Far beinleiðis til innihaldið

TAK EFTIR TRÚGV TEIRRA | JOB

Eg haldi fast við mítt trúfesti!

Eg haldi fast við mítt trúfesti!

Hann sat á jørðini, allur kroppur hansara var frá ovast til niðast fullur av ringum svullum og opnum sárum. Royn at ímynda tær hann, sum hann sat har við boygdum høvdi, hangandi økslum, einsamallur, nóg illa førur fyri at kísta flugurnar burtur, sum surraðu rundan um hann. Hann sat mitt í einum øskudunga sum tekin um sorg og orkaði einki annað enn at skava sína sjúku húð við einum pottabroti. Hann hevði mist so nógv, var fallin so djúpt. Vinir, grannar og skyldfólk høvdu vent honum bakið. Øll spottaðu hann, eisini børnini. Sjálvur helt hann, at Jehova, Gud hansara, eisini hevði vent sær frá honum, men har fór hann skeivur! – Job 2:8; 19:18, 22.

Maðurin var Job. Gud segði um hann: „Eingin er á jørðini sum hann.“ (Job 1:8) Fleiri øldir seinni mintist Jehova framvegis Job sum ein av teimum rættvísastu monnunum, ið nakrantíð høvdu livað. – Ezekiel 14:14, 20.

Hevur tú eisini upplivað mótgang og ólukku? Frásøgan um Job kann geva tær góða troyst. Hon kann eisini hjálpa tær at skilja, hvat tað merkir at vera trúfastur móti Gudi. Satt trúfesti ber í sær at vera fullkomiliga loyalur móti Gudi og at stremba eftir at gera hansara vilja, eisini í mótgangi. Men Job hevur meira at læra okkum.

Tað Job ikki visti

Trúfasti maðurin Móses skrivaði eftir øllum at døma lívssøguna hjá Job, eina tíð eftir at Job var deyður. Við íblástri frá Gudi var Móses ikki bara førur fyri at greiða frá hendingum, sum fóru fram á jørðini og ávirkaðu Job, men eisini frá hendingum, sum fóru fram í himli.

Fyrst í frásøguni um Job fáa vit at vita, at hann hevði eitt gott og lukkuligt lív. Hann var ein ríkur, kendur og virdur maður í Uzlandi, sum møguliga var í norðara partinum av Arabia. Hann hjálpti gávumildur teimum neyðstøddu, og hann bæði stuðlaði og vardi tey, sum ongan góðan áttu. Job og kona hansara vóru signað við tíggju børnum. Fram um alt var Job ein trúgvandi maður. Hann royndi íðin at gleða Jehova, sum eisini aðrir í hansara ætt høvdu gjørt, eitt nú Ábraham, Ísakur, Jákup og Jósef. Og sum slíkir ættarfedrar vóru vanir, virkaði eisini Job sum prestur í sínum húski. Hann ofraði regluliga til Gud fyri børnini hjá sær. – Job 1:1-5; 31:16-22.

Men knappliga broytist leikpallurin í frásøguni um Job. Vit fáa eina hóming av tí, sum hendi í himli, og frætta ymiskt, sum Job ikki kann hava vitað. Teir trúføstu einglarnir vóru komnir saman framman fyri Jehova, og Satan, eingilin sum hevði gjørt uppreistur, kom eisini. Jehova visti, at Satan vanvirdi tann rættvísa mannin Job. Hann vendi sær tí til Satan og nevndi, hvussu óvanliga trúfastur Job var. Satan svaraði frekur: „Eg skal ætla, at tað er fyri einki, Job óttast Gud! Nei, Tú hevur jú laðað garð um hann og hús hansara og alt, ið hann eigur, heilt rundanum!“ Satan hatar trúføst menniskju. Tá ið tey av sonnum hjarta halda seg til Jehova Gud, avdúka tey, at Satan er ein kærleiksleysur svíkjari. Satan helt tí fast við, at Job bara tænti Gudi av sjálvsøkni. Hann segði, at um nú Job misti alt, so fór hann at banna Jehova beint upp í eyguni! – Job 1:6-11.

Job kundi ikki vita tað, men Jehova hevði givið honum ein veldigan møguleika – hann fekk høvi at prógva, at Satan fór skeivur. Satan fekk loyvi at taka alt tað, sum Job átti, frá honum. Hann slapp bara ikki at nema Job sjálvan. Og Satan setti ágrýtin sína sadistisku ætlan í verk. Ein og sama dag regnaði ein heil røð av ræðuleikum niður yvir Job. Hann fekk boð um, at øll kríatúrini hjá honum knappliga vóru dripin – fyrst neytini og eslini, so seyðurin og síðani kamelarnir. Og enn verri var tað, at eisini tænararnir, sum høvdu ansað eftir kríatúrunum, vóru dripnir. Í einum føri fekk Job at vita, at tað var „eldur Guds“, møguliga torusláttur, sum drap seyðin og tænararnar. Áðrenn Job yvirhøvur skilti, at øll hasi fólkini vóru deyð, og at hann nú var ógvuliga fátækur, hendi nakað uppaftur verri. Tey tíggju børnini hjá honum vóru komin saman heima hjá elsta soninum, tá ið ein harður stormur knappliga rakti húsið, legði tað í oyði og drap tey øll! – Job 1:12-19.

