Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg brúka tíðina skilagott?

Hvussu kann eg brúka tíðina skilagott?

 Hví hevur tað týdning?

  • Tíð er sum pengar. Spillir tú tíðina burtur, hevur tú hana ikki, tá ið tú hevur brúk fyri henni. Men um tú hinvegin gert eina tíðarætlan, so hevur tú eisini tíð til tað, sum tú heldur vera stuttligt.

    Meginregla í Bíbliuni: „Hin lati tráar – og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett.“ – Orðtøkini 13:4.

    Niðurstøðan: At brúka tíðina skilagott gevur tær meira frælsi, ikki minni.

  • Lærir tú teg at brúka tíðina skilagott nú, kann tað gagna tær restina av lívinum. Ja, tað kann vera við til at gera av, um tú verður verandi í einum arbeiði ella verður koyrdur. Hevði tú til dømis, um tú hevði eina fyritøku, viljað havt ein í arbeiði, sum ferð eftir ferð kom ov seint?

    Meginregla í Bíbliuni: „Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum.“ – Lukas 16:10.

    Niðurstøðan: At duga at brúka tíðina skilagott sigur nógv um, hvussu ein persónur er.

Men tað skal sigast, at tað at brúka tíðina skilagott ikki altíð er lætt. Her eru nøkur dømi um, hvat kann vera ein avbjóðing.

Avbjóðing 1: Vinir

„Tá ið vinfólk spyrja meg, um vit skulu gera okkurt saman, sigi eg næstan altíð ja, sjálvt um eg í veruleikanum ikki havi tíð. Eg haldi bara, at eg kann skunda mær við tí, sum eg noyðist at gera, tá ið eg komi heim. Tað riggar ikki altíð so væl, og viðhvørt endar tað heilt galið hjá mær.“ – Cynthia.

Avbjóðing 2: At lata seg órógva

„Tað er øgiliga freistandi at hyggja í sjónvarp. Tað er ringt at lata vera at hyggja at ymiskum røðum og filmum.“ – Ivy.

„Eg kann sita við teldlinum í tímavís. Eg fái ringa samvitsku, tá ið tað einasta, sum kann fáa meg at leggja hann frá mær, er, at eingin streymur er eftir.“ – Marie.

Avbjóðing 3: At útseta

„Eg útseti bæði skúlating og alt annað, sum eg eigi at gera. Eg spilli tíðina burtur við onkrum nyttuleysum, inntil eg bara eri noydd at gera tað, sum eg skal gera – og tað er ikki akkurát besti mátin at brúka tíðina.“ – Beth.

At brúka tíðina skilagott gevur tær meira frælsi, ikki minni

 Hvat kanst tú gera?

  1. Ger ein lista við tí, sum tú skalt náa. Tað kundi til dømis verið okkurt húsligt arbeiði og skúlating. Skriva, hvussu nógva tíð tú skalt brúka um vikuna til hvørja uppgávu.

    Meginregla í Bíbliuni: ’Dømið um, hvat beinast er.’ – Filippibrævið 1:10.

  2. Ger ein lista við tí, sum tú hevur hug til at gera í frítíðini. Tað kundi til dømis verið at brúka sosialar miðlar ella at hyggja í sjónvarp. Skriva so, hvussu nógvar tímar tú brúkar til tað um vikuna.

    Meginregla í Bíbliuni: „Keypið hina lagaligu tíð!“ – Kolossebrævið 4:5.

  3. Ger eina ætlan. Hygg at teimum báðum listunum, sum tú hevur gjørt. Hevur tú sett nóg nógva tíð av til tær mest týðandi uppgávurnar? Ella noyðist tú at ’keypa tíð’ frá onkrum frítíðarítrivi?

    Prei: Ger ein lista við tí, sum tú skalt gera hvønn dag, og krossa av, so hvørt sum tú ert liðugur.

    Meginregla í Bíbliuni: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ – Orðtøkini 21:5.

  4. Fylg ætlanini. Tú noyðist kanska viðhvørt at siga nei til at vera saman við vinfólki fyri at kunna náa tað, sum tú skalt gera. Men sum heild fert tú at hava meira frítíð, og tú fert at njóta tað meira.

    Meginregla í Bíbliuni: „Verið røsk og haldið tykkum ikki aftur.“ – Rómbrævið 12:11, Nýggi Sáttmálin.

  5. Unn tær okkurt gott, men ikki ov tíðliga. Ein ung kvinna, sum eitur Tara, sigur: „Viðhvørt, tá ið eg havi gjørt tvey av teimum tingunum, sum eg skal gera, hugsi eg, at eg líka kann seta meg at hyggja í sjónvarp í eitt korter og so fara aftur til verka. Men eitt korter verður til ein hálvan tíma, og ein hálvur tími til ein tíma, og áðrenn eg veit av, havi eg spilt tveir tímar framman fyri sjónvarpinum.“

    Hvat kanst tú gera? Met tað at taka sær av løttum sum eina løn fyri at hava gjørt alt hitt liðugt – ikki bara sum ein fastan part av dagligdegnum.

    Meginregla í Bíbliuni: „Tað er einki betri hjá monnum enn at ... unna sær góðar dagar mitt í møði síni.“ – Prædikarin 2:24, Dahl/Viderø.