UNG SPYRJA
Hvat skal eg gera, viss eg hati at ganga í skúla?
Strangir lærarar. Bólkatrýst. Stressandi royndir og alt for nógv skúlating. Viss tær ikki dámar at ganga í skúla, er tað kanska ikki so løgið. a Ein tannáringur, sum eitur Rachel, b sigur:
„Alt er betur enn at vera í skúla. Eg vil nógv heldur vera á strondini ella vera saman við vinunum ella enntá hjálpa mammu og babba við at vaska og gera mat.“
Viss tú hevur tað sum Rachel, følir tú kanska, at skúlin er sum eitt fongsul, og at tú ikki verður leyslatin, fyrr enn tú ert liðugur við skúlan. Men ber tað til at síggja meira positivt upp á tað at ganga í skúla?
Visti tú? Tú kanst faktiskt sjálvur bestemma, hvussu tað skal følast at ganga í skúla. Hvussu tá? Jú, tú kanst royna at lata vera við at hugsa, at skúlin bara er nakað, tú noyðist at finna teg í. Royn heldur at síggja hann sum eitt amboð, ið kann hjálpa tær at læra ymiskt, sum tú fært brúk fyri, tá ið tú verður vaksin.
Viss tú fokuserar upp á hesi fýra tingini, fert tú kanska at dáma betur at ganga í skúla:
Lærdómur. Jú meira tú lærir, jú betur fert tú at duga at loysa trupulleikar í framtíðini – bæði á arbeiðsplássinum og aðrastaðni. Soleiðis verður tú meira sjálvstøðugur. Spyr teg sjálvan: Sjálvt um mær ikki dámar so væl at ganga í skúla, læri eg so allíkavæl nakað, sum eg kann fáa brúk fyri seinni í lívinum?
Meginregla í Bíbliuni: „Lat ikki vísdóm og klókskap víkja frá eygum tínum, gev teimum gætur!“ – Orðtøkini 3:21.
Fleiri upplýsingar eru at finna í greinini „Hvussu kann eg fáa betri karakterir?“
Vanar. Tá ið tú gongur í skúla, kanst tú læra at halda skil á tíðini, fáa sjálvdisiplin og hava ein góðan arbeiðsmoral. Alt tað er nakað, tú fært brúk fyri, tá ið tú verður vaksin. Spyr teg sjálvan: Hvussu kann skúlin hjálpa mær at fáa sjálvdisiplin og vera arbeiðssamur? Hvat kann eg gera fyri at duga okkurt av hesum betur?
Meginregla í Bíbliuni: „Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt.“ – Orðtøkini 14:23.
Fleiri upplýsingar eru at finna í greinini „Hvussu kann eg brúka tíðina skilagott?“
Sosialir førleikar. Tá ið tú gert okkurt saman við floksfelagunum í skúlanum, kann tað læra teg at vísa øðrum samkenslu og virðing. Ein ungur maður, sum eitur Joshua, sigur: „At læra at tosa við onnur er líka so viktigt sum at læra søgu ella náttúru og tøkni. Tað er nakað, sum tú fært brúk fyri bæði nú og seinni í lívinum.“ Spyr teg sjálvan: Hvat hevur skúlin lært meg um at hava tað gott saman við øðrum – eisini teimum, sum ikki hava somu trúgv ella bakgrund sum eg?
Meginregla í Bíbliuni: „Roynið at fáa frið við øll.“ – Hebrearabrævið 12:14, Nýggi Sáttmálin.
Fleiri upplýsingar eru at finna í greinini „Hvussu kann eg læra meg at tosa við onnur?“
Framtíðin. Skúlin kann hjálpa tær at finna út av, hvat tú dugir væl, og at seta tær nøkur mál, sum passa til tað. Ein ung kvinna, sum eitur Brooke, sigur: „Eg valdi nøkur fak, sum gjørdu, at eg fekk arbeiði, tá ið eg var liðug við skúlan.“ Spyr teg sjálvan: Hvussu ætli eg at forsyrgja mær sjálvum, tá ið eg eri liðugur við skúlan? Hvussu kann eg tryggja mær, at eg læri tað, sum skal til fyri at fáa tað arbeiðið?
Meginregla í Bíbliuni: „Tú mást vita, hvar tú ert á veg til.“ – Orðtøkini 4:26, Contemporary English Version.