Tað er torført, ja, kanska ómøguligt at hugsa sær, hvussu Job hevði tað. Hann skræddi klæðini, hann var í, klipti hárið av høvdinum og fall til jarðar. Niðurstøðan hjá Job var tann, at Gud hevði givið, og Gud hevði tikið. Satan hevði sanniliga fingið tað at síggja út, sum allar vanlukkurnar komu frá Gudi. Og kortini gekk tað ikki, sum Satan hevði sagt, tí Job bannaði ikki Gudi. Nei, hann segði: „Navn HARRANS veri lovað!“ – Job 1:20-22.

Job visti ikki, at Satan tosaði ilt um hann fyri Gudi

Hann fer at banna tær beint upp í eyguni

Satan var í øðini og vildi als ikki gevast. Tí kom hann aftur fram fyri Jehova, einaferð tá ið einglarnir savnaðust. Og aftur rósti Jehova Job, sum hevði hildið fast við sítt trúfesti hóast øll álopini frá Satani. Satan svaraði ilsliga: „Húð fyri húð! Alt, ið maður eigur, letur hann fyri lív sítt! Men vita nú og rætt út hondina og nem við bein og hold hansara – vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!“ Satan var vísur í, at Job fór at banna Gudi, bara hann gjørdist nóg sjúkur. Jehova hevði fult álit á Job og loyvdi Satani at gera Job sjúkan – hann slapp bara ikki at taka lívið av honum. – Job 2:1-6.

Job gjørdist sjúkur og var skjótt í teirri støðuni, sum vit lósu um í byrjanini. Neyðars kona hansara! Hon hevði mist síni tíggju børn og var longu heilt niðurundirkomin av sorg, og nú mátti hon hjálparleys síggja mann sín pínast so ræðuliga. Í síni stóru sorg rópti hon: „Tú ert ólastandi við sama lagi? Banna Gudi, so tú sleppur at doyggja!“ Hon ljóðaði als ikki sum tann konan, Job kendi og elskaði. Hann kundi bara siga, at hon tosaði sum ein, ið hevði mist skilið. Hann noktaði framvegis at banna sínum Gudi. Hann syndaði ikki við orðum. – Job 2:7-10.

Visti tú, at henda syrgiliga, men sanna søgan ávirkar teg persónliga? Legg til merkis, at Satan ikki bara reisti sína óreinu ákæru móti Job, men móti menniskjum sum heild. Hann segði: „Alt, ið maður eigur, letur hann fyri lív sítt!“ Satan trýr við øðrum orðum ikki, at nakar av okkum er fullkomiliga trúfastur í síni tænastu fyri Gudi. Hann sigur, at ikki veruliga elskar Gud, at tú ert klárur at venda Gudi bakið fyri at bjarga tær sjálvum. Í veruleikanum sigur Satan, at tú ert líka sjálvsøkin, sum hann. Fert tú at prógva, at hann fer skeivur? Tann møguleikan hava vit øll. (Orðtøkini 27:11) Latið okkum nú síggja, hvørja avbjóðing Job síðani fekk.

Svikaligir troystarar

Tríggir menn, sum kendu Job – Bíblian lýsir teir sum vinmenn ella kenningar – frættu um hansara trupulleikar og fóru at vitja hann og bjóða honum troyst. Tá ið teir nakað burturfrá bóru eyga við hann, var hann ikki at kenna aftur. Pínuplágaður og við húð, sum var svørt av sjúku, var Job bara ein skuggi av sær sjálvum. Teir tríggir menninir, Elifaz, Bildad og Zofar, gjørdu nógv burtur úr at vísa, hvussu ómetaliga keddir teir vóru. Teir skóru í sjóðheitan grát og „kastaðu mold upp í luftina niður yvir høvd síni“. Síðani settu teir seg á jørðina hjá Job og tagdu. Eina samfulla viku sótu teir har, dag og nátt, og søgdu púrt einki. Vit skulu ikki misskilja støðuna og halda, at teir troystaðu Job við at tiga, tí teir spurdu hann einki og fingu bara tað at vita, sum var eyðsýnt, nevniliga at Job hevði nógva pínu. – Job 2:11-13; 30:30.

