Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu nógv nøvn hevur Gud?

Hvussu nógv nøvn hevur Gud?

Bíblian svarar

Gud hevur bara eitt persónligt navn. Tað verður skrivað יהוה á hebraiskum og verður vanliga endurgivið „Jehova“ á føroyskum. * Við profeti sínum, Esaiasi, segði Jehova: „Eg eri HARRIN *, tað er navn Mítt.“ (Esaias 42:8) Guds persónliga navn, Jehova, stendur umleið 7.000 ferðir í gomlum bíbliuhandritum, og tað er nógv oftari enn nakað heiti hjá Gudi, ja, enntá enn nakað annað persónligt navn. *

Hevur Jehova onnur nøvn?

Hóast Bíblian bara nevnir Gud við einum persónligum navni, brúkar hon nógv heiti um hann. Á listanum niðanfyri standa nøkur av hesum heitunum, og hvørt av teimum sigur okkum nakað um lyndið og persónleikan hjá Jehova.

Heiti

Tilvísing

Týdningur

Alfa og omega

Opinberingin 1:8; 21:6; 22:13

„Hin fyrsti og hin síðsti,“ ella „upphavið og endin“, merkir, at eingin alvaldur Gud var til áðrenn Jehova, og at eingin kemur aftan á hann. (Esaias 43:10) Alfa er fyrsti bókstavur í grikska stavraðnum, og omega er tann síðsti.

Allah

(Eingin)

Orðið „Allah“ kemur úr arabiskum og er ikki eitt persónligt navn, men eitt heiti, sum merkir „Gud“. Bíbliutýðingar á arabiskum og øðrum málum brúka orðið „Allah“ um „Gud“.

Eg eri Tann, Eg Eri

2. Mósebók 3:14

Verður alt, sum er neyðugt fyri at fremja sína ætlan. Henda orðingin er eisini umsett „Eg vil verða tað, sum eg havi hug at verða“ ella „Eg vil verða tað, sum eg velji at verða“. (The Emphasised Bible, eftir J.B. Rotherham; New World Translation) Henda lýsingin hjálpir okkum at skilja týdningin av persónliga navninum, Jehova, sum stendur í næsta ørindinum. – 2. Mósebók 3:15.

Faðir

Matteus 6:9

Gevur lív.

Frelsari

Esaias 45:21

Bjargar úr vanda og oyðing.

Gud

1. Mósebók 1:1

Ein, sum verður tilbiðin; ein, sum er sterkur. Hebraiska orðið Elohim er fleirtalsorð, sum vísir, at Jehova er stórbærur og hátignarligur.

Gud gudanna

5. Mósebók 10:17

Hin hægsti Gud í mun til ’avgudarnar’, sum summi tilbiðja. – Esaias 2:8.

Gud, sum krevur treytaleysan trúskap

2. Mósebók 34:14

Tolir onga kapping í sambandi við tilbiðing.

Hann, sum hoyrir bønir

Sálmur 65:3

Lurtar eftir hvørji einstakari bøn, sum verður biðin til hansara í trúgv.

Harri

Sálmur 135:5

Eigari ella harri; hebraiskt Adon og Adonim.

Harri drottin

1. Mósebók 15:2, Dahl/Viderø

Ræður yvir øllum; hebraiskt Adonaj.

Harri herskaranna, Harri Zebaot

Esaias 1:9; Rómbrævið 9:29

Herovasti yvir veldigum einglaskarum. Heitið „Harrin Zebaot“ kann eisini endurgevast „Jehova herskaranna“. – Rómbrævið 9:29, New World Translation.

Hin alvaldi

1. Mósebók 17:1

Hevur ósigrandi vald. Hebraiska orðingin El Sjaddaj, „alvaldi Gud“, stendur sjey ferðir í Bíbliuni.

Hin heilagi

Orðtøkini 9:10

Er meira heilagur (moralskt reinur) enn nakar annar.

Hin, ið gamal var

Dániel 7:9, 13, 22

Hevur onga byrjan; var til í ævir, áðrenn nakar annar ella nakað annað bleiv til. – Sálmur 90:2.

Hin hægsti

Sálmur 47:3; Dániel 7:18, 27

Hevur hægri sæti enn øll onnur; fullveldisharri.

Hirði

Sálmur 23:1

Hevur umsorgan fyri teimum, sum tilbiðja hann.

Klettur

Sálmur 18:3, 47

Eitt trygt skjól og kelda til frelsu.

Leirkerasmiður

Esaias 64:8

Hevur vald yvir einstaklingum og tjóðum, eins og ein leirkerasmiður hevur vald yvir leirinum. – Rómbrævið 9:20, 21.

Loysari, endurloysari

Esaias 41:14, Dahl/Viderø

Keypir mannaættina leysa frá synd og deyða við Jesusi Kristi sum loysigjald. – Jóhannes 3:16.

Lukkuligur Gud

1. Timoteusarbræv 1:11

Gleði og lukka eyðkenna hann. – Sálmur 104:31.

Skapari

Sálmur 149:2

Hevur skapt alt. – Opinberingin 4:11.

Ævinnar kongur

1. Timoteusarbræv 1:17, Nýggi Sáttmálin

Hansara harradømi hevur onga byrjan og ongan enda.

Staðarnøvn í Hebraisku skriftunum

Nøkur staðarnøvn í Bíbliuni hava Guds navn í sær, men eru ikki onnur nøvn fyri Gud.

Staðarnavn

Tilvísing

Týdningur

Jehova Jire

1. Mósebók 22:13, 14, New World Translation

„Jehova fær til vegar.“

Jehova Nissi

2. Mósebók 17:15, New World Translation

„Jehova er mítt signal,“ ella „hermerki“. Jehova er ein Gud, sum hansara fólk kann leita sær verju og hjálp hjá. – 2. Mósebók 17:13-16.

Jehova Sjalom

Dómararnir 6:23, 24, New World Translation

„Jehova er friður.“

Jehova Sjamma

Ezekiel 48:35, New World Translation

„Jehova er har.“

Hví skulu vit kenna og brúka Guds navn?

  • Gud má halda, at hansara persónliga navn, Jehova, hevur týdning, tí hann hevur latið tað skrivað fleiri túsund ferðir í Bíbliuna. – Malakias 1:11.

  • Sonur Guds, Jesus, vísti, at Guds navn hevur týdning. Hann bað til dømis soleiðis til Jehova: „Heilagt verði navn Títt.“ – Matteus 6:9; Jóhannes 17:6.

  • Tey, sum læra Guds navn at kenna og brúka tað, taka fyrsta stigið til at fáa eitt vinalag við Jehova. (Sálmur 9:10; Malakias 3:16) Og tí kunnu tey fáa nyttu av hesum lyftinum frá Gudi: „Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt.“ Sálmur 91:14.

  • Bíblian sigur: „Sokallaðir gudar eru – tað veri í himli ella á jørð – sum jú nógvir gudar eru, og nógvir harrar.“ (1. Korintbræv 8:5, 6) Men hon vísir, at hin einasti sanni Gud eitur Jehova. – Sálmur 83:19.

^ par. 3 Nakrir hebraiskir bíbliugranskarar meta, at „Jahve“ er rætta endurgevingin av Guds navni.

^ par. 3 Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve.“

^ par. 3 Ein styttur formur av gudsnavninum, „Jah“, stendur umleið 50 ferðir í Bíbliuni, millum annað í orðinum „halleluja“, sum merkir „lovið Jah.“ – Opinberingin 19:1.