Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 VENJING 2

Tosa natúrligt

Tosa natúrligt

Lukas 6:45a

Í STUTTUM: Tosa, sum tú vanliga tosar, og lat tað koma frá hjartanum.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Fyrireika teg væl. Bið Jehova hjálpa tær at hugsa um boðskapin, ikki um teg sjálvan. Hav greitt í huga, hvat tú í høvuðsheitum ætlar tær at siga. Ber tankar fram við egnum orðum, heldur enn bara at endurgeva ein tekst orð fyri orð.

  • Lat tað koma frá hjartanum. Hugsa um tey, sum lurta. Minn teg á, hví tey hava brúk fyri at hoyra boðskapin. Tá sæst tað á tínum kropsburði, handakeipum og andlitsbrái, at tú meinar tað, sum tú sigur, og vilt teimum tað besta.

  • Hygg at teimum, sum lurta. Tað er gott at hava eygnasamband við tey, sum lurta. Tá ið tú heldur ein fyrilestur, riggar tað væl at hyggja at einum persóni í senn, heldur enn bara at lata eyguni reika yvir allan salin.