Far beinleiðis til innihaldið

Er Gud atvoldin til okkara líðingar?

Er Gud atvoldin til okkara líðingar?

Bíblian svarar

Bíblian svarar klárt og greitt nei! Tað hevur ongantíð verið Jehova Guds ætlan, at menniskju skuldu líða. Men tey bæði fyrstu menniskjuni gjørdu uppreistur móti Guds harradømi, við tað at tey valdu at áseta sínar egnu normar fyri, hvat er gott og ilt. Tey vendu Gudi bakið og komu at kenna sviðan av avleiðingunum.

Í dag liva vit við fylgjunum av vánaligu avgerðini, sum tey tóku. Men tað er avgjørt ikki Gud, sum er atvoldin til, at menniskju líða.

Bíblian sigur: „Eingin sigi, táið hann verður freistaður: ’Eg verði freistaður av Gudi’! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan.“ (Jákupsbrævið 1:13) Øll kunnu koma at uppliva órættvísi og líðingar – sjálvt tey, sum Gud er góður við.