Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 VENJING 19

Nem hjartað

Nem hjartað

Orðtøkini 3:1

Í STUTTUM: Hjálp teimum, sum lurta, at virðismeta tað, tey læra, og at fylgja tí.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hjálp teimum, sum lurta, at rannsaka seg sjálv. Set spurningar, sum fáa tey at hugsa um, hvat tey sjálv halda um evnið.

  • Styrk hugin at gera tað rætta. Eggja teimum, sum lurta, til at hugsa um, hví tey gera tað, sum er rætt. Hjálp teimum at gera tað við rætta motivinum, nevniliga tí tey elska Jehova, síni medmenniskju og tað, sum Bíblian lærir. Royn at hjálpa teimum at síggja, hví tað, sum Bíblian sigur, er skilagott. Ansa eftir ikki at kritisera. Tá ið fyrilesturin er av, skulu tey ikki sita eftir við ringari samvitsku, men føla seg væl og hava hug at gera sítt besta.

  • Gev Jehova æruna. Legg dent á, hvussu læran, meginreglurnar og boðini í Bíbliuni endurspegla teir eginleikarnar, Jehova hevur, og hansara kærleika til okkara. Royn at fáa tey, sum lurta, at hugsa um, hvat Jehova dámar og ikki dámar, og gev teimum hug at gleða hann.