Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 VENJING 18

Ger tað upplýsandi og læruríkt

Ger tað upplýsandi og læruríkt

1. Korintbræv 9:19-23

Í STUTTUM: Set gongd á tankarnar hjá teimum, sum lurta, og lat tey føla, at tey fáa nakað burturúr.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hugsa um, hvat fólk longu vita. Hjálp teimum at síggja evnið úr einum øðrum sjónarhorni, heldur enn bara at endurtaka nakað, sum tey hava hoyrt fyrr.

  • Kanna tilfarið og grunda um tað. Tá ið tað ber til, kanst tú lýsa høvuðstankar við at nevna okkurt áhugavert, sum ikki er so kent, ella okkurt, sum er frammi í løtuni. Hugsa um tilfarið hjá tær, og hvat samband er millum tilfarið og tær upplýsingarnar, tú ætlar tær at nevna.

  • Vís, hvussu evnið kann brúkast. Greið frá, hvussu Bíblian kann brúkast í gerandisdegnum. Nevn ávísar støður, áskoðanir og gerðir, ið eru viðkomandi hjá teimum, sum lurta.