At enda noyddist Job sjálvur at bróta tøgnina. Tað hoyrdist væl, hvussu illa hann píndist, tá ið hann bannaði tí degnum, hann var føddur. Og hann avdúkaði nakað, sum serstakliga píndi hann. Hann helt, at Gud var atvoldin til hansara trupulleikar. (Job 3:1, 2, 23) Job hevði ikki mist trúnna á Gud, men honum tørvaði veruliga troyst. Tá ið vinmenninir so endiliga fóru at tosa, skilti Job kortini skjótt, at teir nógv heldur skuldu tagt. – Job 13:5.

Elifaz, sum kanska var tann elsti og nógv eldri enn Job, legði fyri. Og so við og við fóru eisini hinir báðir at tosa. Sum heild kunnu vit siga, at teir býttisliga tóku undir við tí, sum Elifaz legði fram. Okkurt, sum teir søgdu, ljóðaði kanska í fyrstu atløgu rætt. Teir endurtóku tað, sum fólk vanliga søgdu um, at Gud er hátt hevjaður, at hann straffar tey óndu og gevur teimum góðu løn. Heilt úr byrjanini hoyrdist kortini ein ávísur illvilji móti Job í øllum, sum teir søgdu. Elifaz helt tað vera rættiliga einfalt at skilja, tí tá ið nú Gud er góður og straffar tey óndu, og Job heilt greitt varð straffaður, prógvaði tað so ikki, at Job sjálvur onkursvegna var óndur? – Job 4:1, 7, 8; 5:3-6.

Teirri hugsanini tók Job sjálvandi ikki undir við. Hann vísti hana frá sær. (Job 6:25) Men hjá teimum trimum ráðgevunum var tað nú eyðsæð, at Job hevði syndað og roynt at krógva tað; hann mátti á onkran hátt hava uppiborið alt tað ónda, sum hendi honum. Elifaz legði Job undir at vera hástóran, óndan og ikki óttast Gud. (Job 15:4, 7-9, 20-24; 22:6-11) Zofar bað Job halda uppat við tí ónda, sum hann gjørdi, og ikki njóta syndina. (Job 11:2, 3, 14; 20:5, 12, 13) Og Bildad var serliga óndur í orðum. Hann helt, at synir Jobs onkursvegna máttu hava syndað og tí høvdu uppiborið at doyggja, sum teir gjørdu. – Job 8:4, 13.

Vinmenninir hjá Job góvu honum onga troyst, bara størri pínu

Trúskapur undir illgruna

Teir tríggir menninir gjørdu nakað, sum var uppaftur verri. Teir settu ikki bara spurnartekn við trúfestið hjá Job, men søgdu eisini, at tað var nyttuleyst yvirhøvur at royna at vera trúfastur móti Gudi. Í fyrstu røðu síni greiddi Elifaz frá einum óhugnaligum møti, sum hann hevði havt við ein ósjónligan anda. Niðurstøðan, sum Elifaz kom til eftir at hava møtt tí ónda andanum, var púra skeiv og skaðilig. Hann segði: „[Gud] lítur enntá ikki á tænarar Sínar, og hjá einglum Sínum finnur Hann brek.“ Um hetta var rætt, høvdu menniskju als ikki kunnað glett Gud! Seinni vildi Bildad vera við, at Gud legði líka lítið í trúskapin hjá Job sum í trúskapin hjá einum maðki! – Job 4:12-18; 15:15; 22:2, 3; 25:4-6.

Hevur tú nakrantíð roynt at troysta ein, sum er sera keddur? Tað er ikki lætt. Men vit kunnu læra nógv av teimum trimum monnunum, sum vitjaðu Job – mest um hvat vit ikki skulu siga. Í sínum endaleysa orðastreymi av háfloygdari og skilaleysari talu nevndu teir tríggir menninir ongantíð Job við navni. Teir hugsaðu ikki um, at Job sat við knústum hjarta, og teir hildu tað ikki vera neyðugt at fara varliga við honum. * Um onkur, sum tú ert góður við, er keddur, mást tú altíð royna at vísa umsorgan og vera mildur og blíður. Royn at styrkja hansara trúgv og ugga hann. Hjálp honum at líta á, at Gud bæði er góður, miskunnsamur og rættvísur. Soleiðis hevði Job gjørt, um hann hevði verið í somu støðu sum vinmenninir. (Job 16:4, 5) Men hvussu svaraði Job, tá ið teir í heilum reistu iva um hansara trúskap?

Job var ikki at vika

Neyðars Job! Longu áðrenn henda langa orðadráttin var hann ólukkuligur. Heilt frá byrjan viðgekk hann, at hann viðhvørt ikki fekk „stýrt orðum“ sínum, og at hann talaði, sum „vónleysur maður talar“. (Job 6:3, 26) Tað er lætt at skilja. Orðini vístu, hvussu ringt hann hevði tað. Tey vístu eisini, at hann ikki veruliga skilti tað, sum hendi. Vanlukkurnar, sum raktu hann og hansara familju, komu so knappliga og virkaðu eisini so yvirnatúrligar, at Job helt, tær komu frá Jehova. Nakrar týðandi hendingar vóru farnar fram í himli, sum Job einki visti um, og tí var niðurstøðan hjá honum grundað á skeivar hugsanir.

