Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu frelsir Jesus okkum?

Hvussu frelsir Jesus okkum?

Bíblian svarar

Jesus frelsti trúføst menniskju, tá ið hann gav sítt lív sum loysigjald. (Matteus 20:28) Tí sigur Bíblian, at Jesus er ’frelsari heimsins’. (1. Jóhannesarbræv 4:14) Hon sigur eisini: „Frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“ – Ápostlasøgan 4:12.

Jesus ’smakkaði deyðan fyri øll’, sum trúgva á hann. (Hebrearabrævið 2:9; Jóhannes 3:16) Hareftir ’reisti Gud hann upp frá hinum deyðu’, og Jesus fór aftur til himmals sum andaskapningur. (Ápostlasøgan 3:15) Har kann Jesus „fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum“. – Hebrearabrævið 7:25.

Hví hava vit brúk fyri, at Jesus biður fyri okkum?

Vit eru øll syndarar. (Rómbrævið 3:23) Syndin skapar eina gjógv millum okkum og Gud og hevur deyða við sær. (Rómbrævið 6:23) Men vísa vit trúgv á Jesus, verður hann sum ein ’talsmaður’ fyri okkum. (1. Jóhannesarbræv 2:1) Jesus biður til Gud um, at hann má lurta eftir okkara bønum og fyrigeva okkum okkara syndir vegna loysigjaldið. (Matteus 1:21; Rómbrævið 8:34) Gud lurtar eftir slíkum bønum frá Jesusi, tí tær eru í samsvari við hansara vilja. Hann sendi Jesus niður á jørðina, ’fyri at heimurin skuldi verða frelstur við honum’. – Jóhannes 3:17.

Verða vit frelst, um vit bara trúgva á Jesus?

Nei. Hóast vit mugu trúgva á Jesus fyri at blíva frelst, er tað ikki nóg mikið. (Ápostlasøgan 16:30, 31) Bíblian sigur: „Eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk.“ (Jákupsbrævið 2:26) Hvat skal til fyri at blíva frelstur?

  • Vit mugu læra Jesus og faðir hansara, Jehova, at kenna. – Jóhannes 17:3.

  • Vit mugu hava trúgv á teir. – Jóhannes 12:44; 14:1.

  • Vit mugu vísa trúgv við at fylgja boðunum frá teimum. (Lukas 6:46; 1. Jóhannesarbræv 2:17) Jesus greiddi frá, at ikki øll, sum rópa hann „Harri“, blíva frelst, men bara tey ’ið gera vilja Faðirs [hansara], sum er í Himli’. – Matteus 7:21.

  • Vit mugu halda fram at vísa trúgv, sjálvt um vit fáa trupulleikar. Hetta gjørdi Jesus greitt, tá ið hann segði: „Tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.“ – Matteus 24:13.