Kunnu kristin taka ímóti læknaviðgerð?
Bíblian svarar
Ja. Jesus vísti, at kristin kunnu taka ímóti læknaviðgerð, tá ið hann segði: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!“ (Matteus 9:12) Hóast Bíblian ikki er nøkur læknabók, so eru meginreglur í henni, sum kunnu hjálpa teimum, ið vilja gleða Gud.
Spyr teg sjálvan
1. Skilji eg, hvat ein møgulig viðgerð ber í sær? Bíblian mælir til, at vit leita okkum álítandi upplýsingar heldur enn at ’trúgva hvørjum orði’. – Orðtøkini 14:15.
2. Skal eg spyrja ein ella tveir læknar aftrat? Tað kann vera gott at hava ’nógvar ráðgevarar’, serliga um støðan er álvarsom. – Orðtøkini 15:22.
3. Stríðir viðgerðin ímóti boðunum í Bíbliuni um at „halda seg ... frá blóði“? – Ápostlasøgan 15:20.
4. Verður okkultisma nýtt í sjúkugreiningini ella í viðgerðini? Bíblian fordømir ’gand’, ella okkultismu. (Galatiabrævið 5:19-21) Fyri at gera av, um talan er um okkultismu, kanst tú hugsa um hesar spurningar:
Brúkar læknin okkultismu?
Er viðgerðin grundað á ta fatan, at illir gudar ella fíggindar, sum brúka gand, eru orsøk til sjúkuna?
Verða offur, gandaorð ella onnur okkult ritual ella lutir brúktir, tá ið heilivágurin verður gjørdur ella nýttur?
5. Gangi eg ov høgt upp í mína heilsu? Bíblian mælir okkum til at vera skynsom. (Filippibrævið 4:5, New World Translation) At vera skynsamur og finna røttu javnvágina kann hjálpa tær at hugsavna teg um tað, sum hevur størri týdning, til dømis tað andaliga. – Filippibrævið 1:10; Matteus 5:3.