.

  • Hebrearabrævið 10:24, 25

    Á okkara møtum lærir tú, hvat tú kanst siga, tá ið onkur sáar iva um tína trúgv.