Skal eg biðja til halgimenni?
Bíblian svarar
Nei. Bíblian sigur, at vit bara skulu biðja til Gud, í Jesu navni. Jesus segði við sínar lærisveinar: „Tí skulu tit biðja soleiðis: ’Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!’“ (Matteus 6:9) Hann segði ongantíð við lærisveinarnar, at teir skuldu biðja til halgimenni, einglar ella til nakran annan enn Gud.
Jesus segði eisini við lærisveinarnar: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“ (Jóhannes 14:6) Gud hevur bara givið Jesusi myndugleika at vera millummaður millum okkum og Gud. – Hebrearabrævið 7:25.
Kann eg biðja bæði til Gud og til halgimenni?
Jesus segði, tá ið hann bleiv freistaður av Satani: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“ (Matteus 4:10) Gud krevur, at vit bara tilbiðja hann, og tað kunnu vit millum annað gera við at biðja til hansara. – Esaias 48:11.
Vit særa Gud, um vit biðja til nakran annan, sjálvt til halgimenni ella heilagar einglar. Tá ið Jóhannes ápostul ætlaði at tilbiðja ein eingil, steðgaði eingilin honum og segði: „Ger ikki tað! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, teirra, sum hava vitnisburð Jesusar. Tilbið Gud!“ – Opinberingin 19:10.