Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg tapa meg?

Hvussu kann eg tapa meg?

 Havi eg yvirhøvur brúk fyri at tapa meg?

Nøkur ung siga, at tey vilja tapa seg. Men ...

  • nógv hugsa meira um útsjóndina enn um heilsuna. Fyri at klænka skjótt royna tey til dømis at leypa máltíðir um ella at taka klænkitablettir. Men ofta verður úrslitið ikki, sum tey rokna við, og tað kann eisini vera vandamikið at gera tað.

    „Nakrar gentur svølta seg sjálvar fyri at klænka skjótari. Men tað er skaðiligt, og tað kann taka langa tíð hjá kroppinum at koma fyri seg aftur.“ – Hailey.

  • nógv, sum halda seg viga ov nógv, gera tað í veruleikanum ikki. Tey viga tað, sum tey skulu, men føla seg kanska feit, tá ið tey samanbera seg við onnur ung ella tey klønu fólkini, sum ofta eru at síggja í miðlunum.

    „Tá ið eg var 13, plagdi eg at samanbera meg við vinkonurnar. Eg helt, at tær fóru at dáma meg betur, um eg sá út sum tær – og so skuldi eg verið ein strika í luftini.“ – Paola.

Men nøkur ung hava faktiskt brúk fyri at tapa seg. Ein fráboðan frá Heimsheilsustovninum, WHO, sigur:

  • Kring heimin viga umleið 340 milliónir børn og ung í aldrinum 5 til 19 ov nógv.

  • Í 1975 vóru tað bara 4 prosent av teimum 5-19 ára gomlu, sum vigaðu ov nógv. Í 2016 var talið vaksið upp í 18 prosent.

  • Í flestu londum í heiminum er tað meira vanligt at viga ov nógv enn at viga ov lítið.

  • At viga ov nógv er eisini vanligt í fátækum londum. Í summum familjum vigar onkur ov nógv, tí viðkomandi ikki fær rætta slagið av mati.

 Hvat er besti mátin at tapa seg?

Hvat hevði tú valt?

  1. At leypa máltíðir um.

  2. At røra seg og eta sunt.

  3. At taka klænkitablettir.

Besti mátin er nummar 2: At røra seg og eta sunt.

Tað gevur kanska skjót úrslit at leypa máltíðir um ella at lata vera við at eta úr einum ávísum matvørubólki. Men tað er ikki sikkurt, at tað er so sunt, og tú tekur helst uppá aftur, so skjótt sum tú fert at eta vanligt aftur.

Men um tú setur tær fyri at liva sunt, fert tú at síggja gott út og føla teg væl. „Tey bestu, sunnastu og mest varandi úrslitini fært tú við at ... gera nakrar broytingar í tínum lívsstíli, sum tú kanst fylgja restina av lívinum,“ skrivar sálarfrøðingurin Michael Bradley. * Niðurstøðan? Um tú gjarna vilt tapa teg, skalt tú ikki bara fylgja einum kuri, men broyta lívsstíl.

 Hvat kann eg gera?

Bíblian sigur, at vit skulu „hava sjálvstamarhald“ – og tað er eisini galdandi fyri okkara matvanar. (1. Timoteusarbræv 3:11, Nýggi Sáttmálin) Hon nevnir enntá, at vit ikki mugu eta ov nógv. (Orðtøkini 23:20; Lukas 21:34) Tað eru góðar meginreglur. Her koma nøkur ráð, sum kunnu hjálpa tær at fáa ein sunnari lívsstíl:

  • Finn út av, hvat tað vil siga at eta sunt

    Tað er ikki neyðugt at vera alt ov strangur við seg sjálvan, men at vita eitt sindur um sunnan mat kann hjálpa tær at fáa góðar matvanar, so tú kanst halda skil á vektini hjá tær.

  • Rør teg regluliga

    Hugsa um, hvussu tú kanst røra teg í dagligdegnum. Tú kanst til dømis taka trappurnar heldur enn elevatorin ella fara út at ganga ein hálvan tíma heldur enn at spæla teldu.

  • Být tann ósunna matin um við nakað sunt

    „Eg royni at hava okkurt sunt, sum til dømis frukt og grønmeti, standandi frammi,“ sigur ein tannáringur, sum eitur Sophia. „Tí so verði eg ikki so freistað at eta nakað ósunt.“

  • Et ikki ov skjótt

    Nøkur eta so skjótt, at tey ikki leggja merki til, at tey eru mett. So royn at seta ferðina niður. Halt ein steðg, áðrenn tú fært tær meira upp á tallerkin. Tú ert kanska ikki so svangur, sum tú heldur.

  • Hugsa um, hvussu nógvar kaloriur tú etur

    Les vørulýsingina fyri at vita, hvussu nógvar kaloriur eru í matinum. Í sodavatni, fast food og dessertum kunnu vera nógvar kaloriur, og tað kann gera, at tú tekur uppá.

  • Finn eina javnvág

    Sara, sum er 16, sigur: „Einaferð hugsaði eg so nógv um at telja kaloriur, at tá ið eg hugdi at mati, sá eg bara eina rúgvu av tølum.“ Ansa eftir, at tú ikki bara hugsar um kaloriur. Tað er í lagi at fáa sær okkurt lekkurt av og á.

Prei: Tosa við læknan um, at tú gjarna vilt tapa teg. Hann ella hon kann hjálpa tær at gera eina kostætlan, sum hóskar til tín.

^ par. 25 Úr bókini When Things Get Crazy With Your Teen.