Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvat kann eg gera, um eg keði meg?

Hvat kann eg gera, um eg keði meg?

Hjá summum er einki verri enn at sita heima ein regnvátan seinnapart og einki hava at gera og ongastaðni at fara. Ein ungur maður, sum eitur Robert, sigur: „Sovorðnar dagar keði eg meg so illa.“

Hevur tú onkuntíð havt tað so? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær.

 Hvat skalt tú vita?

  • Ein skermur er kanska ikki altíð loysnin.

    Tað er rætt, at tíðin gongur, tá ið mann er á netinum, men tað kann eisini køva títt hugflog, so tú keðir teg uppaftur meira. Jeremy, sum er 21 ára gamal, sigur: „Mann situr bara og starir at einum skermi uttan yvirhøvur at hugsa.“

    Hesum er 23 ára gamla Elena samd í. Hon sigur: „Tað er mark fyri, hvat mann kann gera á einum skermi. Tað fær teg at flýggja frá veruleikanum, og tá ið tú leggur telefonina ella teldilin frá tær, verður lívið enn meira keðiligt.“

  • Tín hugburður ger mun.

    Heldur mann uppat at keða seg, um mann hevur nógv at gera? Tað veldst um, hvussu stóran áhuga tú hevur í tí, sum tú gert. Ein ung genta, sum eitur Karen, sigur: „Eg keddi meg altíð í skúlanum, sjálvt um eg hevði nokk at gera allan dagin. Tú mást liva teg inn í tað, sum tú gert, um tú ikki skalt keða teg.“

Visti tú? Tá ið tú einki hevur at gera, er tað ikki ein forðing, men ein møguleiki. Tað gevur tínum kreativiteti ein kjans at spíra.

Tíðin, tú hevur fyri teg sjálvan, er sum góð mold, har tín kreativitetur kann spíra

 Hvat kanst tú gera?

Víðka sjónarringin. Fá nýggjar vinir. Fá tær eitt nýtt ítriv. Lær teg okkurt nýtt. Fólk, sum hava nógv áhugamál, keða seg ikki so lætt, tá ið tey eru einsamøll – og tey eru allarhelst ikki keðilig at vera saman við.

Meginregla í Bíbliuni: „Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað!“ – Prædikarin 9:10.

„Eg eri nýliga farin at læra meg kinesiskt. Eg venji hvønn dag, og tað hevur mint meg á, at eg havi saknað at gera okkurt sovorðið. Eg elski at hava eina verkætlan koyrandi, tí so havi eg nakað at gera og veit, at eg brúki tíðina væl.“ – Melinda.

Hugsa um endamálið. Tá ið tú sært eina meining við tí, sum tú gert, fært tú størri hug at gera tað. Sjálvt tað at gera skúlating verður ikki so keðiligt, um tú skilur endamálið við tí.

Meginregla í Bíbliuni: „Tað er einki betri hjá monnum enn at ... unna sær góðar dagar mitt í møði síni.“ – Prædikarin 2:24, Dahl/Viderø.

„Tá ið endaliga próvtøkan nærkaðist, mátti eg sita og lesa átta tímar um dagin, tí eg var komin afturúr. Var tað keðiligt? Ikki tá ið eg hugsaði um endamálið. Eg bleiv við at hugsa um próvtøkuna, og tað gav mær hug at gera nakað við tað.“ – Hannah.

Góðtak tað, sum tú ikki fært broytt. Sjálvt tað, sum er øgiliga spennandi í lívinum, kann viðhvørt vera eintáttað. Og sjálvt tínir bestu vinir kunnu viðhvørt avlýsa eina avtalu, so tú knappliga einki hevur at gera. Men heldur enn at blíva í ringum lag, kanst tú royna at hugsa positivt.

Meginregla í Bíbliuni: „Hin hjartaglaði er altíð í veitslu.“ – Orðtøkini 15:15, Dahl/Viderø.

„Ein vinkona segði við meg, at eg skuldi læra at njóta tíðina, eg havi fyri meg sjálva. Hon segði, at tað er gott hjá øllum at læra seg at hava javnvág millum at vera saman við øðrum og at vera einsamallur.“ – Ivy.