Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 VENJING 14

Legg dent á høvuðspunktini

Legg dent á høvuðspunktini

Hebrearabrævið 8:1, Dahl/Viderø

Í STUTTUM: Ger tað lætt hjá teimum, sum lurta, at fylgja við, og vís, hvussu hvørt høvuðspunkt passar til heitið á fyrilestrinum og endamálið við honum.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hugsa um endamálið við fyrilestrinum. Finn út av, um endamálið er at upplýsa, sannføra ella tilstuðla tey, sum lurta, og hav so hetta í huga, meðan tú gert fyrilesturin. Tryggja tær, at øll høvuðspunktini hjálpa tær at røkka hesum málinum.

  • Legg dent á heitið. Vís til heitið gjøgnum allan fyrilesturin. Tað kanst tú gera við at endurtaka lyklaorðini í heitinum ella brúka orð, sum minna um.

  • Lat høvuðspunktini vera greið og einføld. Vel bara høvuðspunkt, sum hóska til heitið, og sum tú klárar at greiða væl frá í tíðini, sum er ásett til fyrilesturin. Hav ikki ov nógv høvuðspunkt við, og lat hvørt av teimum koma týðiliga fram. Steðga eitt sindur á millum høvuðspunktini, og lat skiftið frá einum høvuðspunkti til tað næsta virka natúrligt.