Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 VENJING 13

Ger greitt, hvussu upplýsingarnar kunnu brúkast

Ger greitt, hvussu upplýsingarnar kunnu brúkast

Esaias 48:17

Í STUTTUM: Hjálp teimum, sum lurta, at skilja, hví evnið er viðkomandi hjá teimum, og vís, hvussu tey kunnu brúka tað, tey læra.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hugsa um tey, sum lurta. Hugsa um, hví fólk hava brúk fyri tí, sum tú hevur at siga, og hvat serliga kann hjálpa teimum.

  • Vís gjøgnum allan fyrilesturin, hvat tey, sum lurta, skulu gera. Øll, sum lurta, skulu beinanvegin føla: ’Hetta er til mín.’ Forklára, hvussu hvørt høvuðspunkt kann brúkast. Nevn ítøkilig dømi.