Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Skal eg víðka mín vinaskara?

Skal eg víðka mín vinaskara?

„Eg føli meg tryggan saman við teimum í klikuni, og tað er øgiliga ringt hjá mær at vera saman við øðrum enn teimum.“ – Alan.

„Eg havi nakrar fáar vinir, og tað er nokk fyri meg. Eg eri ikki so opin, at eg kann tosa við øll.“ – Sara.

Hevur tú tað sum Alan og Sara? Ert tú so tætt knýttur at nøkrum fáum vinum, at tú ikki hevur hug at fáa nýggjar vinir?

Um so er, er henda greinin nakað fyri teg!

 Trupulleikin við klikum

Tað er ikki skeivt at hava nakrar fáar vinir, sum tú ert serliga góður við. Tá fært tú eina kenslu av at hoyra til, og at vinirnir dáma teg, sum tú ert.

„Tað er ein góð kensla at vera dámdur av øðrum og at sleppa upp í part. Tá ið mann er ungur, vil mann bara hoyra til.“ – Karen, 19.

Visti tú? Jesus hevði nógvar vinir, millum annað teir 12 ápostlarnar, men tríggir av teimum – Pætur, Jákup og Jóhannes – vóru hansara bestu vinir. – Markus 9:2; Lukas 8:51.

Men um mann bara er saman við nøkrum fáum vinum og ikki letur onnur sleppa upp í part, kann tað geva trupulleikar. Her eru nøkur dømi:

  • Tað kann forða tær í at fáa aðrar góðar vinir.

    „Hevur tú bara vinir, sum eru líka sum tú, letur tú hurðina aftur fyri at uppliva nakað nýtt og møta spennandi fólki.“ – Evan, 21.

  • Tað kann virka, sum tú ert snobbutur.

    „Tá ið tú bara heldur teg til nakrar fáar vinir, kanst tú geva øðrum ta fatan, at tú ikki hevur hug at tosa við nakran annan.“ – Sara, 17.

  • Tað kann fáa teg at taka lut í happing.

    „Tú hevði kanska ikki happað nakran einsamallur, men um vinirnir hjá tær gera tað, virkar tað knappliga í lagi ella enntá stuttligt.“ – James, 17.

  • Tað kann geva trupulleikar, serliga um tú vilt gera alt fyri at hoyra til.

    „Um bara ein í klikuni er óreinur, kann tað enda við, at øll gera okkurt býtt.“ – Martina, 17.

 Hvat kanst tú gera?

  • Finn út av, hvat tú heldur er rætt og skeivt

    Spyr teg sjálvan: ’Hvat haldi eg er rætt og skeivt? Gera mínir vinir tað lættari ella ringari hjá mær at fylgja hesum normunum? Vil eg vera vinir við teir líkamikið hvat?’

    Meginregla í Bíbliuni: „Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ – 1. Korintbræv 15:33.

    „Tá ið hini í klikuni ikki hava somu meining um rætt og skeivt sum tú, kann tað fáa teg at gera nakað, sum tú annars ongantíð hevði gjørt.“ – Ellen, 14.

  • Finn út av, hvat hevur størstan týdning

    Spyr teg sjálvan: ’Eri eg so tætt knýttur at mínum vinum, at eg hevði viljað gingið ímóti mínum egnu normum fyri at varðveita vinalagið? Hvat hevði eg gjørt, um ein vinur gjørdi okkurt skeivt?’

    Meginregla í Bíbliuni: „Øll, ið Eg elski, ... tykti Eg.“ – Opinberingin 3:19.

    „Ger onkur av vinunum hjá tær okkurt býtt, kann tað virka, sum tú svíkur viðkomandi, um tú sigur tað.“ – Melanie, 22.

  • Víðka vinaskaran

    Spyr teg sjálvan: ’Hevði tað verið gott hjá mær at víðkað vinaskaran og latið onkran, sum eg ikki kenni so væl, sleppa upp í part?’

    Meginregla í Bíbliuni: ’Havið ikki tykkara egna fyri eyga, men eisini tað, sum øðrum hoyrir til.’ – Filippibrævið 2:4.

    „Tey, sum ikki eru so væl dámd, hava tað kanska ikki so lætt heima. Men tá ið tú lærir tey at kenna, uppdagar tú sikkurt, at tey eru kul upp á sín egna máta.“ – Brian, 19.

Niðurstøðan: Einki er galið við at hava nakrar vinir, sum mann er serliga góður við. Men tað kann samstundis vera gott at víðka vinaskaran. Bíblian sigur: „Gevið, so skal tykkum verða givið!“ – Lukas 6:38.