Far beinleiðis til innihaldið

Kann Bíblian hjálpa mær, um eg havi eina varandi sjúku?

Kann Bíblian hjálpa mær, um eg havi eina varandi sjúku?

Bíblian svarar

Ja. Gud hevur umsorgan fyri øllum sínum tænarum, eisini teimum, sum eru sjúkir. Bíblian sigur um ein trúfastan tænara: „HARRIN skal styðja hann á sóttarsongini.“ (Sálmur 41:4) Hesi trý stigini kunnu hjálpa tær, um tú hevur eina varandi sjúku:

  1. Bið um styrki til at halda út. „Friður Guds, sum stígur upp um alt vit,“ kann minka um tínar stúranir og hjálpa tær at halda út. – Filippibrævið 4:6, 7.

  2. Ver positivur. Bíblian sigur: „Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.“ (Orðtøkini 17:22) Royn at síggja tað stuttliga í ymiskum, tí tað kann gera tær myrku løturnar ljósari og hava góða ávirkan á heilsuna.

  3. Lít á lyfti Guds. At hava eina álítandi vón kann hjálpa tær at varðveita gleðina hóast varandi sjúku. (Rómbrævið 12:12) Bíblian tosar um eina tíð, tá ið „eingin ... skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ (Esaias 33:24) Tá fer Gud at beina fyri varandi sjúkum, sum læknavísindi í dag ikki eru før fyri. Til dømis sigur Bíblian, at tey gomlu verða ung og frísk aftur: „Kroppur hansara verður tá hyldligari enn í ungdóminum, hann verður aftur sum á ungdómsdøgum sínum.“ – Job 33:25.

Gev gætur: Hóast vit sum Jehova vitni taka ímóti hjálpini, sum Gud gevur, taka vit eisini ímóti læknaviðgerð í sambandi við varandi sjúku. (Markus 2:17) Hinvegin mæla vit ikki til eina ávísa læknaviðgerð. Vit meina, at hvør einstakur má taka sína egnu avgerð.