Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu stóran týdning hevur tað at vera populerur á sosialu miðlunum?

Hvussu stóran týdning hevur tað at vera populerur á sosialu miðlunum?

Elaine, sum er tannáringur, sigur: „Tá ið eg sá, at hini í flokkinum høvdu fleiri hundrað fylgjarar, hugsaði eg: ’Wauw – tey eru populer!’ Eg má viðganga, at eg var eitt sindur øvundsjúk.“

Hevur tú nakrantíð havt tað so? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær at sleppa undan frustratiónini, tað kann geva at royna at blíva populerur á sosialu miðlunum.

 Hví kann tað vera vandamikið?

Í Orðtøkunum 22:1 sigur Bíblian, at „gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi“. So tað er í lagi, at mann gjarna vil hava eitt gott umdømi, og at onnur skulu dáma ein.

Viðhvørt kann tað, at mann gjarna vil, at onnur skulu dáma ein, koma at fylla so nógv, at mann ikki kann vera glaður uttan at føla seg populeran. Kann tað vera vandamikið? Tað heldur Onya, sum er 16. Hon sigur:

„Eg havi sæð nøkur gera alt møguligt svakt – sum at leypa út gjøgnum vindeygað á aðru hædd á skúlanum – bara fyri at blíva populer.“

Nøkur hava enntá filmað tað býtta, tey hava gjørt, og lagt tað út á netið fyri at fáa uppmerksomheit frá øðrum. Til dømis hava nakrir tannáringar lagt video út av sær sjálvum, meðan teir eta vaskipulvur. Men hví gera nakað so býtt, vaskipulvur er jú giftigt!

Bíblian sigur: ’Ger einki av tráan eftir tómari æru’. – Filippibrævið 2:3.

Hugsa um hetta:

  • Hvussu stóran týdning hevur tað fyri teg at vera populerur á sosialu miðlunum?

  • Hevði tú viljað sett lív og heilsu í váða fyri at fáa onnur at dáma teg?

 Falskur popularitetur

Men tað eru ikki øll, sum gera nakað vandamikið fyri at blíva populer. Erica, sum er 22, hevur lagt merki til, hvat nøkur gera. Hon sigur:

Nøkur leggja spennandi myndir út í heilum fyri at fáa tað at síggja út, sum um tey hava eina rúgvu av vinum, sum tey altíð eru saman við. Og so halda onnur, at tey eru populer.“

Cara, sum er 15, sigur, at summi snýta fyri at fáa tað at síggja soleiðis út. Hon sigur:

„Eg veit um nøkur, sum taka myndir, sum fær tað at síggja út sum, at tey eru í einari veitslu, men tey eru faktiskt bara heima.“

Matthew, sum er 22, viðgongur, at hann hevur gjørt nakað líknandi. Hann sigur:

„Eg havi lagt eina mynd út og taggað ’Mount Everest’, sjálvt um eg ongantíð havi verið í Asia.“

Bíblian sigur: „Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ – Hebrearabrævið 13:18.

Hugsa um hetta:

  • Hevur tú nakrantíð lagt villleiðandi myndir út á sosialu miðlarnar fyri at blíva meira populerur?

  •  Geva myndirnar, tú leggur út, og viðmerkingarnar, tú skrivar, ta røttu fatanina av, hvør tú ert, og hvat tú stendur fyri?

 Hvussu umráðandi er tað við fylgjarum og likes?

Nógv, sum gjarna vilja vera populer á sosialu miðlunum, royna alt, tey eru ment, at fáa nógvar fylgjarar og nógv likes. Tað royndi Matthew, sum er nevndur fyrr í greinini. Hann sigur:

„Eg plagdi at spyrja fólk: ’Hvussu nógvar fylgjarar hevur tú?’ ella ’Hvussu nógv likes er tað mesta, tú nakrantíð hevur fingið?’ Fyri at fáa fleiri fylgjarar fór eg at fylgja fólkum, sum eg ikki kendi, í vón um at tey so eisini fóru at fylgja mær. Eg fór at hungra eftir at vera populerur, og sosialu miðlarnir gjørdu tað bara enn verri.“

At vera populerur á sosialu miðlunum, er sum at eta bomm og sjokulátu – tað smakkar væl, men tú verður ikki mettur av tí

Maria, sum er 25, hevur lagt merki til, at nøkur meta seg sjálvi út frá, hvussu nógvar fylgjarar tey hava, og hvussu nógv likes tey fáa. Hon sigur:

„Tá ið ein genta leggur eina mynd út av sær sjálvari, sum ikki fær nóg nógv likes, hugsar hon beinanvegin um seg sjálva, at hon er ljót. Tað passar sjálvandi ikki, men tað eru nógv, sum hava tað soleiðis. Upp á ein máta happa tey seg sjálvan.“

Bíblian sigur: „Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!“ – Galatiabrævið 5:26.

Hugsa um hetta:

  • Hevur tú lyndi til at samanbera teg við onnur á sosialu miðlunum?

  •  Hugsar tú meira um at fáa nógvar fylgjarar enn um at fáa sannar vinir, sum eru góðir við teg?