Bíblian svarar

Jesus var meira enn bara eitt gott menniskja. Eingin hevur havt so stóra ávirkan á mannasøguna sum hann. Legg til merkis, hvat hesir kendu søgufrøðingarnir og rithøvundarnir hava sagt um hann:

Jesus úr Nazaret ... er uttan iva týdningarmesti persónurin í søguni.“ – H.G. Wells, enskur søgufrøðingur.

[Jesus] hevur ávirkað fleiri menniskju enn nakar annar, ið hevur livað á hesi jørð, og ávirkanin heldur fram.“ – Kenneth Scott Latourette, amerikanskur søgufrøðingur og rithøvundur.

Bíblian sigur okkum, hví Jesus hevur havt størri ávirkan á menniskju enn nakar annar. Tá ið Jesus spurdi sínar nærmastu lærisveinar, hvønn teir hildu hann vera, svaraði ein teirra: „Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!“ – Matteus 16:16.