Hví lurtar Gud ikki eftir øllum bønum?
Bíblian svarar
Gud svarar ikki øllum bønum. Her eru tvær grundir til, at hann ikki ger tað.
1. At bønin er í stríð við Guds vilja
Gud svarar ikki bønum, sum eru í stríð við hansara vilja, ella hansara krøv, sum standa í Bíbliuni. (1. Jóhannesarbræv 5:14) Til dømis sigur Bíblian, at vit ikki mugu vera havisjúk, ella óð eftir tí materiella. Pengaspæl elvir til havisjúku. (1. Korintbræv 6:9, 10) So Gud svarar ikki tínari bøn, um tú biður um at sleppa at vinna í eydnuspæli. Gud er ikki bara onkur, tú kanst biðja til fyri at fáa øll tíni ynski uppfylt. Og tað kanst tú í roynd og veru vera glaður fyri. Tí annars skuldi tú kanska verið bangin fyri, hvat onnur kundu biðið Gud um at gera. – Jákupsbrævið 4:3.
2. At tann, sum biður, ger uppreistur
Gud lurtar ikki eftir teimum, sum vitandi og við vilja eru honum ólýðin. Til dømis segði Gud við tey, sum søgdu seg tæna honum, men sum gjørdu uppreistur: „Hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!“ (Esaias 1:15) Men um tey høvdu broytt seg og fingið alt í rættlag við Gud, so hevði hann lurtað eftir teimum. – Esaias 1:18.

