Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

5

Boðskapurin í Bíbliuni

Boðskapurin í Bíbliuni

Jehova Gud eigur rættin at ráða og dugir eisini best. Hann fer at fremja sína ætlan við jørðini og menniskjunum.

EFTIR 4026 F.O.T.

„Ormurin“ setur spurnartekn við, um Jehova hevur rættin at ráða, og um hann ræður á rættan hátt. Jehova lovar at fáa eitt „avkom“ til vegar, sum at enda skal sora ormin, Satan. (1 Mósebók 3:1-5, 15) Tó letur Jehova menniskjuni ráða sær sjálvum eina tíð ávirkað av orminum.

1943 F.O.T.

Jehova sigur Ábrahami frá, at lovaða „avkomið“ skal koma í hansara ætt. – 1 Mósebók 22:18.

EFTIR 1070 F.O.T.

Jehova gevur Dávidi kongi og seinni soninum, Sálomoni, vissu fyri, at lovaða „avkomið“ skal koma í teirra ættargrein. – 2 Sámuel 7:12, 16; 1 Kongabók 9:3-5; Esaias 9:6, 7.

29 E.O.T.

Jehova sigur, at Jesus er lovaða „avkomið“, sum skal arva hásæti Dávids. – Galatiabrævið 3:16; Lukas 1:31-33; 3:21, 22.

33 E.O.T.

Ormurin, Satan, ger lovaða „avkomið“ máttleyst eina stutta tíð, tá ið hann fær Jesus tiknan av døgum. Jehova vekur Jesus upp til lív í himli og góðtekur virðið av fullkomna lívi hansara; soleiðis skapar hann grundarlag fyri, at eftirkomarar Ádams kunnu fáa syndafyrigeving og ævigt lív. – 1 Mósebók 3:15; Ápostlasøgan 2:32-36; 1 Korintbræv 15:21, 22.

UML. 1914 E.O.T.

Jesus kastar ormin, Satan, út úr himli og avmarkar hansara virksemi til jørðina eina stutta tíð. – Opinberingin 12:7-9, 12.

FRAMTÍÐIN

Jesus heldur Satani í varðhaldi í 1.000 ár, áðrenn hann beinir fyri honum ella, í fluttari merking, sorar høvdið á honum. Tað, sum Jehova upprunaliga setti sær fyri í sambandi við jørðina og mannaættina, er framt, navn hansara er reinsað, og tað er staðfest, at hansara stjórn er tann besta. – Opinberingin 20:1-3, 10; 21:3, 4.