Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hví læra eitt nýtt mál?

Hví læra eitt nýtt mál?

At læra eitt nýtt mál krevur sjálvstamarhald og eyðmjúkleika. Er tað stríðið vert? Tað halda nógv ung, at tað er. Henda greinin greiðir frá, hví tey halda tað.

 Hví gera tað?

Nógv læra eitt nýtt mál, tí tað er ein partur av undirvísingini í skúlanum. Onnur hava sjálv valt at læra seg eitt nýtt mál. Her eru nøkur dømi:

  • Ein ung kvinna í Avstralia, sum eitur Anna, setti sær fyri at læra lettiskt, sum er móðurmálið hjá mammuni. Anna sigur: „Vit ætla okkum sum familja at fara ein túr til Lettlands, og eg vil gjarna kunna tosa við skyldfólkini, vit hava har.“

  • Gina, sum er eitt Jehova vitni úr USA, lærdi seg amerikanskt teknmál (ASL) og flutti til Belis fyri at gera meira í boðanini. Hon sigur: „Ein, sum er deyvur, hevur kanska bara nøkur fá fólk at samskifta við. Fólk verða so glað, tá ið eg fortelji teimum, at eg havi lært meg teknmál fyri at kunna undirvísa í Bíbliuni á teirra máli.“

Visti tú? Bíblian hevur boðað frá, at tey góðu tíðindini um Guds ríki skuldu boðast fyri fólkum av ’øllum tjóðum, ættum og tungumálum’. (Opinberingin 14:6) Nógv ung Jehova vitni eru við til at uppfylla hesa profetiina, tí tey hava valt at læra seg eitt nýtt mál fyri at kunna gera meira í boðanini, antin í heimlandinum ella í einum øðrum landi.

 Hvat kann vera ringt?

Tað er ikki lætt at læra eitt nýtt mál. Corrina, sum er tannáringur, sigur: „Eg helt, at eg bara skuldi læra nýggj orð, men eg fann út av, at eg eisini mátti læra at skilja eina nýggja mentan og at hugsa øðrvísi. Tað tekur langa tíð at læra eitt nýtt mál.“

Tað er eisini neyðugt at vera eyðmjúkur. James, ein ungur maður, sum hevur lært seg spanskt, sigur: „Tú mást læra teg at flenna at tær sjálvum, tí tú fert at siga nógv skeivt. Men tað er ein partur av at læra.“

Niðurstøðan: Um tú klárar at liva við, at tað ikki altíð gongur líka væl, og at tú sigur okkurt skeivt, sum viðhvørt er flóvisligt, so er tað meira sannlíkt, at tað eydnast hjá tær at læra eitt nýtt mál.

Prei: Miss ikki mótið, um tað virkar sum, at onnur gera framstig skjótari enn tú. Bíblian sigur: „Ein og hvør royni sítt egna verk! Tá skal hann hava rós sítt, bert eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er.“ – Galatiabrævið 6:4.

 Hvat fært tú burturúr?

Tað hevur nógvar fyrimunir at læra eitt nýtt mál. Til dømis sigur Olivia, sum er tannáringur: „Tá ið tú lærir eitt nýtt mál, víðkar tú sjónarringin og fært nýggjar vinir.“

Ein tannáringagenta, sum eitur Mary, fekk størri sjálvsálit, tá ið hon fór at læra seg eitt nýtt mál. Hon sigur: „Eg haldi næstan ongantíð, at tað, sum eg geri, er gott nokk, men nú tá ið eg eri farin at læra eitt annað mál, verði eg so glað, hvørja ferð eg læri eitt nýtt orð. Tað gevur mær størri sjálvsálit.“

Eftir at áðurnevnda Gina hevur lært seg teknmál, er tað blivið enn stuttligari hjá henni at fortelja fólki um Bíbliuna. Hon sigur: „Tað er so gevandi at síggja, hvussu glað fólk blíva, tá ið eg royni at tosa við tey á teirra egna máli!“

Niðurstøðan: Tá ið tú lærir eitt nýtt mál, kann tað geva tær nýggjar vinir, størri sjálvsálit og størri gleði í boðanini. Tað hevur stóran týdning at bera „øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum“ tey góðu tíðindini á teirra egna máli. – Opinberingin 7:9.