Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg standa ímóti freistingum?

Hvussu kann eg standa ímóti freistingum?

Paulus ápostul skrivaði: ’Fyri meg, sum vil gera hitt góða, fellur hitt illa mær lætt.’ (Rómbrævið 7:21, Dahl/Viderø) Hevur tú nakrantíð havt tað so? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær at standa ímóti freistingini at gera nakað skeivt.

 Hvat skalt tú vita?

Bólkatrýst kann fáa teg at geva eftir fyri freisting. Bíblian sigur, at „ringur felagsskapur spillir góðar siðir“. (1. Korintbræv 15:33) Trýst frá øðrum ella frá undirhaldi kann vekja nøkur ynski í tær, sum kunnu freista teg at gera nakað skeivt og enntá fáa teg at „fylgja fjøldini í tí, sum ónt er“. – 2. Mósebók 23:2.

„Tað, at tú gjarna vilt vera dámdur og góðkendur av øðrum, kann fáa teg at gera alt, sum onnur gera, bara fyri at sleppa upp í part.“ – Jeremy.

Hugsa um hetta: Hví er tað kanska verri at standa ímóti freisting, um tú leggur ov nógv í, hvat onnur hugsa um teg? – Orðtøkini 29:25.

Niðurstøðan: Lat ikki bólkatrýst fáa teg at slaka viðvíkjandi tí, sum tú veitst er rætt og skeivt.

 Hvat kanst tú gera?

Tú mást vita, hvat tú trýrt. Veitst tú ikki, hvat tú trýrt uppá, kanst tú blíva sum ein dukka við træðrum, sum onnur stýra. Tað er nógv betri at fylgja ráðunum í Bíbliuni: „Kannið alt og haldið fast um tað, sum er gott.“ (1. Tessalonikabræv 5:21, Nýggi Sáttmálin) Betur tú skilur tína trúgv, lættari verður tað at halda fast við hana og standa ímóti freistingini at ganga ímóti henni.

Hugsa um hetta: Hví ert tú sannførdur um, at tað er til títt egna besta at fylgja Guds moralnormum?

„Eg havi lagt merki til, at fólk fáa størri virðing fyri mær, tá ið eg haldi fast við mína sannføring og ikki gevi eftir fyri freisting.“ – Kimberly.

Fyrimynd í Bíbliuni: Dániel. Meðan Dániel helst enn var tannáringur, ’setti hann sær fyri’, at hann vildi akta Guds lógir. – Dániel 1:8.

Veitst tú ikki, hvat tú trýrt uppá, kanst tú blíva sum ein dukka við træðrum, sum onnur stýra

Kenn tínar veikleikar. Í Bíbliuni verður tosað um ’ungdómslystir’ – ein hugur, sum er serliga sterkur, tá ið tú ert ungur. (2. Timoteusarbræv 2:22) Hetta fevnir ikki bara um hugin til sex, men eisini ynskið um at hoyra til og at sleppa at bestemma sjálvur, áðrenn mann er nóg gamal.

Hugsa um hetta: Bíblian sigur, at „ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd“. (Jákupsbrævið 1:14) Hvat freistar teg mest?

„Ver ærligur, tá ið tú hugsar um, hvat freistar teg mest. Royn at finna út av, hvussu tú kanst standa ímóti teimum freistingunum, og skriva nøkur punkt niður, sum tú kanst brúka. Tí so veitst tú, hvussu tú kanst standa ímóti, næstu ferð tú verður freistaður.“ – Sylvia.

Fyrimynd í Bíbliuni: Dávid. Viðhvørt gav Dávid eftir fyri trýsti frá øðrum og fyri sínum egnu ynskjum. Men hann lærdi av sínum mistøkum og royndi at standa ímóti freisting. Hann bað til Jehova: „Skap í mær reint hjarta, og gev av nýggjum støðugan anda innan í mær!“ – Sálmur 51:12.

Tak stýringina. Bíblian sigur: „Lat teg ikki vinna av hinum illa.“ (Rómbrævið 12:21) Tað vil siga, at tú ikki noyðist at vera eitt offur fyri freisting. Tú kanst sjálvur velja at gera tað rætta.

Hugsa um hetta: Hvussu kanst tú taka stýringina og sjálvur gera av, hvussu endin verður í eini støðu, har tú kundi verið freistaður at gera nakað skeivt?

„Eg royni at ímynda mær, hvussu eg fari at hava tað aftaná, um eg gevi eftir fyri eini freisting. Fari eg at hava tað gott? Kanska, men bara eina løtu. Fari eg at hava tað gott í longdini? Nei, eg fari at hava tað verri. Er tað veruliga tað vert? Nei!“ – Sophia.

Fyrimynd í Bíbliuni: Paulus. Paulus visti, at hann hevði lyndi til at gera ymiskt skeivt, men hann tók stýringina. Hann skrivaði: „Eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi.“ – 1. Korintbræv 9:27.

Niðurstøðan: Tað er tú, sum gert av, hvussu tú vilt bera teg at, tá ið tú verður freistaður.

Minst til, at freistingar ikki eru varandi. „Nógv, sum eg helt vera eina freisting, tá ið eg gekk í skúla, er slett ikki ein freisting longur,“ sigur 20 ára gamla Melissa. „At hugsa um tað hjálpir mær at síggja, at tað, sum freistar meg nú, eisini fer at verða fortíð. Og tá ið eg so einaferð hugsi aftur í tíðina, kann eg gleðast um, at eg kláraði at standa ímóti freistingini.“