Er tað skeivt at spæla um pengar?
Bíblian svarar
Hóast Bíblian ikki sigur nakað stórvegis um tað at spæla um pengar, ber tað til at finna út av, hvat Gud heldur um sovorðið, um vit kanna nakrar bíbilskar meginreglur. – Efesusbrævið 5:17. a
Tað at spæla um pengar er stýrt av havisjúku, ella girnd, og tað er nakað, Gud hatar. (1. Korintbræv 6:9, 10; Efesusbrævið 5:3, 5) Tey, sum spæla um pengar, vilja vinna upp á tað, at onnur tapa. Men Bíblian fordømir, at mann vil hava tað, sum onnur eiga. – 2. Mósebók 20:17; Rómbrævið 7:7; 13:9, 10.
Tá ið mann spælir um pengar, eisini um smáar upphæddir, kann tað lætt føra til, at mann kemur at elska pengar, og tað er skaðiligt. – 1. Timoteusarbræv 6:9, 10.
Tey, sum spæla um pengar, eru ofta pátrúgvin og líta á hepni. Men í Guds eygum er eitt slíkt álit eitt slag av avgudadyrkan, og tað hoyrir ikki heima í tilbiðingini av honum. – Esaias 65:11, Dahl/Viderø.
Bíblian eggjar okkum til at arbeiða heldur enn at royna at fáa nakað fyri einki. (Prædikarin 2:24; Efesusbrævið 4:28) Tey, sum fylgja hesum ráðnum í Bíbliuni, kunnu „eta sítt egna breyð“. – 2. Tessalonikabræv 3:10, 12.
At spæla um pengar kann føra til ein keðiligan kappingaranda, og tað er nakað, sum Bíblian ávarar ímóti. – Galatiabrævið 5:26.
a Bíblian nevnir bara eina ferð tað at spæla um nakað, og tað er, tá ið rómversku hermenninir kastaðu lut um klæðini hjá Jesusi. – Matteus 27:35; Jóhannes 19:23, 24.