Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um hjúnaband millum fólk, sum ikki hoyra til somu rasu?

Hvat sigur Bíblian um hjúnaband millum fólk, sum ikki hoyra til somu rasu?

Bíblian svarar

 Gud góðkennir hjúnaband millum ein mann og eina kvinnu, sum ikki hoyra til somu rasu, tí allar rasur eru líka fyri honum. Bíblian sigur, at „Gud ger ikki mannamun“, men tekur ímóti fólki „í hvørji tjóð“. – Ápostlasøgan 10:34, 35.

 Her eru nakrar aðrar bíbilskar meginreglur um hetta evnið.

Allar rasur hava sama uppruna

 Øll menniskju stava frá fyrsta manninum, Ádami, og konu hansara, Evu, sum Bíblian nevnir „móðir at øllum, sum liva“. (1. Mósebók 3:20) Av hesi orsøk sigur Bíblian um Gud: „Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði.“ (Ápostlasøgan 17:26) Uttan mun til rasu, hoyra øll menniskju til eina og somu familju. Men hvat um rasufordómar ella stættamunur er, har sum tú býrt?

Tað er skilagott at tosa saman

 Hóast Gud góðtekur hjúnaband millum fólk, sum ikki hoyra til somu rasu, hava øll menniskju ikki somu áskoðan sum hann. (Esaias 55:8, 9) Um tú ætlar tær at gifta teg við einum, ið ikki hoyrir til somu rasu sum tú, er tað skilagott, at tú og komandi hjúnafelagin tosa um hetta:

  •   Hvussu skulu tit klára trýstið, sum samfelagið ella familjan kanska leggur á tykkum?

  •   Hvussu fara tit at hjálpa tykkara børnum at klára fordómar?

 Tosa tit saman um slíkt, kann tað hjálpa tykkum at fáa eitt gott hjúnaband. – Orðtøkini 13:10; 21:5.