Bíblian svarar

Bíblian nevnir ikki beinleiðis pornografi, netsex ella líknandi. Men hon greiðir týðiliga frá, hvussu Gud metir gerðir, sum kunnu føra til sex uttan fyri hjúnabandið ella geva eina bronglaða fatan av sex. Hugsa um hesi bíbliuørindini:

  • „Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna.“ (Kolossebrævið 3:5) At hyggja at pornografi beinir ikki fyri skeivum lystum, men ger teir tvørturímóti sterkari. Í Guds eygum verða vit skitin, ella órein, av hesum.

  • „Hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.“ (Matteus 5:28) Myndir við siðleysum seksuellum gerðum vekja skeivar tankar, sum føra til skeivar gerðir.

  • „Siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara.“ (Efesusbrævið 5:3) Vit skulu ikki so mikið sum skemta við skeivum seksuellum gerðum, og enn minni hyggja at slíkum ella lesa um slíkt.

  • „Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska ... og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.“ (Galatiabrævið 5:19-21) Tey, sum hyggja at pornografi ella fáast við netsex, telefonsex ella sexting, eru dálkað í Guds eygum. Um vit fingu fyri vana at gera slíkt, kundu vit púra mist Guds góðkenning.