Men Job var ein maður við ógvuliga sterkari trúgv. Hon kom til sjóndar í nógvum av tí, sum hann segði í tí langa orðadráttinum – í sonnum og vøkrum orðum, sum styrkja okkum í dag. Tá ið hann tosaði um undrini í skapanarverkinum, lýsti hann ymiskt, sum einki menniskja kundi vita nakað um uttan hjálp frá Gudi. Til dømis segði hann, at Jehova „heingir jørðina á einki“. Tað er ein sannroynd, sum vísindini ikki komu fram á fyrr enn fleiri øldir seinni. * (Job 26:7) Og tá ið Job tosaði um sína egnu framtíðarvón, var tað tann sama vónin, sum aðrar trúarhetjur høvdu havt. Job trúði, at um hann doyði, so fór Gud at minnast hann, ja, enntá sakna hann og einaferð í framtíðini gera hann livandi aftur. – Job 14:13-15; Hebrearabrævið 11:17-19, 35.

Men hvussu var vorðið við spurninginum um trúfesti? Elifaz og báðir vinmenninir hjá honum vildu vera við, at trúfestið hjá einum menniskja ongan týdning hevur hjá Gudi. Tók Job undir við hesi óndu læru? Nei, yvirhøvur ikki! Job helt fast við, at trúfesti ger mun hjá Gudi. Við fullum áliti segði hann um Jehova: „Hann skal síggja, at eg eri sakleysur!“ (Job 31:6) Aftrat tí var hann vísur í, at skeiva tankagongdin hjá teimum, sum skuldu eitast at troysta hann, í veruleikanum var eitt álop á hansara trúfesti. Tað fekk Job at halda longstu røðu sína, sum var so beinrakin, at teir tríggir menninir ikki fingu svarað.

Job skilti, at hansara trúfesti eisini hevði við tað dagliga lívið at gera. Tí greiddi hann frá, hvussu hann hevði verið trúfastur í øllum gerðum sínum. Hann helt seg til dømis frá allari avgudadyrkan, hann fór væl við øðrum menniskjum og vísti teimum virðing. Hann hevði reinan moral, vardi og virðismetti sítt hjúnaband, og fram um alt vísti hann tí einasta sanna Gudi, Jehova, allan trúskap. Tí kundi Job av sonnum hjarta siga: „Inntil eg doyggi, lati eg ikki tað taka frá mær, at eg eri sakleysur.“ – Job 27:5; 31:1, 2, 9-11, 16-18, 26-28.

Job noktaði at sleppa sínum trúfesti

Tak eftir trúnni hjá Job

Hevur tú somu áskoðan á trúfesti sum Job? Tað er lætt at siga ja, men Job visti, at trúfesti ikki bara snýr seg um orð. Vit vísa Gudi fullan og heilhugaðan trúskap við at akta hann og dagliga gera tað, sum er rætt í hansara eygum – eisini í mótgangi. Er tað soleiðis, vit liva okkara lív, kunnu vit heilt víst gleða Jehova og gera fígginda hansara, Satan, misnøgdan, akkurát sum Job gjørdi fyri langari tíð síðani. Tað er besti mátin at taka eftir trúnni hjá Job!

Men frásøgan um Job er minni enn so liðug. Hann var so upptikin av at rættvísgera seg sjálvan, at hann misti javnvágina og gloymdi at forsvara Gud. Hann hevði brúk fyri rættleiðing og hjálp til at fáa somu áskoðan sum Gud. Hann var framvegis í dýrastu neyð, hevði ringa pínu og stóra sorg – honum tørvaði veruliga troyst. Hvussu fór Jehova at hjálpa hesum trúgvandi og trúfasta manninum? Teir spurningarnir verða viðgjørdir í eini aðrari grein í hesi røðini.

^ par. 23 So løgið tað ljóðar, helt Elifaz, at hann og vinir hansara høvdu tosað blídliga við Job – kanska tí teir ikki vóru harðmæltir. (Job 15:11) Men hóast tónalagið er mjúkt, kunnu orðini vera bæði ónd og hørð.

^ par. 26 Eftir tí, vit vita, var tað ikki fyrr enn umleið 3.000 ár seinni, at vísindamenn so smátt fóru at góðtaka hugsanina um, at jørðin ikki hevði brúk fyri einum undirstøði at standa á. Ikki fyrr enn fotomyndir vórðu tiknar úr rúmdini, sóu menniskjuni sannførandi prógv um, at orðini hjá Job vóru sonn.