UNG SPYRJA
Ganga saman – 3. partur: Skulu vit gera tað liðugt?
Tit hava gingið saman í eina tíð, men nú ert tú farin at ivast eitt sindur. Skulu tit blíva við at ganga saman ella gera tað liðugt? Henda greinin kann hjálpa tær at taka eina avgerð.
Í hesi greinini:
Viss tú ivast
Tvey, sum hava gingið saman í eina tíð, finna kanska út av, at tey ikki eru so líka, sum tey høvdu trúð at byrja við. Her eru nøkur dømi:
Ein av tykkum dámar at liggja á strondini og sóla sær, meðan hin heldur vil ganga í fjøllunum
Ein av tykkum er opin og útatvendur, meðan hin er meira smæðin
Ein av tykkum hevur lyndi til at vera óerligur, meðan hin altíð er erligur
Hesi trý dømini eru sera ymisk. Tað fyrsta snýr seg um at hava ymisk áhugamál, tað næsta snýr seg um at hava ymiska persónligheit, og tað triðja um at hava ymisk virði.
Hugsa um hetta: Hvat av hesum hevði tað verið ringast hjá tær at livað við, viss tit blivu gift? Høvdu tit bæði tvey kunnað lagað tykkum eftir hvørjum øðrum fyri at fáa tað at rigga?
Fyri tað um tvey, sum eru gift, hava ymisk áhugamál ella ymiska persónligheit, kunnu tey saktans hava tað gott saman. Mann skal ikki endiliga vera akkurát líka fyri at passa saman. Tað hendir ofta, at ein maður og ein kona, sum eru gift, so við og við fáa somu áhugamál og enntá læra at síggja tað sum ein fyrimun, at tey hava ymiska persónligheit. a
Men tað er øgiliga viktigt, at tann, sum tú giftur teg við, hevur somu virði sum tú, tað vil siga hevur somu áskoðan á átrúnað, moral og hvat er rætt og skeivt. Viss hann ella hon ikki hevur tað, mást tú avgjørt meta tað sum eina ávaringarklokku.
Í sambandi við ymisk átrúnaðarlig virði sigur bókin Fighting for Your Marriage: „Kanningar vísa, at hjún, sum ikki hava somu trúgv, eru í nógv størri vanda fyri at fara frá hvørjum øðrum.“
Meginregla í Bíbliuni: „Roynið ikki at arbeiða saman við vantrúgvandi sum javnlíkar, tí tað ber ikki til.“ – 2. Korintbræv 6:14, Good News Translation.
Tá ið tú skalt taka eina avgerð
Bíblian sigur, at tey, sum gifta seg, „fáa nakrar trupulleikar“. (1. Korintbræv 7:28, Nýggi Sáttmálin) So tað skal ikki yvirraska tykkum, viss tit uppliva okkurt sovorðið longu nú, meðan tit ganga saman.
Fyri tað um tú og sjeikurin ella daman eru ósamd um okkurt ella irriterað inn á hvønn annan av og á, er tað ikki sikkurt, at tykkara forhold er deyðadømt. Spurningurin er, um tit klára at takkla tað upp á ein friðarligan máta. Tað er nakað, sum tit bæði tvey mugu duga, viss tit blíva gift.
Meginregla í Bíbliuni: „Verið … góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum.“ – Efesusbrævið 4:32.
Men viss tit ofta skeldast ella eru ósamd um nakað alvorligt, kann tað merkja, at tit ikki passa saman. Um so er, er tað betri at finna út av tí nú, og ikki aftan á, at tit eru blivin gift!
Viss tit ofta eru ósamd ella skeldast, kann tað merkja, at tit ikki passa saman.
Niðurstøðan: Viss tú ordiliga ert farin at ivast í, um tann, sum tú gongur saman við, er tann rætti/a fyri teg, ella viss tú ivast í, um tú ert klár/ur at gifta teg, mást tú ikki ignorera tað!
Meginregla í Bíbliuni: „Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut [ella óklók] halda fram og noyðast at bøta [ella liva við avleiðingunum].“ – Orðtøkini 22:3.
Viss tú velur at gera tað liðugt
Tað kann vera øgiliga ringt og kensluborið at gera tað liðugt við ein. Men viss ein av tykkum ella tit bæði blíva við at ivast í, um tað skal vera tit bæði, kann tað vera best at gera tað liðugt.
Hvussu kanst tú gera tað upp á ein góðan máta? Tað er best ikki at gera tað gjøgnum sms ella telefon, uttan so at tú hevur góðar grundir til at gera tað. Tað er betri at finna eitt hóskandi stað og tíðspunkt, har tit kunnu tosa ordiliga saman.
Meginregla í Bíbliuni: „Talið sannleika, hvør við annan.“ – Zakarias 8:16.
Viss tað verður liðugt ímillum tykkum, merkir tað so, at okkurt er galið við tær? Nei, slett ikki. Minst til, at tit hava gingið saman fyri at finna út av, um tit skuldu gifta tykkum ella ikki. Og sjálvt um tit gera tað liðugt, kanst tú læra nógv av teimum royndunum, sum tú hevur fingið.
Spyr teg sjálvan: Hvat havi eg lært um meg sjálvan hetta tíðarskeiðið? Havi eg uppdagað okkurt, sum eg eigi at arbeiða uppá? Hvat hevði eg gjørt øðrvísi, viss eg valdi at ganga saman við einum aftur?
a Viss tú vilt vita meira um, hvussu sovorðið kann ávirka eini hjún, kanst tú lesa greinarnar „Góð ráð til familjuna – Hvat kunnu tit gera, tá ið tit eru ósamd?“ og „Góð ráð til familjuna – Hvussu fært tú tamarhald á tínari vreiði?“