Far beinleiðis til innihaldið

Eru pengar rótin til alt ilt?

Eru pengar rótin til alt ilt?

Bíblian svarar

Nei. Bíblian sigur ikki, at pengar í sær sjálvum eru skaðiligir, og hon sigur heldur ikki, at pengar eru orsøkin til alt ilt. Kenda orðingin „pengar eru rótin til alt ilt“ er ikki rætt endurgivin úr Bíbliuni, tí har stendur: „Peningakærleiki er rót til alt ilt.“ Tað vil siga, at tað er kærleikin til pengar, sum er trupulleikin. – 1. Timoteusarbræv 6:10.

 Hvat sigur Bíblian um pengar?

Bíblian vísir, at pengar, tá ið teir verða brúktir við skili, kunnu vera nyttuligir og enntá verja okkum. (Prædikarin 7:12, Dahl/Viderø) Og hon sigur eisini, at tað er gott at vera gávumildur, sum kann fevna um at geva øðrum pengar. – Orðtøkini 11:25.

Samstundis ávarar Bíblian okkum um at lata pengar hava mest at siga í okkara lívi. Hon sigur: „Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava.“ (Hebrearabrævið 13:5) Tað er altso umráðandi, at vit hava røttu áskoðanina á pengar og ikki stremba eftir at blíva rík. Vit skulu heldur royna at vera nøgd við tað, sum vit veruliga hava brúk fyri, til dømis mat, klæðir og eitt stað at búgva. – 1. Timoteusarbræv 6:8.

 Hví ávarar Bíblian okkum um at hava kærleika til pengar?

Tey, sum eru havisjúk, fáa ikki ævigt lív. (Efesusbrævið 5:5) Tí havisjúka er eitt slag av avgudadyrkan, ella falskari tilbiðing. (Kolossebrævið 3:5) Og tey, sum eru havisjúk, skúgva ofta góðar meginreglur til viks fyri at fáa tað, sum tey vilja hava. (Orðtøkini 28:20) Tey kunnu enntá verða freistað at bróta lógina, sum til dømis við at svika, kroysta pengar úr fólki ella enntá kidnappa ella drepa onkran.

Sjálvt um tað ikki endar so galið, kann peningakærleiki hava aðrar keðiligar avleiðingar. Bíblian sigur: „Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir.“ – 1. Timoteusarbræv 6:9.

 Hvussu kunnu bíbilsku ráðini um pengar hjálpa okkum?

Halda vit fast við moralsk og andalig virði í sambandi við pengar, kunnu vit varðveita okkara sjálvsvirði og fáa Guds góðkenning og hjálp. Gud gevur øllum, sum royna at gleða hann, hetta lyftið: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær.“ (Hebrearabrævið 13:5, 6) Gud lovar eisini, at ein „trúfastur maður verður ríkliga signaður“. – Orðtøkini 28:20.