Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

 VENJING 1

Byrja væl

Byrja væl

Ápostlasøgan 17:22

Í STUTTUM: Tað fyrsta, tú sigur, má vekja áhuga, vísa á evnið og vísa, hví evnið eigur at hava týdning hjá teimum, sum lurta.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Vek áhuga. Vel ein spurning, eina uppliving, onkur tíðindi ella okkurt annað forvitnisligt, sum tey, ið lurta, hava áhuga fyri.

  • Vís á evnið. Tryggja tær, at tað fyrsta, tú sigur, ger tað greitt hjá teimum, sum lurta, hvat evnið er, og hvat endamálið er við fyrilestrinum ella samrøðuni.

  • Vís, hví evnið hevur týdning. Laga tað, tú sigur, eftir teimum, sum lurta. Tey mugu skilja, hvussu evnið kann hjálpa teimum persónliga.