Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvat kann eg gera, um eg havi tunglyndi?

Hvat kann eg gera, um eg havi tunglyndi?

 Hvat hevði tú gjørt?

Hugsa um hesar báðar støðurnar:

Jennifer er ongantíð glað longur. Hon grætur hvønn dag, men veit ikki ordiliga hví. Hon vil helst ikki vera saman við fólki og etur næstan einki. Hon hevur ilt við at sova og hugsavna seg. Jennifer undrast: ’Hvat er galið við mær? Fái eg tað nakrantíð gott aftur?’

Mark hevur verið ein dugnaligur næmingur. Men nú hatar hann at ganga í skúla og fær vánaligar karakterir. Mark orkar ikki at íðka ítrótt, sum hann annars plagdi at dáma væl. Vinirnir undrast, og foreldrini eru stúrin. Er tað bara nakað, sum gongur yvir, ella er tað meira álvarsamt?

Hevur tú tað ofta sum Jennifer ella Mark? Hvat kanst tú gera, um so er? Tú kundi roynt eitt av hesum uppskotunum:

  1. Royn at klára tað sjálvur

  2. Tosa við ein vaksnan, sum tú lítur á

Møguleiki A virkar kanska freistandi, serliga um tú ikki hevur hug at tosa við nakran. Men er tað skilagott? Bíblian sigur: „Betri eru tveir enn ein ... Tí at um annar teirra dettur, kann annar reisa felaga sín upp aftur; men neyðar maður, ið einsamallur er; tí tá ið hann dettur, er eingin at reisa hann upp aftur.“ – Prædikarin 4:9, 10, Dahl/Viderø.

Ímynda tær, at tú ert vilstur í einum øki við nógvum harðskapi og brotsverkum. Tað er myrkt, og hvar tú so vendir tær, sært tú óhugnalig fólk. Hvat hevði tú gjørt? Tú kundi roynt at funnið út sjálvur. Men hevði tað ikki verið betri at biðið onkran hjálpa tær, sum tú lítur á?

Tunglyndi kann samanberast við eitt sovorðið øki. Tað er rætt, at tú kanst føla teg keddan viðhvørt, og at tað fer burtur av sær sjálvum. Men blívur tú við at vera tungur í huga, er best at leita sær hjálp.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Hin eginsinti ... ilskast at øllum vísum ráðum.“ – Orðtøkini 18:1.

Fyrimunurin við møguleika B – at tosa við foreldrini ella ein annan vaksnan – er, at tú kanst fáa nyttu av royndunum hjá nøkrum, sum sjálv hava havt keðiligar kenslur.

Tú hugsar kanska: ’Foreldrini hjá mær hava ikki ánilsi av, hvussu eg havi tað.’ Men veitst tú tað við vissu? Hóast tað, sum tey upplivdu sum tannáringar, var øðrvísi enn tað, sum tú upplivir, kunnu kenslurnar hjá teimum hava verið tær somu. Og tey vita kanska, hvat tú kanst gera.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Lat aldurin tala, og hini mongu ár kunngera vísdóm!“ – Job 32:7.

Niðurstøðan: Tosar tú við foreldrini ella onkran annan vaksnan, tú lítur á, fært tú helst nøkur ráð, sum rigga.

Tunglyndi kann samanberast við at vera vilstur í einum vandamiklum øki. Tú mást hava hjálp fyri at finna út aftur

 Hvat um tað er neyðugt við læknaviðgerð?

Um tú ert tungur í huga hvønn dag, hevur tú kanska tunglyndi, sum krevur viðgerð.

Nógvir tannáringar verða keddir av og á, men tað kann vera ringt at vita, um tað bara er vanligt ringt lag, ella um talan er um tunglyndi. So um tú í longri tíð hevur verið øgiliga keddur, hevði tað so ikki verið gott at tosað við foreldrini um at fara til lækna?

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum.“ – Matteus 9:12.

Eingin grund er at skammast, um tað verður staðfest, at tú hevur tunglyndi. Nógv ung fólk fáa tunglyndi, og tað ber til at gera nakað við tað! Sannir vinir fara ikki at hugsa nakað keðiligt um teg.

Prei: Ver tolin. Tað tekur tíð at koma burtur úr tunglyndi, og tú kanst vænta at hava bæði góðar og ringar dagar. *

 Hvat kanst tú gera fyri at fáa tað betri?

Uttan mun til um tú hevur brúk fyri læknaviðgerð ella ikki, so ber til at gera ymiskt, um tú blívur við at vera tungur í huga. Til dømis er tað gott at røra seg regluliga, at eta sunt og at sova nóg nógv, tí tað kann hjálpa tær at stýra tínum kenslum. (Prædikarin 4:6; 1. Timoteusarbræv 4:8) Tað kann eisini vera ein hjálp at skriva um tínar kenslur, tíni mál fyri at fáa tað betri, og hvat hevur riggað væl og minni væl.

Líkamikið um tú hevur tunglyndi ella bara hevur tað ringt fyri tíðina, so er gott at minnast til hetta: Um tú tekur ímóti hjálp frá øðrum og gert nakað fyri at fáa tað betri, kann tað lukkast hjá tær at vinna á tunglyndi.

 Bíbliuørindi, sum kunnu hjálpa

  • „HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.“ – Sálmur 34:19.

  • „Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast.“ – Sálmur 55:23.

  • „Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: ’Óttast ikki! Eg hjálpi tær!’“ – Esaias 41:13.

  • „Stúrið ... ikki fyri deginum í morgin!“ – Matteus 6:34.

  • ’Latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud. So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu tykkara.’ – Filippibrævið 4:6, 7.

^ par. 28 Gongur tú og hugsar um sjálvmorð, mást tú leita tær hjálp hjá einum vaksnum beinanvegin. Fleiri upplýsingar eru at finna í greinini „Hvorfor leve videre?“ í Vågn op! frá apríl 2014.