Far beinleiðis til innihaldið

Skjótt verða ongar líðingar!

Skjótt verða ongar líðingar!

 Skjótt verða ongar líðingar!

 Onkuntíð í lívinum hevur tú ivaleyst spurt: „Hví eru so nógvar líðingar?“ Í fleiri túsund ár hava nógvar líðingar millum menniskju staðist av kríggi, fátækdømi, vanlukkum, yvirgangi, órættvísi, sjúkum og deyða. Hesi seinastu hundrað árini hava líðingarnar verið fleiri enn nakrantíð áður. Fær tað nakrantíð ein enda?

Uggandi svarið er ja, og tað verður skjótt! Guds orð, Bíblian, sigur: „So er hin gudleysi ikki til . . . Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“ Hvussu leingi? „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ — Sálmur 37:10, 11, 29.

Tá Gud hevur gjørt enda á óndskapi og líðingum, verður jørðin umbroytt til eitt paradís. So kunnu menniskjuni liva í ævir, eydnusom og við fullkomnari heilsu. Bíblian boðar soleiðis frá: „[Gud] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.“ — Opinberingin 21:4.

Í komandi nýggju verðini skulu tey deyðu eisini livna aftur og fáa lut í signingunum: „Uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.“ Tí kundi Jesus eisini siga við ein angrandi brotsmann, sum trúði á hann: „Tú [skalt] vera við Mær í Paradísi!“ — Lukas 23:43.

 Hví byrjaðu líðingarnar?

Tá Gud nú ætlaði menniskjunum eina so undursama framtíð, hví loyvdi hann so, at líðingarnar byrjaðu? Hví hevur hann loyvt tær so leingi?

Gud skapti Ádam og Evu, so bæði høvdu fullkomin likam og fullkomið sinn. Hann setti tey í ein paradísgarð og gav teimum eitt nøktandi arbeiði. Bíblian sigur soleiðis: „Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt — og tað var sera gott.“ (1 Mósebók 1:31) Høvdu tey nú verið Gudi lýðin, kundu tey fingið fullkomin børn, og øll jørðin hevði verið eitt paradís, har menniskju livdu æviga í friði og eydnu.

Gud gav Ádami og Evu frían vilja, sum er ein undurfull gáva. Tey skuldu ikki vera óvitigir robottar. Kortini var áhaldandi eydna treytað av, at tey brúktu fría viljan rætt — til at lýða lógir Guds. Gud sigur: „Eg eri [Jehova] Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn, sum leiðir teg vegin, tú skalt ganga.“ (Esaias 48:17) Misnýtsla av fría viljanum fór at leiða til vanlukku, tí menniskjuni vórðu ikki skapt til at liva óheft av Gudi. Bíblian sigur: „Menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum . . . ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni.“ — Jeremias 10:23.

Tíverri hildu okkara fyrstu foreldur, at tey kundu liva óheft av Gudi og kortini vera eydnusom. Men tá tey vrakaðu Guds leiðslu, mistu tey fullkomileikan. Tey byrjaðu at forfarast, til tey at enda gjørdust gomul og doyðu. Í samsvar við arvafrøðina  hava vit arvað ófullkomileikan og deyðan. — Rómbrævið 5:12.

Høvuðsspurningurin — alheims fullveldi

Hví týndi Gud ikki Ádam og Evu og byrjaði av nýggjum við einum øðrum pari? Tí ivi varð nú reistur um stjórnarrættindini hjá Gudi, tað vil siga hansara alheims fullveldi. Spurningurin var: Hvør eigur at valda, og hvør valdar best? Og eisini: Gongst menniskjum betri, tá tey ikki verða leidd av Gudi? Um tey fingu nóg langa tíð at gera royndir við ótarnaðum frælsi, kundi Gud einaferð med alla staðfesta, um menniskju hava tað best við ella uttan hansara leiðslu. Tíðin skuldi vera so long, at menniskju kundu royna allar politiskar, sosialar, fíggjarligar og átrúnaðarligar skipanir, sum ikki vórðu leiddar av Gudi.

Hvussu hevur úrslitið verið? Mannasøgan vísir, at líðingarnar í fleiri túsund ár støðugt hava vundið upp á seg. Seinastu hundrað árini hava menniskjuni tó liðið meira enn nakrantíð. Milliónir vórðu myrdar undir Holocaust. Kríggj hava slátrað meira enn 100 milliónir. Yvirgangur og harðskapur eru víða hvar. Rúsevnismisnýtsla er ein trupulleiki um allan heimin. Seksuelt yvirførdar sjúkur spjaðast alsamt. Milliónir doyggja á hvørjum ári av svongd og sjúkum. Familjulívið og moralurin syndrast allastaðni. Eingin mannagjørd stjórn kann loysa trupulleikarnar. Ongar kunnu basa elli, sjúku og deyða.

 Viðurskiftini eru júst, sum Bíblian hevur profeterað um okkara dagar. Henda tíðin verður í Bíbliuni nevnd ’síðstu dagarnir’ hjá hesi heimsskipanini, og sagt verður, at tá „skulu koma torførar tíðir“. Og sum Bíblian sigur, eru ’ónd menniskju og svikarar farin fram til hitt verra’. — 2 Timoteus 3:1-5, 13.

Líðingarnar eru skjótt av

Vitnisburðirnir vísa, at miseydnaða royndin hjá menniskjum við at liva óheft av Gudi skjótt er av. Vit hava greið prógv um, at menniskju ikki duga at stjórna uttan Guds leiðslu. Einans stjórnin hjá Gudi kann veita frið, eydnu, fullkomna heilsu og ævigt lív. Eina tíð hevur Jehova tolt óndskap og líðingar, men hon er farin at ganga undan. Skjótt leggur Gud upp í viðurskiftini á jørðini og oyðir alla hesa ónøktandi skipanina.

Bíblian profeterar: „Á teimum døgum ið hesir kongar eru [mannastjórnir sum nú eru], skal Gud Himmalsins grunda ríki [í himli], sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, . . . tað skal sora øll hini ríkini [núverandi stjórnarskipanir] og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ (Dániel 2:44) Aðalmálið í Bíbliuni er at hevda fullveldið hjá Jehova, hansara rætt at valda øllum við himmalska ríkinum. Tá Jesus greiddi frá ’síðstu døgunum’, nevndi hann henda týdningarmikla partin av tekninum: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum  fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ — Matteus 24:14.

Hvør kemur undan við lívinum, tá endin verður? Bíblian svarar: „Hini sannhjartaðu skulu búgva í landinum, og hini ólastandi skulu verða eftir í tí; men hini gudleysu skulu verða beind av landinum.“ (Orðtøkini 2:21, 22) Tey sannhjartaðu eru tey, sum læra seg, hvat Jehova vilji er, og gera hann. Jesus Kristus segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Ja, „heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir“. — 1 Jóhannes 2:17.

Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbluversini úr Umseting Victors Danielsens, og har hon í staðin fyri Guds navn skrivar HARRIN, gera vit vart við tað og skriva [Jehova].