Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er helviti? Er tað eitt stað við ævigari pínu?

Hvat er helviti? Er tað eitt stað við ævigari pínu?

Bíblian svarar

Nakrar bíbliutýðingar brúka orðið „helviti“ fyri hebraiska orðið „sheol“ og samsvarandi grikska orðið „hades“. Men hesi bæði orðini vísa í veruleikanum til deyðaríkið, ella grøvina hjá allari mannaættini. (Sálmur 16:10; Ápostlasøgan 2:27) Nógv trúgva á eitt brennandi helviti sum tað, ið er víst á myndini til hesa greinina. Men Bíblian lærir nakað annað.

  1. Tey deyðu vita ikki til sín og føla tí onga pínu. „Hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum.“ – Prædikarin 9:10.

  2. Góð menniskju fara eisini har. Trúføstu menninir, Jákup og Job, væntaðu at koma til staðið, sum nakrar bíbliutýðingar rópa helviti, men sum aðrar rópa deyðaríkið. – 1. Mósebók 37:35; Job 14:13.

  3. Revsingin fyri synd er deyði, ikki pína í einum brennandi helviti. „Tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini.“ – Rómbrævið 6:7.

  4. Ævig pína samsvarar ikki við Guds rættvísi. (5. Mósebók 32:4) Tá ið fyrsta menniskjað, Ádam, syndaði, segði Gud við hann, at revsingin heilt einfalt var, at hann ikki longur skuldi vera til: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða.“ (1. Mósebók 3:19) So Gud hevði logið, um hann hevði blakað Ádam í eitt brennandi helviti.

  5. Gud kundi ikki funnið upp á at pínt nakran í allar ævir. Læran um, at Gud revsar menniskju í einum brennandi helviti, samsvarar ikki við Bíbliuna, sum sigur: „Gud er kærleiki“. – 1. Jóhannesarbræv 4:8; Jeremias 7:31.