Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 VENJING 6

Ger greitt, hví eitt bíbliuørindi verður brúkt

Ger greitt, hví eitt bíbliuørindi verður brúkt

Jóhannes 10:33-36

Í STUTTUM: Heldur enn bara at lesa eitt bíbliuørindi og fara beinleiðis víðari til næsta tankan, mást tú tryggja tær, at tey, sum lurta, týðiliga síggja sambandið millum ørindið og tankan, tú vilt hava fram.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Legg dent á lyklaorðini. Tá ið tú hevur lisið eitt bíbliuørindi, eigur tú at leggja dent á tey orðini, sum hava beinleiðis samband við tað, sum tú vilt hava fram. Tað kanst tú gera við at siga orðini umaftur ella seta ein spurning, sum fær fólk at leggja merki til lyklaorðini.

  • Fá tankan fram. Um tú velur at nevna eina ávísa orsøk til at lesa eitt bíbliuørindi, mást tú aftaná greiða frá, hvussu lyklaorðini í ørindinum stuðla upp undir ta orsøkina.

  • Ger tað einfalt. Tosa ikki um óneyðugar smálutir, sum einki hava við høvuðstankan at gera. Hugsa um, hvat fólk longu vita, og ger síðani av, hvussu nógv er neyðugt at siga fyri at fáa tey at skilja, hví tú lesur eitt bíbliuørindi.