UNG SPYRJA
Hví vilja foreldrini ikki lova mær at hava tað stuttligt?
Tú ert bjóðaður í veitslu í vikuskiftinum. Tú spyrt foreldrini, um tú kanst fara, men tey siga nei. Tað kemur ikki sum eitt sjokk, tí seinast tú bleivst bjóðaður í veitslu, søgdu tey eisini nei.
Í hesi greinini:
Hví siga foreldrini hjá mær altíð nei?
Viss tú følir, at foreldrini hjá tær altíð siga nei, so heldur tú kanska, at tey ikki vilja, at tú skalt hava tað stuttligt.
Ein 17 ára gomul genta, sum eitur Marie, hevði tað soleiðis, tá ið hon fekk sína fyrstu telefon. Hon sigur: „Pápi mín gjørdi nógvar reglur fyri, hvørjar appir eg slapp at taka niður, hvønn eg kundi tosa við, og hvussu seint á kvøldi eg slapp at tosa. Men vinfólkini hjá mær sluppu at gera akkurát, sum tey vildu.“
Hugsa um hetta: Gjørdi pápin hjá Mariu reglurnar, tí hann ikki vildi, at hon skuldi hava tað stuttligt? Ella var tað tí, hann vildi verja hana ímóti onkrum?
Eitt ferðmark ávirkar sjálvandi títt frælsi, men tað kann eisini verja teg. Soleiðis er tað eisini við reglunum, sum foreldrini gera
Royn hetta: Ímynda tær, at tú ert vaksin og eigur ein tannáring, sum akkurát hevur fingið eina telefon. Hvat hevði tú verið bangin fyri? Hvørjar reglur hevði tú gjørt? Hvat hevði tú sagt, viss tannáringurin kom og segði við teg, at tú ikki vildi lova honum at hava tað stuttligt?
„Pápi segði altíð: ’Hvat hevði tú gjørt, viss tú vart eg?’ Tað hjálpti mær at skilja, hví hann gjørdi reglur, og hví tað var gott at fylgja teimum. Viss eg hevði átt børn, so haldi eg faktiskt, at eg hevði givið teimum tær somu reglurnar, sum pápi mín gav mær.“ – Tanya.
Hvussu kann eg fáa foreldrini at siga ja?
„Tað nyttar ikki at rópa og skrála, tí tað gongur bæði út yvir teg sjálvan og foreldrini. Viss tú skeldast við tey, hugsa tey sikkurt, at tú ert óbúgvin og ikki hevur uppiborið at fáa størri frælsi.“ – Richard.
„Foreldrini hjá mær hava sum oftast góðar grundir til at gera reglur. Tað er ikki tí, tey ikki vilja, at eg skal hava tað stuttligt. Tey vilja bara ansa eftir, at eg ikki fái trupulleikar.“ – Ivy.
Meginregla í Bíbliuni: „Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.“ – Orðtøkini 29:11.
„Eg royndi at sníkja meg undan reglunum, sum pápi mín hevði sett um, hvussu eg slapp at brúka telefonina. Eg skrivaði til vinirnar hjá mær seint á kvøldi og tók appir niður, sum hann ikki vildi, at eg skuldi hava. Men at enda fann hann út av, hvat eg hevði gjørt, og so blivu reglurnar bara uppaftur strangari, tí hann ikki kundi líta á meg. Tað er ongantíð gott at sníkja seg undan reglum.“ – Marie.
„Ver tolin. Foreldrini hjá tær broyta nokk ikki eina reglu beinanvegin, men viss tú vísir, at tú vilt fylgja reglunum hjá teimum, fara tey kanska at geva tær størri frælsi.“ – Melinda.
Meginregla í Bíbliuni: „Aktið foreldur tykkara í øllum.“ – Kolossebrævið 3:20.
„Tú fært einki burtur úr at blíva við at plága foreldrini hjá tær. Tað ger bara støðuna verri.“ – Natalie.
„Foreldur vilja gjarna hava, at børnini hugsa seg um. So tá ið eg práti við foreldrini hjá mær, royni eg at koma við góðum argumentum í staðin fyri at lata meg stýra av kenslum. Eg haldi, at tað riggar betur.“ – Joseph.
Meginregla í Bíbliuni: „Ær faðir tín og móður tína.“ – Efesusbrævið 6:2.

