Føroyskt
Hvussu kann eg lata vera við at blíva so illur?
https://cms-imgp.jw-cdn.org/img/p/502015153/univ/art/502015153_univ_sqr_xl.jpg
ijwyp grein 41

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg lata vera við at blíva so illur?

Hvussu kann eg lata vera við at blíva so illur?

 Spurningar

  •  Hvussu ofta verður tú illur?

    •  næstan ongantíð

    •  viðhvørt

    •  hvønn dag

  •  Hvussu illur verður tú?

    •  eitt sindur illur

    •  nokk so illur

    •  ræðuliga illur

  •  Hvønn verður tú oftast illur við?

    •  mammu ella babba

    •  ein beiggja ella eina systur

    •  ein vin

 Viss tað er ringt hjá tær at lata vera við at blíva illur, so kann henda greinin hjálpa tær! Fyrst fara vit at kanna, hví tað er viktigt, at tú ert róligur, tá ið onkur provokerar teg.

 Hví hevur tað týdning?

 Tín heilsa. Bíblian sigur: „Tolið hjarta er lív fyri likamið.“ (Orðtøkini 14:30, Dahl/Viderø) Í mun til tað skrivar blaðið Journal of Medicine and Life, at „vreiði kann hava beinleiðis ávirkan á hjarta-æðra-sjúkur“.

 Tínir vinir. Bíblian sigur: „Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann.“ (Orðtøkini 22:24) So viss tú ert ein, sum lætt blívur illur, er tað ikki so løgið, um onnur ikki tíma at vera saman við tær. Ein genta, sum eitur Jasmine, sigur: „Viss tú ikki lærir at stýra tær, tá ið tú blívur illur, verður tað ikki lætt hjá tær at fáa góðar vinir.“

 Títt umdømi. Ethan, sum er 17 ár, sigur: „Viss tú lætt verður illur, uppdaga onnur tað, og tað kann fáa tey at hugsa nakað keðiligt um teg.“ Spyr teg sjálvan: Hvat vil eg gjarna hava, at onnur hugsa um meg? At eg eri róligur, ella at eg kann eksplodera hvørja løtu? Bíblian sigur: „Tann, ið seinur er til vreiði, hevur nógv vit, men hin bráðsinti vísir stóran dárskap.“ – Orðtøkini 14:29.

Eingin tímir at vera saman við einum, sum kann eksplodera hvørja løtu

 Hvat kanst tú gera?

 Hugsa um bíbliuørindini og viðmerkingarnar niðanfyri, og set tær sjálvum spurningarnar, sum hoyra til.

  •   Orðtøkini 29:22: „Tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er.“

     „Tá ið eg var tannáringur, var tað so ringt hjá mær at lata vera við at blíva ill. Familjan hjá pápa mínum hevur eisini tann trupulleikan. Vit plaga at siga, at tað liggur í genunum. Vit eru øll rættiliga illsint og hava ringt við at stýra tí.“ – Kerri.

     Blívi eg lætt ill/ur? Viss eg taki ímóti rósi fyri mínar góðu síður, er tað so rímiligt, at eg gevi mínum genum skyldina fyri hesa ringu síðuna?

  •   Orðtøkini 15:1: „Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.“

     „Tað er viktigt at læra at stýra sínum kenslum. Viss mann arbeiðir upp á at blíva ein meira mildur persónur og fokuserar upp á tað positiva, verður tað at blíva illsintur ikki ein møguleiki – og heldur ikki ein trupulleiki.“ – Daryl.

     Hví hevur tað fyrsta, sum eg sigi, tá ið eg verði provokeraður, so stóran týdning?

  •   Orðtøkini 26:20: „Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út.“

     „Tá ið eg svari aftur upp á ein fittan máta, fær tað sum oftast tann, sum eg tosi við, at blíva meira róligur, og so kunnu vit lættari tosa saman uttan at øsa okkum upp.“ – Jasmine.

     Hvussu kann tað, sum eg sigi ella geri, vera sum at stoyta bensin á bálið?

  •   Orðtøkini 22:3: „Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta.“

     „Viðhvørt má eg bara fara, tí eg havi brúk fyri at hugsa um tað, sum er hent. Og tá ið eg so eri blivin meira róligur, klári eg betur at takkla tað.“ – Gary.

     Nær er tað kanska best, at tú rýmir frá einari spentari støðu, tó uttan at hin persónurin følir, at tú ikki vilt hava nakað við hann at gera?

  •   Jákupsbrævið 3:2: „Vit snáva jú allir í mongum.“

     „Tað er viktigt, at vit angra tað skeiva, sum vit gera, men tað er eisini viktigt, at vit læra av tí. Tá ið vit detta, mugu vit reisa okkum upp aftur beinanvegin og seta okkum fyri at gera tað betri næstu ferð.“ – Kerri.

 Prei: Set tær eitt mál. Tú kanst seta tær fyri, at tú vilt vera róligur og hava sjálvstamarhald í eitt ávíst tíðarskeið – kanska ein mánað. Halt eyga við, hvussu tað gongst, og skriva tað niður.