Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg lata vera við at hugsa um sex?

Hvussu kann eg lata vera við at hugsa um sex?

„Tankar um sex koma bara knappliga, og so fái eg ikki hugsað um annað. Tað er akkurát sum, at onkur annar stýrir mínum tonkum.“ – Vera.

„Eg fái ikki stýrt mínum tonkum um sex. Eg kundi líka so væl roynt at flagsað við ørmunum í vón um, at eg fór á flog.“ – John.

Hevur tú tað sum Vera ella John? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær.

 Hví hevur tað týdning?

„Mammubeiggi mín sigur, at Gud ikki hevði givið okkum hugin til sex, um hann ikki vildi, at vit skuldu hava sex,“ sigur ein ungur maður, sum eitur Alex.

Mammubeiggi Alex hevur rætt í nøkrum av tí, hann sigur. Gud hevur givið okkum hugin til sex, og tað hevur hann gjørt við góðari grund, tí annars høvdu menniskju ikki verið til í dag. So hví eigur tú yvirhøvur at royna at lata vera við at hugsa um sex? Her eru tvær góðar grundir:

  • Bíblian lærir, at Gud ætlaði, at sex bara skuldi vera millum ein mann og eina konu, sum eru gift við hvørjum øðrum. – 1. Mósebók 1:28; 2:24.

    Ert tú ógiftur og hevur virðing fyri Guds moralnormum, gert tú tað bara verri fyri teg sjálvan, um tú blívur við at hugsa um sex. Tað kundi endað við, at tú læt teg freista at hava sex. Men nógv av teimum, sum hava gjørt tað, angra tað aftaná.

  • Roynir tú at lata vera við at hugsa um sex, lærir tú nakað, sum er týðandi sum heild, nevniliga at hava sjálvstamarhald. – 1. Korintbræv 9:25.

Tann eginleikin kann hjálpa tær at fáa eitt gott lív, bæði nú og í framtíðini. Faktiskt vísir ein kanning, at børn, sum hava sjálvstamarhald, eru í minni vanda fyri at fáa heilsutrupulleikar, fíggjarligar trupulleikar ella at koma upp á tvørs við løgregluna, tá ið tey verða vaksin. *

 Hví er tað so torført?

Hormon og tað, at vit liva í einum heimi, sum er sjúkliga upptikin av sex, kann gera tað torført at lata vera við at hugsa um sex.

„Næstan allar sjónvarpssendingar fáa tað at virka sum, at tað er í lagi at hava sex við einum, sum mann ikki er giftur við, og at tað ongar keðiligar avleiðingar hevur. Tí er tað lætt at fáa skeivar tankar um sex.“ – Ruth.

„Á arbeiðsplássinum tosa fólk ofta ónærisligt um sex, og viðhvørt verði eg eitt sindur forvitin. Tá ið tað at fara í song við einum, mann ikki er giftur við, verður gjørt til nakað normalt, er tað ringt at meta tað sum nakað skeivt.“ – Nicole.

„Mann skal vera ótrúliga varin, tá ið mann hyggur at myndum á sosialu miðlunum. Ein mynd, sum lýsir okkurt seksuelt, kann brenna seg so fasta í minnið, at tú næstan ikki sleppur av við hana aftur.“ – Maria.

Hetta fær teg kanska at føla sum Paulus ápostul, ið segði: ’Fyri meg, sum vil gera hitt góða, fellur hitt illa mær lætt.’ – Rómbrævið 7:21, Dahl/Viderø.

Lat ikki skeivar tankar byggja reiður á høvdinum á tær

 Hvat kanst tú gera?

Hugsa um okkurt annað. Eitt, sum kann hjálpa tær at fáa tankarnar burtur frá sex, er at gera okkurt, sum tær dámar. Tað kundi verið eitt ítriv ella at íðka onkran ítrótt. Ein ung kvinna, sum eitur Valerie, sigur: „Tað hjálpir at lesa í Bíbliuni. Har lesa vit um Gud, og tá ið mann hugsar um Gud, er ikki ordiliga pláss fyri øðrum tonkum.“

Tað er vanligt, at mann av og á kemur til at hugsa um sex. Men tað er tú, sum gert av, hvat tú gert við tankarnar. Tú kanst velja at skúgva teir til viks.

„Tá ið eg fái tankar um sex, noyði eg meg sjálva at hugsa um okkurt annað. Eg royni eisini at finna út av, hví eg yvirhøvur fór at hugsa um sex. Viðhvørt er tað ein sangur, sum eg má strika av playlistanum, og viðhvørt er tað ein mynd, sum eg má strika.“ – Helena.

Meginregla í Bíbliuni: „Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt [ella: moralskt reint] er, ... hugsið um hetta!“ – Filippibrævið 4:8.

Fá tær góðar vinir. Um vinirnir hjá tær altíð tosa um sex, er tað ikki lætt hjá tær at lata vera við at hugsa um tað.

„Tá ið eg var tannáringur, var tað øgiliga ringt hjá mær at stýra mínum tonkum, og vinirnir gjørdu tað ikki lættari. Um tú ert saman við nøkrum, sum halda, at sex millum ógift er í lagi, kanst tú lætt lata teg stýra av tínum kenslum – og tá leggur tú bara meira brenni á bálið.“ – Sarah.

Meginregla í Bíbliuni: „Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.“ – Orðtøkini 13:20.

Halt teg frá óhóskandi undirhaldi. Tað er einki loyndarmál, at so at siga alt, sum undirhaldsídnaðurin hevur at bjóða, hevur seksuelt innihald. „Tað, sum ávirkar meg mest, er tónleikur,“ sigur Nicole. „Tónleikur kann vekja skeivar tankar og kenslur í mær, sum eg havi øgiliga ringt við at stýra.“

„Einaferð fór eg at hyggja at filmum og sjónvarpsrøðum, sum handlaðu nógv um sex. Áðrenn eg visti av, hugsaði eg nógv um sex. Tað var ikki ringt at rokna út hví. Tá ið eg helt uppat at hyggja at filmunum og sjónvarpsrøðunum, hugsaði eg ikki so nógv um sex longur. Tá ið mann er kræsin í sambandi við undirhald, verður tað lættari at vinna á skeivum tonkum.“ – Joanne.

Meginregla í Bíbliuni: „Siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara.“ – Efesusbrævið 5:3.

Niðurstøðan: Nøkur halda, at kynsligi tørvurin hevur so stóran týdning, at hann hvørki skal ella kann stýrast. Men Bíblian sigur nakað annað. Hon lærir, at vit menniskju eru før fyri at stýra okkara tonkum, og tað vísir, at tað ikki er líkamikið fyri Gud, hvat vit velja at gera.

Meginregla í Bíbliuni: „[Tit skulu] endurnýggjast í anda sinnis tykkara.“ – Efesusbrævið 4:23.

^ par. 16 Tað er umráðandi, at tú lærir teg at hava sjálvstamarhald, tá ið tú ert ógiftur, tí tú fært eisini brúk fyri at vísa sjálvstamarhald, um tú verður giftur.