Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 VENJING 8

Brúka myndir í undirvísingini

Brúka myndir í undirvísingini

Matteus 13:34, 35

Í STUTTUM: Ger undirvísingina betri við einføldum myndum, sum tala til fólk og læra tey týðandi sannleikar.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Vel einfaldar myndir. Ger sum Jesus, og lýs týðandi sannleikar við onkrum vanligum úr gerandisdegnum, og lýs okkurt torført við onkrum løttum. Nevn ikki óneyðug smáting, sum gera myndina fløkjasliga. Tryggja tær, at myndin, øll sum hon er, hóskar til tað, sum tú vilt hava fram í tíni undirvísing, so tey, sum lurta, ikki verða órógvað av onkrum, tey ikki skilja ella ikki fáa at passa saman.

  • Hugsa um tey, sum lurta. Vel myndir, sum hóska til tað, fólk fáast við og hava áhuga fyri. Ansa eftir, at myndirnar, tú velur, hvørki gera tey illa við ella firtin.

  • Fá høvuðstankan fram. Góðar myndir lýsa høvuðstankarnar, ikki smálutirnar. Tryggja tær, at fólk ikki bara minnast myndina, men eisini lærdómin í henni.